Stigatalvan í hondbólti fer í eina alt ov langa vetrarfrí

Durita og VÌF hava beina kós í FM-finalurnar.

Fyrst í hesi greinini skal rós berast oman í Miðlahúsið til dygdararbeiðið FM1 ger fyri føroyskan hondbólt, eins og FM1 ger fyri fótbóltin og flogbóltin. Í hondbólti eru FM1 altíð á staðnum við góðum frásagnum frá Sjúrði Hoydal, Tróndi Arge og Hilmar Jan Hansen. Og á brúnni situr Heri Simonsen og savnar træðrirnar við práti og støðum. Frálíkt fyri okkum, sum nú sita á síðulinjuni og fylgja hondbóltinum. Niðanfyri nakrar hugleiðingar um nýggja kappingarleistin hjá mansliðnum í bestu deildini og kvinnudeildini, sum spælir eftir gamla leistinum. Spennandi, hvørji lið spæla FM-finalurnar í apríl mánað.

Stigatalvan 21. januar 2019. Tú kanst bara gita, hvat lið vinnur meistaraheitið. Einki veruligt topplið, og liðini sýnast ógvuliga jøvn

Nú er tað soleiðis, at undirritaði ongantíð hevur havt tann stóra áhuga í steypakappingini. Steypafinaludagarnir hjá teimum ungu eru frálíkir og stór uppliving, og FM-finalurnar hjá teimum eldru eru eisini frálíkir. Men mær dámar ikki, at vit orsaka av steypakappingini leggja landskappingina lamna í fýra til seks vikur til tess at spæla steypadystir. Hetta skuldi verið millum landskapppingardystirnar.

Stigatalan 9. januar 2018. Her síggja vit, at her er mest sum longu greitt, at Neistin og H71 spæla FM-finalurnar.

Veit, at nógvir spælarar dáma at spæla steypadystir, men fyri meg og onnur er landskappingin altavgerandi í føroyskum hondbólti. At vinna steypakappingina hevur í mínum hugaheimi slett ikki sama virði sum at gerast føroyameistari.

Mansliðini spæla eftir nýggjum kappingarleisti, har fýra bestu liðini spæla hálvfinalur. Hetta er kanska frálíkt, men ikki dugi eg síggja meiningina, at vinnari av grundspælinum skal velja sær lið at spæla ímóti í hálvfinaluni. Hví tað? Nummar eitt og fýra og nummar tvey og trý spæla hálvfinalurnar er besta loysnin. Tað má heldur ikki vera soleiðis, at tað er líkamikið, um tú gerst nummar eitt ella fýra í grundspælinum.

Spældu mansliðini eftir gamla kappingarleistinum, so var í løtuni stórur spenningur, hvørt lið náddi FM-finalurnar. Liðini sýnast ógvuliga jøvn.

Einki veruligt topplið er í bestu mansdeild, tí bæði ovastu liðini hava ”mist” nýggju stig, og lið tapa og vinna hvørt um annað alt eftir, hvussu liðini er mannað. Aftur hesir fáu lyglaspælararnir, sum fylla nógv í kappingini. Neistin, VÍF, Kyndil og H71 koma at spæla hálvfinalurnar, tó hevur KÍF lítlan teoretiskan møguleika at náa málinum.

Tað kann tykjast løgið, at júst, sum landskappingini er komin aftur í jólafrí og spenningur er í luftini, so spælir man nakrar lansdkappingardystir fyri síðani aftur at fara í langa vetrarfrí. Liðini mangla jú bara at spæla tveir og tríggjar dystir, so er grundspælið liðugtspælt. Tað er fáa hetta grundspæl avgreitt, so vit varðveita spenningin.

Kvinnukappingin ógvuliga spennandi

Kvinnurnar spæla eftir gamla leistinum, har nummar eitt og tvey spæla FM-finalurnar í apríl mánað. VÍF má sigast at hava beina kós í FM-finaluna, meðan Neistin, H71 og Kyndil kappast um seinna plássið. Og her er kappingin ógvuliga spennandi, tí liðini spæla jú fýra dystir hvør ímóti øðrum.

Stigatalvan 21. januar 2019. Neistin, H71 og Kyndil kappast um seinna finaluplássið

H71 liðið, sum fekk flúgvandi byrjan í kappingini, hevur mist nakað av flognum, ella er tað bara, at hini liðini er styrkt millum annað Kyndil, har Marianna Eystberg kom aftur av fjakkaraferð, og Turið Arge kom aftur úr Íslandi. Liðið fekk eisini útlendskan málverja. Ja, so skifti Neistin venjaratoymið beint fyri jól.

Stigatalvan 9. januar 2018. Her síggja vit, at mest sum longu er greitt, at VÍF og Kyndil spæla FM-finalurnar.

Vónleyst er at siga, hvørs tað verður Neistin, H71 ella Kyndil, sum fara við seinna FM-finaluplássinum. Tíverri er eingin landskappingardystur aftur fyrr enn 3. mars. Men kanska longu 10. mars og 13. mars fæst endaliga ábendingin, hvat seinna FM-finaluliðið skal spæla ímóti VÍF . 10. mars spæla Neistin og Kyndil, og 13. mars Kyndil og H71.

Til stuttleika leggi eg eisini stigatalvur aftrat tekstinum, sum eru frá januar mánað seinasta kappingarár. Beinleiðis syrgiligt at síggja kvinnuliðið hjá VB á stigatalvuni. Kvinnukappingini mist heilt nógv nú VB ikki fekk mannað lið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply