Úr myndasavninum – S/S Oyrnafjall var stoltleiki føroyinga árini 1947-1955

S/S Oyrnafall (S/S Ceuta) var bygt í 1929 í Hamburg og søkt í Rotherdam í 1943 av breskum flogførum. Skipið var síðani flotað aftur og kom á danskar hendur, áðrenn føroyingar yvirtóku skipið.

2013 gav Heðin Samuelsen, sáli, forvitnisliga bók út um løgtingsskipið S/S Oyrnafjall, sum gerst ogn føroyinga á heysti 1947, til tað verður selt aftur upp undir jól í 1955. Ætlanin við skipinum var, at føroyingar skulu fáa part í farmasiglingini úti í heimi. Føroya Løgting spenti bogan ógvuliga nógv til tess at hava skipið siglandi, tí farmagjøldini sveiggjaðu so nógv. Summar tíðir var inntøkan góð, men aðrar tíðir sigldi skipið við undirskoti. Áhugavert at síggja, hvussu leingi menninir mynstraðu umborð. Vanliga hálvt annað ár, men tá torført var at útvega maskinmenn, skulu vit niðanfyri hoyra um maskinmeistara, sum var umborð í fýra ár.

Klæmint Jacobsen var meistari umborð á Oyrnafjallini frá 1949 til 1954.

Meistari umborð á Oyrnafjalli frá 1949 til 1954 var Klæmint Jacobsen, sum var føddur í Havn 12. september 1908 og deyður í 1981. Hann var giftur Mary Margareth og búsettur í Onglandi, men hann er grivin í Havn..

Úr Antwerpen 28. februar 1953 skrivar Klæmint Jacobsen, maskinstjóri, heim til reiðaríið og søkir um at fáa feriu. Hann hevur onga frítíð havt, síðan hann mynstraði umborð fyri fýra árum síðani. Hann sigur í brævinum millum annað soleiðis:

– Hervið fari eg biðja tykkum at játta mær feriu helst í juli, august og september mánað. Fyrr á sumrinum er eisini nýtiligt.

Eg havi, sum tit vita, ikki havt feriu ta tíð, eg havi verið mynstraður umborð skjótt fýra ár. Hetta hevur verið ein long og strævin tið og ikki altíð lætt hjá mær, og eg treingi at koma burtur frá skipinum í eina tíð og at vera uttan ábyrgd. Trupulleikin er ikki skipið, men fyri at standa við tí ábyrgd, sum nú einaferð hvílur á einum 1. meistara, sigur Klæmint millum annað í brævinum.

Tá tú lesir slíkt, komi eg at hugsa um vinmann verpápa mín, sum á sinni sigldi sum yvirmaður úti í heimi. Vanligt var, at hann var burturi í hálvt annað ár, og ein vinmaður segði mær, at pápi hansara sum ungur var úr Føroyum í fimm ár, har hann mynstraði við ymsum skipum úti í heimi.

Tíðirnar broytast, tí eg minnist eisini, at eitt systkinabarn mítt sigldi sum meistari hjá ØK og var burturi í tríggjar fýra mánaðar og heima eins langa tíð. Soleiðis er ikki í dag, tí vanligt er at hoyra, at menn eru burturin fýra til seks vikur og somu tíð heima.

Herálvur Poulsen og Sonni Frederiksen úr Havn.

Nógvar áhugaverdar myndir eru í bókini um Oyrnafjall, og nógvar av myndunum hevur Sonni Frederiksen latið. Sonni var bara seytjan ára gamal, tá hann fyrstu ferð mynstraði við Oyrnafjall.

Nógvar av myndunum eru tiknar, tá Oyrnafjall millum annað er í Persaraflógvanum, í Indokina ella í Suðuramerika. Har er mangan heitt, og menn síggjast í berum yvirkroppi.

Síggi, at Oyrnafjall, sum áður æt Ceuta, er bygt í 1929 í Hamburg og sakk í Rotherdam í 1943 eftir at hava verið bumbað at enskum flogførum. Skipið var síðani flotað aftur og endaði í Danmark eftir kríggið og fekk navnið Rinkenæs.

Heðin Samuelsen, sáli, sum eg kendi heilt væl, doyði ikki so langa tíð eftir, at bókin kom út. Heðin var føddur í Sumba í 1939, og í 1946 flutti familjan til Havnar. Bæði foreldrini vóru úr Sumba, og tey vóru níggju systkin. Kann leggja aftrat, at eitt skifti búðu tey við Landavegin, og Jóhan pápi Heðin undirvístí á Sjómansskúlanum.  (Vagnur)

Myndin tikin í 1950. Frá vinstru: Torbjørn Dam, Tórshavn, Ovi Ellingsgaard, Tórshavn, ókendur, Djóni Ziska, Tórshavn. Axel Hansen, Slættanes,  Palli Sigurskjold við dóttrini, Andreas Andreasen, Tórshavn, J.P. Hovgaard, Hovi, Óli Jensen, Tórshavn, Carl Anders Hjaltalin, Tórshavn og Theodor Heinesen, Bø
Teir stytta sær um stundirnar á dekkinum umborð á Oyrnafjalli.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply