Úr myndasavninum – Einki óljóð frá skipum og eingin óhumska frá píkum og salti blaðað við asfalti

Friðsælt og eingir bilar í Havn fyri meira enn hundrað árunum síðani. Tá gramdu fólk seg ikki um óljóð úr øllum ættum, sum darvaði svøvninum. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Tá tú sært vøkru myndina omanfyri, kemur tú at hugsa um, hvørjar varðveitingartankar kommunan hevði, tá myndin var tikin fyri meira enn hundrað árum síðani. Vøkur mynd við nógvum trøum og laðaðum grótgarðum. Løgið at hugsa sær, at 1865 fekk Havnin fyrsta hylin, sum ætlaður var til drekkivatn. Við brúnna á Vaglinum, sum gekk yvir í Tinghúsvegin, varð ein byrging gjørd um Havnará. Í nógv ár var hesin hylurin einasta stað, har havnarborgarar við byttu og spann kundu fara eftir reinum vatni. Tað fylgdu strangar fyriskipanir við, at hylurin skuldi haldast reinur. Myndin er tikin í 1896.

Torført var sjálvandi at steðga menningini av Havnini, men gongur tú niðri í býnum, so var skilið mangan lítið, tá byggiloyvini vóru givin til nógvu betongkassarnar, sum serliga vóru bygdir í 1950- og 1960-árunum. Guð viti, hvat býarpolitikarar tá hava hugsað um at varðveita og um vakurleika. Komi at hugsa um fólkini á myndini, sum í friði kunnu spáka í gøtunum. Einki óljóð, eingin óhumska frá píkum og salti blandað við asfalti. Rein luft. Fantastiskt at hugsa sær. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply