Úr myndasavninum – Tá havnarfólk turkaðu fisk uttandura

Áhugaverd mynd Yviri við Strond. Spell, at vit ikki hava varðveitt bara eitt av fleiri fiskastykkjum í Havn. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri er ógvuliga áhugaverd, tí hon sigur frá tíðini, tá nógv havnarfólk arbeiddu í fisk. Elstu virkini eg minnist, sum turkaðu fisk, vóru tey úti í Hvannasundi við Heygsvegin og fiskavirkið hjá Carl á Lag Yvir við Strond. Hesi fiskavirki vóru serlig, tí tú sást enn minnini, tá tey turkaðu fisk uttandura. Vaskaði saltfiskurin var lagdur á steinsett fiskastykki, sum var tilhøgdum steinum vóru lagdir á serligan hátt. Sólin hitaði bæði steinar og fiskin, so hann tornaði skjótt, tá sjálvandi veðrið var til vildar.

Ja, so skuldi berast skjótt at, um hann øtlaði veðrið, og fiskurin í skundi skuldi savnast saman í stakkar at bíða eftir frægari veðri. Minnis væl fiskavirkið hjá Carl á Lag, sum var tikið niður í 1968. Alt hevur sína tíð, tí fiskavirkini fóra frá at turka fisk uttandura, men heldur fingu sær turkiikanalur innandura, har fiskurin var lagdur á rimavognar og síðan koyrdir inn í serligu turkikanalirnar. Havi sjálvur sum unglingi arbeitt fisk á henda hátt úti Hvannasundi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply