Tíðirnar broytast, og tær broytast heilt skjótt eisini á Vestaru bryggju

Fiskivinnan í Havn er minkað burtur í lítið og einki, men tað var tann tíð, tá hundraðtals fólk arbeiddu á Bacalao, Saltsøluni, Tunnivirkinum og Fiskasentralinum. (Mynd Vagnur)

Tá eg um dagarnar spákaði niðri á Vestaru bryggju og trein upp trappurnar á Ísvirkinum, reikaðu tankarnir um allar broytingarnar seinnu árini her á leiðini. Einki fiskavirki tó ein landingarmiðstøð, har tey arbeiði ikki er allar dagar í viku. Saltsølan er prýdd, má sigast, men einki vinnuvirksemi, sum í okkara ungum døgum. Tó nógvir bilar hjá næmingum og lærarum, sum hava sína dagligu gongd í bygninginum. Einki flakavirki men nú eitt slag av urtagarði í parti av bygninginum. Einki skip við bryggju henda dagin, men skip koma og fara. Summi taka ís, og onnur landa til landingarmiðstøðina. Hissini útróðrarbátar halda til í egningarskúrunum, men teir eru minkaðir nógv í tali. Nú dríva teir fáu á, tí nógvur fiskur er at fáa.

Komi at hugsa um húsvagnabýin í 1980-árunum, sum var millum Bacalao og Tórshavnar Skipasmiðju. Her búðu mest polakkar, sum arbeiddu á Bacalao. Nú síggi eg, at Mest hevur sett upp bingjur, sum síggjast til vinstru í myndini árakað skrivstovuna hjá Magn. Her búgva útlendskir handverkarar Ja, íslendingar eiga Magn og Vónina, hví lata vit nú íslendingar fara avstað við vinninginum av oljusølu og trolvinnuni? Áhugavert hesa løtuna at minnast aftur nógva virkseminum á Vestaru bryggju. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply