Úr myndasavninum – Myndin frá 1977 boðar frá slóðbrótandi vegagerðum í Havn

Leivur beiggi mín mitt í myndini. Vit síggja eisini, hvussu bilarnir eru parkeraðir tá í tíðini. Tórsgøta er ikki enn kvett av.

Um jólini fekk eg sendandi áhugaverdu myndina omanfyri tikin summarið 1977. Slóðbrótandi arbeiði fer fram í Havn til tess at binda betur saman eystur – og vesturbýin. Gomlu smalu vegirnir vóru á sinni gjørdir frá gomlu Havnini út til innløgdu traðirnar, áðrenn fyrsti bilurin kom í 1922. Bilatalið vaks við fúkandi ferð seinast i 1960-árunum og í 1970 talinum, og bilarnir gjørdust tríggjar til fýra ferðir fleiri í fram til 1980, tá bilatalið fór upp um 11.000 bilar. Í 1970 var bilatalið í Føroyum 3270 bilar. Men aftur til myndina.

Ferðslan í Steinatúni riggar bara heilt væl eisini 2. januar 2019. (Mynd Vagnur)

Bilatalið vaks, men eisini ferðslutrupulleikin tildømis í Havn, har fólk ikki enn kendu til væl skipaðað parkering. Og sum vit síggja á myndini frá 1977, er parkeringshugburðurin heilt av leið. Í 1962 fóru tey at grava út fyri Venjingarskúlanum og Læraraskúlanum, og grundarsteinurin var lagdur til Landssjúkrahúsið. Eisini fór stór húsabygging fram niðan í Líðirnar í Grønlandi, og stóra trøðin á Frælsinum hjá Zacharias á Skipafelagnum var stykkjað út.

Tí mátti betrast um sambandið millum stóru býarpartarnar, og farið var tí at gera breiðan veg úr Steinatúni fyrst eftir trøð niðan til Kagga/Herbergið og síðani heilt út á Frælsið. Vegastreggið í Steinatúni var gjørt av nýggjum við gongubreyt og teimum rørum og leidningum, sum hoyrdi tíðini til.

Á myndini sæst beiggin mín Leivur, sum í summarfrítíðini í 1977 arbeiddi hjá Guttesen og Staksberg, sum gjørdi vegin. Tú kanst eisini síggja mótan frá 1977, har ungu menninir hava langt hár og eru í sveigbuksum.

Tórsgøta fyri hundrað árum síðani. Hugnalig gøta og eingir bilar.

Áhugavert at hugsa sær, at í 1977 var stórur ferðslutrupulleiki í Havn, tí bilatalið vaks so skjótt. Men ferðslutrupulleikin er eins stórur, nú vit skriva 2019. Her hugsi eg um ferðsluna í gomlu Havnini, við Glasir og Norðurlandahúsið og ikki minst, nú Eysturoyartunnilin skjótt er boraður ígjøgnum, og at atkomuvegirnir ikki eru gjørdir samstundis.

Eisini áhugaverd, at aldargomlu smalu hestavognavegirnir Konradsbrekka, Bøgøta, Sigmundargøta og Doktar Jacobsens gøta eru framvegis har, tó nakað betraðir síðani fyrsti bilurin kom til Føroyar í 1922. Vit síggja eisini á myndini, at nú er stundin komin at kvetta av Tórsgøtu, so betri vegasamband fæst millum eystur-og vesturbýin. Komi júst at hugsa um pápa mín, sum er uppvaksin í Tórsgøtu. Hann segði okkum mangan, at eitt av roysnum um veturin var at vita, hvør unglingi á sledu megnaði at skeiða longst út á bryggjuna í Vágsbotni. Teir fóru upp á sleduna uppi við gamla realskúlan og so við fúkandi ferð oman gøtuna.. Men hetta er alt nú søga og ber ikki til longur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply