Júst Christian Sivertsen var radiomekanikari og radioamatørur – hann hevði ikki koyrikort

Júst Sivertsen, yngri, var radiomekanikar og radioamatørur. (Mynd: Lossingarmen í Havn)

Tá eg sum smádrongur búði við Landavegin, var nærmasti granni út ímóti Rættará trøðin hjá Tullu og Júst Sivertsen. Á trøðni høvdu tey nakrar seyðir, og har stóð eisini vakurt laðað fjós. Minnist, at Tulla og Júst ynsktu at byggja á trøðni, men hetta var teimum noktað, og seinni bleiv trøðin friðað í sambandi við, at Vesturkirkjan skuldi byggjast nærhendis.

Júst var kendur maður í Havn, og tað var jú hann, sum í 1922 ognaði sær fyrsta bilin í Føroyum. Hann og seinni sonurin Sjúrður áttu nógvar lastbilar og høvdu harvið nógv fólk í arbeiði. Júst og Tulla áttu fýra børn, og í hesum sambandi komi eg serliga at hugsa um Júst yngra, sum var egin persónur, og sum var eitt slagi av eini havnarmynd.

Júst Christian Sivertsen, sum æt eins og pápin, var føddur 6. oktober 1937 og deyður 4. september 2003. Hann búðí húsum á trøð Yvir við Strond, har hann hevði bæði dunnur, hønur og seyð. Hann sást oftast í havnargøtum til gongu, á súkklu, og seinnu árini altíð við hundinum við sína lið.   

Tulla og Júst áttu børnini Annu Mariu, Sjúrð, Júst og Rachel. Anna Maria fór ung til Italia til eina fastur, sum búði har. Har møtti hon italiumanni, bleiv gift og búsettist í Italia. Rachel býr í Esbjerg, og tað er hon, sum eigur barnaheimið á Bakkahellu, har pápin Júst Sivertsen eldri vaks upp.. Vøkur og vælhildin hús.

Soleiðis minnist eg Júst eldra altíð sitandi í last-ella persónbili. Tað segðist, at hann skuldi vera av sterkastu monnum. (Familjumynd)

Sjúrð kom eg at kenna væl, tí hann helt fram við fyritøkini Júst Sivertsen, tá pápin fall frá. Og tá Sjúður hevði fleiri lastbilar frá Vilhelmi Nielsen, har eg arbeiddi sum bilsmiður frá 1967-1974, kom eg at kenna heilt væl Sjúrð.

Men aftur Júst yngra á myndini omanfyr. Hann fór í læru sum radiomekanikari á Telefonverkinum, har Poul Engberg var lærumeistarin. Júst arbeiddi sum sveinar á Telefonstøðini, men eg minnist hann best, tá hann lossaði á Eystarubryggju. Júst var eisini radioamatørur, og eg síggi fyri mær høgu antennurnar á húsunum Yvir við Strond.

Tá pápin hevði stóra lastbilafyritøku, so kundi tú ímynda tær at síggja Júst yngra sita við rórið í stórum lastbili, ja, og síggja hann á verkstaðnum hjá Vilhelmi Nielsen, tá lastbilar vóru til umvælingar. Men so var ikki, tí Júst hevði ikki koyrikort og hevði ongan hug at koyra lastbil.

Laðaða gróthúsið á trøðni hjá Tullu og Júst Sivertsen við Landaavegin. Rættará rennur oman gjøgnum trøðna. Húsini, vit síggja eru tey hjá okkum til vinstru, síðani húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen og húsini hjá Christian Mittún.

Heldur helt Júst seg til teknikkin í lurtitólum og sendarum, har hann tosaði við fólk um allan heim. Júst var bókakønur og væl lisin maður, og mangan sást tú hann fara inn á Landsbókasavnið. Tá Júst yngri fór til gravar í 2003 nevndi presturin mannin sum ”orginal”, og so er spurningurin, hvat vit leggja í hetta orðið. Júst var nakað øðrvísi enn vit onnur, tó so, hann var altíð vinarligur at práta við og visti eina rúgvu. Eg vildi heldur brúkt orðið ”egin” um Júst.

Júst Sivertsen situr við síðuna av bilføraranum í fyrsta bili í Føroyum. Hetta var í 1922. Vit eru upp við Sanatoriið í Hoydølum. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Tað var tann tíð, tá Júst og Tulla við familju búðu úti á Reyni nær Bakkahellu, har tey eisini høvdu verkstað. Virksemið hóskaði ikki væl til friðaða økið har á leiðini, og húsini vóru síðani tikin niður, og verkstaðurin fluttur út um býín. Tulla var rópt Tulla hjá Júst, men hon æt Helena Maria Sivertsen fødd 6. apríl 1902 og deyð 29. mai 1972. Júst var føddur 25. desember 1892 og deyður 10. januar 1970. (Vagnur)

Vøkru og vælhildnu húsini á Bakkahellu eigur Rachel dóttir Tullu og Júst Sivertsen. Júst vaks upp í húsunum. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply