Stigatalvan farin í jólafrí – Kvinnukappingin spennandi, meðan manskapping fyribils avgjørd

Mansliðið sum vinnur grundspælið, skal velja sær lið at spæla ímóti í hálvfinalunum.

Kappingarárið í bestu mans – og kvinnudeild 2018/2019 er heilt serligt, tí meðan tey seks kvinnuliðini spæla eftir gomlu skipanini, har ovastu tvey liðini í grundspælinum spæla FM-finalur í apríl mánað komandi, so er manskappingin nýggj, har fýra lið fyrst spæla hálvfinalur. Altíð áhugavert at fylgja við, hvussu skipanin eydnast.

Fara vit first til kvinnukappingina, so kann fegnast um, at spenningur er framvegis í kappingini, men soleiðis var ikki á jólum seinasta ár, tá longu var greitt, at VÍF og Kyndil spældu FM-finalurnar fýra mánaðir seinni. Hini liðini vóru seinnu hálvu í ongamannalandi, tí einki var mest sum at spæla um, tí einki lið flytir í lægri deild.  

Hyggja vit í stigatalvuna hjá kvinnum, so var serliga áhugaverdur dystur spældur hóskvøldið millum H71 og Kyndil, sum endaði við javnleiki 26-26. Vann Kyndil dystin, sum eg roknaði við, so fekk Kyndil H71 aftur í stigum eftir slaka byrjan í kappingini.

Siga vit, at VÍF er ávegis í FM-finalurnar, so stendur kappingin um seinna plássið millum H71, Kyndil og Neistan. Her er áhugavert, at H71 og Kyndil hava spælt tríggjar dystir hvør ímóti øðrum, og bert ein dystur eftir at spæla, og hesin dystur er 13. mars komandi.

VÍF kvinnur eru í løtuni “favorittur” at endurvinna meistaraheitið í apríl mánað komandi. Men alt stendur og fellur við, hvørjir spælarar eru tøkur í FM-finalunum. Liðini eru viðbrekin og tola ikki at missa bara ein lyklaspælara.

Haldi, at neistakvinnur í løtuni standa við ringastu kortunum til tess at náa seinna FM-finaluplássið, tí óróð hevur verið í spælahópinum bæði seinasta kappingarár, tá venjari bleiv uppsagdur, og nú fór núverandi venjaratoymið knappliga til húsa. Kári Horn er settur nýggjur venjari. Spennandi, um hann kann venda gongdini, men eg ivist stórliga.

Vit fáa ikki endaliga at vita, hvussu leikur fer fyrr enn í mars mánað komandi, tí tá vera nakrir avgerandi dystir spældir millum ovastu liðini. Haldi, at tað er ógvuliga óheppið, at so langur steðgur er í kvinnukappingini frá 20. januar til 3. mars. Nógv av ”glansinum” fer av landskappingini, tí so nógv tíð fer at spæla steypakappingina, sum í míni verð er ógvuliga einkisigandi. Tó so, steypafinaludagurin er frálíkur.

Torført at spáa um ein føroyarmeistara

Nýggi kappingarleistin hjá mansliðunum er áhugaverdur og skipaður soleiðis, at liðini spæla fyrst trý umfør í grundspælinum. Síðani fara fýra lið víðari til hálvfinalur, har vinnarin av grundspælinum skal velja sær lið at spæla ímóti, har spælt verður best av trimum dystum, sum skulu avgerast. Eftir eru so at spæla FM-finaludystirnar, har spælt verður best av fimm dystum. Trý seinastu liðini spæla um plássini á stigatalvuni.  

Hyggja vit í stigatalvuna, so eru tey fýra liðini Neistin, H71, Kyndil og VÍF klár at spæla hálvfinaludystirnar. Best fimm dystir eftir at spæla í grundspælinum, og KÍF hevur bert teoretiskan møguleika at náa málinum. Áhugavert er, at spældu mansliðini eftir gomlu skipanini, har bara tvey lið náddu FM-finalunum, so høvdu vit veruliga spenning bæði finaluplássini.

Hyggi vit at hagtølunum í stigatalvuni, so er eingin ”favorittur” at vinna meistaraheitið, tí sum spælari segði mær: Vit vita ikki, hvørjir spælarar eru tøkur í apríl mánað komandi, og H71 vinur so einki FM-heitið uttan Peter Krogh á liðnum, heldur ikki Neistin uttan Rasmus Søby, ella Kyndil uttan David Edvardsen ella VÍF uttan Filip Jojic. Hetta eru alt avgerandi lyklaspælarar á teimum fýra liðunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply