FH av Hafnafirði hevur størsta savnið av útklippum

Ørn Hallsteinsson við trimum tjúkkum bókum við útklippum.

Ørn Hallsteinsson spældi landsdyst í Føroyum í 1964 og 1968 og var kendur hondbóltspælari í Íslandi. Hann er beiggi kenda hondbóltsúrmælingin Geir Hallsteinsson, sum spældi landsdyst í Føroyum í 1968. Undirritaði hevur seinastu tvey árini leitað eftir gomlum hondbóltsmyndum á Landsbókasavninum og bløðum, men úrtøkan er ikki góð, tí bløðini hava vánaligt myndasavn. Myndir av nøkrum landsliðum finnast slett ikki. Í FH av Hafnafirði er støðan ein heilt onnur, tí fólk hava savnað tilfar úr bløðum síðani 1930. Ørn Hallsteinsson hevur í meira enn 40 ár havt ítriv at klipt úr bløðum alt tilfar skrivað um FH.

Ørn spældi á íslendska landsliðnum frá seinast í 50 árunum til fyrst í 70 árunum. Longu sum fimtan ára gamal fór hann at klippa út alt tilfar, sum fjølmiðlarnir bæði í Íslandi og uttanlands skrivaðu um avrikini hjá FH. Og hetta er rúgvismikið tilfar. Í 65 ára minnisritinum, sum kom út í 1994, sigur Ørn, at hann í fyrstani hugsaði fyrst um seg sjálvan, tá ið hann klipti út tilfar úr bløðunum um FH. – Eg byrjaði í 1956 at fregnast í fjølmiðlunum eftir tilfari um FH. Áhugan fyri hondbóltstilfarinum fekk hann frá pápa sínum, sum eisini goymdi alt tilfar um FH.

Ørn við goymsluna í høllini hjá FH í Kaplakrika

– Í árunum 1930 til 1943 rúmaðist alt tilfarið í einari bók, men eftir hetta kom ferð á fjølmiðlaheimin. Í 80 árunum gjørdist tilfarið um FH meira og meira rúgvismikið, og tað bleiv til einar átta bøkur um árið. Eg fekk hjálp frá beiggjum, men tað var eg, sum límaði alt tilfarið í bøkurnar.

– Hevur tú stóran áhuga í tí tú gerst, so hugsar tú slett ikki um tíðina, ella rættari sagt, hvussu nógvar tímar tú brúkar til slíkt arbeiði. Arbeiðið verður bara gjørt, og tú fegnast um avrikið. Tað var so skjótt, at fólk í FH vildu varðveita skattin um søgu felagsins, tí var serligt skáp sett í felagshølið, sum toldi møguligan eldsbruna. Eisini er týdningarmikið, at útklippini ikki koma ov nógv í dagsljós, tí blaðtilfar gulnar í dagsljósi, sigur Ørn í minnisritinum.

Hvussu er statt í Føroyum?

Eg veit bara um Kyndil, sum frá stovningardegnum í 1956, hevur fest alt á blað um felagið. Tey hava óivað ikki klipt alt út úr bløðum síðani 1956, men allir dystir við nøvnum og spælarum eru skrásettir síðani 1956. Fyrst var tað Hannis Jacobsen, sum stóð fyri arbeiðinum, nú er tað Ansy Høghamar. Í 50 ára minnisritinum “Bjartur er kyndilslogin” sæst úrslitið av dygnar arbeiðinum hjá Hannisi og Ansy.

Neistin er elsta hondbóltsfelag í Føroyum, sum 21. mars fylti 80 ár. 50 ára minnisrit kom út í 1981, men nógv tilfar er farið fyri sketi, tí gerðabøkur eru burtur, og myndir finnast ikki av nógvum liðum. Heldur ikki Hondbóltssambandið ikki tikið myndir av nógvu landsliðunum, síðani vit spældu fyrsta landsdystin í 1964.

Og á bløðunum er ikki nógv at heinta, tí sjálvt um tú finnur mynd av neistaliðum og landsliðum í bløðum á Landsbókasavinum, so er mangan vónleyst at finna upprunamyndina. Myndagóðskan er vánaliga í bløðunum, og bløðini hava ikki góðar myndagoymslur. Eg havi ringt til ymisk myndafólk, sum á sinnu tóku ítróttamyndir, men sum oftast havi eg drigið svart.

Hetta er ógvuliga spell, tí bæði neistasøgan, landsliðssøgan og søgan annars um hondbóltinum í Føroyum er dýrgrípur, sum skal goymast. Í dag er alt øðrvísi, tí myndir verða tiknar í longum stimum, men tær fara allar á goymslu á ymsum teldum. Ynski mítt er at fáa gamlar hondbóltsmyndir fram í ljósið, so tær kunnu vísast fólki og harvið siga frá hondbóltssøguni. Tey ungu skulu eisini kenna hondbóltssøga. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply