Stigatalvan er góð mynd av støðuni í løtuni, sigur Per Klarup venjari í Stjørnuni

Per Klarup er í holt við triðja kappingarárið í Klaksvík. Olivur Joensen tók frálíku myndina av venjaranum.

Kvinnuliðini í bestu deildini spæla fýra dystir hvør ímóti øðrum. Tjúgu dystir íalt í grundspælinum. H71 gjørdi bart í fyrsta umfarið og vann allar fimm dystirnar, men nú spældir eru tíggju dystir, hevur H71 bert vunnið sær trý stig av tíggju møguligum í øðrum umfari. Veruligur spenningur er komin í kappingina, tí serliga Kyndil er á veg fram. Eg havi spurt Per Klarup, sum venur Stjørnuna, hví Stjørnan knappliga vann á H71, og hvat hann heldur um, at stigatalvan sær út, sum hon ger. Men fyrst nøkur orð um Stjørnuna.

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so hevði Stjørnan so mikið nógvar royndar spælarar, at felagið kundi mannað tvey lið í bestu deildini. Nógvar av kvinnunum høvdu spælt á liðnum í nógv ár, og so eydnaðist altíð at útvega liðnum nakrar frálíkar útlendskar spælarar. Men alt hevur sína tíð.

Stjørnan fór niður í aldudal, og nógv orka mátti til at fáa gentu-og kvinnuhondbóltin á føtur aftur. Fyri trimum árum síðani hómaði tú bjartskygni, og tá venjarin Per Klarup kom í felagið, byrjaði at bragda. Eg havi spurt Per, hvussu hann er nøgdur við støðuna í løtuni.

–  Nú er triðja árið eg arbeiði sum venjari í Stjørnuni, og mær dámar væl bæði landið og mentanina, og mær dámar væl í Stjørnuni. Tá eg kom til Føroyum, gjørdist mær greitt, at tað haltaði í øllum deildum í felagnum, og við góðari nevnd og ídnum arbeiði eru allar deildir mentar. Jú, Stjørnan er á veg fram og fótar sær í øllum deildum. Spælarar leggjast eisini nógvir aftrat.

Lív og Liljan úr VÍF eru nú ávegis í FM-finalurnar, sum verða spældar í apríl mánað komandi.

– Tá tú spyrt, hví Stjørnan sunnudagin knappliga vann tryggan sigur á H71, so er orsøkin einfald. Í hesum dysti vardu okkara kvinnur ógvuliga væl, og so brendu vit ikki so nógv skot, sum vit hava gjørt í nógvum øðrum dystinum. Vit hava spælt nógvar javnar dystir ímóti sjálvt toppliðunum, men vit havt torført at skjóta bóltin í málið. Ímóti H71 eydnaði mest sum alt, og sigur Per heldur fram..

– Vit høvdu trupulleikar fyrst í kappingini, tí lámin Jansy Jacobsen var við barn, og tað gekk nógv longri tíð, enn eg roknaði við, til tess at fáa spælið at rigga uttan Jansy, sum fylti so nógv á liðnum. Tú spyrt eisini um stigatalvuna, nú komið er í helvt í grundspælinum.

– Stigatalvan er góð mynd av gongdini, nú tíggju dystir eru spældir í grundspælinum. VÍF liðið er mannað við nógvum royndum eldri spælarum, og er gott lið. Á H71 liðnum eru nógvir frálíkir javngamlir spælarar, og tá Marita kom aftur úr Danmark, styrknaði liðið munandi.

Mítt boð er, at kyndilskvinnur fara við seinna FM-finaluplássinum. Góðu úrslitini í seinna umfari boða frá hesum.

– Marianna er komin aftur á kyndilsliðið, og tá liðið fekk fatur í útlendskum málverja, broyttist liðið heilt nógv. Kyndil er nú av álvara við í kappingini um at náa FM-finalurnar. Annars haldi eg meg síggja, at flestu ungdómsliðini kring landið standa og falla við einstøkum spælarum, sum fylla ov nógv á liðunum. Haldi, at feløg hugsa ov lítið um at menna allan hópin, og tey vilja heldur vinna fyri ein og hvønn prís. Hetta kann koma aftur um brekku seinni,  sigur Per Klarup at enda

Hyggja vit at stigatalvuni, so hevur VÍF spælt sær av við fýra stig, H71 sjey, Kyndil átta, Neistin níggju, Stjørnan trettan og Stíf nítjan stigum. Út frá stigatalvuni og seinasta umfarinum í kappingini, so spælir VÍF FM-finalur í apríl mánað næsta ár. Mítt boð í núverandi løtu er, at Kyndil vinnur sær seinna plássið, tí liðið vinnur fýra av seinastu dystunum, og við Turið Arge á liðnum, so er Kyndil ávegis i FM-finalurnar. Haldi, at Kyndil tekur H71 mállinjuni, meðan Neistin sýnist at vera ov veikt lið til tess at náa málinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply