“Fossurin” eftir Jákup Dahl próst er av allar bestu stuttsøgum

Fossurin var ikki so stórur í góðveðrinum henda dagin. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg í vikuni spákaði á sandinum í Sandagerði og sá fossin, kom eg at hugsa um árini á Føroya læraraskúla. Vit høvdu Jeffrei Henriksen, sála, í føroyskum, og til próvtøkuna í fyrsta flokki í 1975 kom eg upp í stuttsøguni “Fossurin” eftir Jákup Dahl próst. Nú meira enn fjøruti ár seinni rennur fossurin har framvegis, og søgan er eins góð og viðkomandi, sum tá Jákup Dahl skrivaði søguna, og tá vit lósu hana á Læraraskúlanum. “Fossurin” nemur við nakað í sálini, er av allar bestu stuttsøgum, og sum tú kanst lesa niðanfyri.

Fossurin

Har sum land og hav møtast, har rennur hann, fossurin. Dag og nátt, vetur og summar, mansaldur eftir mansaldur, ótaldar øldir rennur hann. Aldri friður, aldri íhald; stundum er hann stórur, stríður og øgiligur, stundum lítil, spakur og linur, men altíð hann rennur, altíð hann fossar.

Jákup Dahl próstur (1878-1944)
Jákup Dahl próstur (1878-1944)

Mangan havi eg staðið og litið at honum og verið hugtikin av hansara vakurleika, har hann tveitir seg út av klettinum og sum ein silvurhvítur streymur glíður gjøgnum loftið og vellir millum steinarnar; mangan havi eg lýtt á rødd hansara, hetta sterka einmælta dunið, ið eins og eitt gandakvæði ringir seg um meg, bindur meg og dregur; mangan havi eg verið glaður yvir reystleika hansara og styrki, tá ið hann spælir og leikar sær í fríðum, ungum og sterkum kæti.

Men við hvørt, á kvirrum kvøldstundum, tá ið alt annað legst til hvíldar uttan hann og aldan, sum skolar her í fjøruni niðan fyri hann, tá kann dunið fáa eitt so tungt sorgarligt lag; tað kennist so sárt, sum var hann møddur av síni longu ferð og endaleysu gongd, og honum longdist eftir friði og hvíld. Á slíkum stundum hugar mær best at sita her hjá honum á einum steini og lýða á hansara álvarsomu, loyndarfullu talu, og einaferð hevur hann sagt mær frá søguni.

“Mín ævi er long. Eg eri føddur tann morgunin, tá ið Føroya klettar fjaraðu undan, tá ið fyrsta ælið fór eftir landinum. Har langt uppi millum fjalla er føðistaður mín; men eingin veit rættuliga hvar. Av smáum løkum, av lítlum kelduspringum eri eg sprottin; úr gjáum og áum, úr giljum og veitum havi eg fingið føði og vøkstur; vætan, ið setir gjøgnum ta døkku mold, døggin, ið hongur hvørjum grasstrái, hevur givið mær styrki.

Mong, mong túsund ár hevði eg runnið; tá dagaði ein summarmorgun segl undan har eysturi í havsbrúnni, og skip sigldi inn á vágin. Menn komu á land; teir kannaðu landið og vóru eisini her úti hjá mær, og eg hoyrdi teir tala sín ámillum um meg, og tann morgunin var eg skírdur við navni. Ein teirra kom at vita, um hann kundi veiða nøkur síl her hjá mær, – tá treyt ikki tað slagið.-

Síðan sá eg ofta skip flóta her á víkini, meðan menninir, ið tey áttu, hildu ting har inni í nesinum. Serliga minnist eg eitt stórt og prýðiligt skip, og tað hevði eitt krossmerki í seglinum.

Fossurin avmyndaður ein óveðursdag. (Mynd Vagnur)

So komu tíðir, tá ið eg fekk vitjan av stórum monnum; teir komu ríðandi her oman av reyninum; hinumegin reynið høvdu teir bygt stórt hús, eisini við krossmerki á – og allir komu teir til mín. Eg sýndi teimum tann blíðskap, eg átti; eg gav bæði teimum og hestum teirra at drekka.

Ein dagin kom ein ungur, prúður drongur higar um reynini; hann var heitur og sveittur, hevði gingið hart; hann legðist her at drekka. Væl unti eg honum tann drykkin, hann fekk, tí menskari ungling hevði eg ikki sæð. Hann fór hiðani langt eystur um hav; eg fekk seinri at frætta, at hann var vorðin kongur.

Vit lærdu at svimja í Sandagerði og í Mylluhylinum longri upp í ánni. Tá var sandurin ikki so stórur. (Mynd Vagnur)

– So minnist eg eitt kvøldið, tað var um hálvaskýmt og gott veður, at ein maður gekk her niðri í fjøruni og hentaði sær lummarnar fullar av smásteinum, sum eg hevði borið oman úr fjøllunum; so róði hann sær spakuliga út ímóti einum stórum ókunnigum skipi, ið fleyt her úti fyri víkini.

Og eg minnist eisini ein morgun, tá ið ein annar maður var her og fekk sær nakað kjølfestugrót til skip sítt; eg hoyrdi tey tosa um, at maðurin sjálvur hevði bygt skipið og vildi við tí føra fólki korn til mats. Ringt mundi vera; tí væl havi eg sjálvur malið mangan nevan av korni; men eg minnist eisini, at myllurnar stóðu kvirrar, og eg sá bátarnar koma so høgar á vatninum aftur av útróðri, og eg sá tey sita á seiðabergi her fram við strondina, mann av húsi, og fara heim aftur sør. Jú, mangt havi eg at minnast aftur á.

Jákup Dahl varð í 1912 tilnevndur sóknarprestur í Suðuroyar prestagjaldi. (Mynd Vagnur)

Eg havi sæð hálendingar og hetlendingar reika her niðri á sandinum, eg havi sæð fransar, írar og turkar sigla niðan gjøgnum fjørðin. Mong skip havi eg sæð sigla inn á víkina; farmaskip við dýrum varningi, so fólkið fegnaðist, ófriðarskip, ið loyptu ræðslu á fólk, snekkjur, ladnar av góðari  veiðu. Fáur hevur ansað eftir mær, men eg havi givið far eftir øllum, eg renni jú í heilsum, nátt sum dag. –

Fyrr livdi eg meira í friði; nú verði eg ofta blandaður upp i mangt klandrið hjá fólki. Tey vilja ogna sær alla jørð her rundan um meg; eg minnist prest, ið læt gera garðar um gerðið her báðumegin meg; so settu teir meg at halda markaskil millum hagapartarnar, og nú havi teir fingið meg at bera sand og eyr fyri at væla um eitt langt tog, teir hava strekt eftir havsbotninum langt frá øðrum londum og hava lagt at landi hjá mær.

Men viðhvørt havi eg nakrar lukkuligar gleðistundur, tá smábørn koma til mín og ganga og vaða her skóleys, tá kíni eg teimum um beinini; ella tá ið ein gamal maður kemur higar við tráðu at fiska síl, og hann gevur sær stundir at vera hjá mær ein heilan dag. Ella tá ið tvey, drongur og genta, eitt summarkvøld setast á ein stein her, og teirra ástartesk blandast við alduskvatlið í fjøruni og dunið hjá mær. Eg royni at látast sum einki, bara renni.

Í 1918 var Jákup Dahl settur sum Føroya próstur, og starvið røkti hann við sæti í Sandagerði alt til deyðadag -1944. (Mynd Vagnur)

Á ja, soleiðis havi eg runnið alla mína ævi. Eg eri sum eitt dømi upp á alt tað, ið til er, ið altíð rennur, altíð streymar. Loyniliga at kykna upp, vaksa, bróta sær veg gjøgnum heyggjar, millum klettar, vella, renna, streyma, fossa, og so fevnast av tí stóra dýpi; tað er lívslagna mín, og hetta er lívsins søga hjá okkum øllum.

Hvussu leingi eg enn skal renna, hvussu long mín tíð verður, veit eg ikki; men tá ið Føroya fjøll eru slitin, og seinasta ælið er komið av himli, tá er deyðastund mín.

Uppískoyti: Kongurin, rithøvundurin sipar til, er Sverri kongur. Nólsoyar Páll og Royndin fríða eru eisini nevnd. Tað var tann tíð, tá kirkjubømenn átti jørðina í Sandagerði og har á leiðina. Togið á havsbotninum er fyrsti kaðalin, sum á sinni varð strektur millum Føroyar og umheimin. Fossurin í Sandagerði misti eitt sindur av megi, tá vatnbrunnurin í Havnardali varð bygdur. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply