Hagtølini siga, at umleið 10% av hondbóltsspælarunum eru lámar

Íslendingurin Ólafur Stefánsson er besti høgribakkur, sum eg nakrantíð havi sæð. Hann kundi alt við einum hondbólti.

Um tú spyrt inni á Google, hvussu stórur partur av fólkatalinum í einum landi eru lámar, so siga hagtølini 8-13% ella eini 10% í miðal. Hondbóltsspælið er soleiðis bygt upp, at málteigurin hevur tvær eins stórar hálvur eina høgru og eina vinstru síðu. Tí  hevur tú brúk fyri lámum, skalt tú hava breidd í spælið og skótstyrki bæði í høgru – og vinstru síðu. Aðrastaðni eru tað tey stóru feløgini, sum dustsúgva smáu feløgini fyri lámar spælarar, men hvussu er støðan í Føroyum?

Í mínari tíð sum hondbóltsspælari vóru lið í bestu deildini, sum ongan láman hevði á liðnum og í mesta lagi ein spælara. Serliga er avgerandi fyri lið at hava góðan láman høgra- bakk, sum bæði hevur skil fyri spælinum, kann skjóta hop-og langskot og kanska eisini kann bróta í gjøgnum verjuna.

Rasmus Søby er í løtuni besti lámur í kappingini.

Torført at fáa eyguni á spælara, sum hevur allar hesar eginleikar. Komi í løtuni bara í tankar um ein slíkan spælara, og tað er fyrrverandi íslendski landsliðsspælarin og úrmælingurin Ólafur Stefánsson. Hann var heimsspælari í nógv Harrans ár.

Fara vit aftur í 1960 og 1970 árini, so má serliga nevnast Sverri Jacobsen, sáli, úr Kyndli. Hann hevði so nógvar dygdir á høgra bakki, men hann var ikki nakar stórskjútti. Hann var skjótur, hevði góðar fintur, fótfimur dugdi væl at spæla linjuspælaran aðrar spælarar upp til skot. Hann var úrmælingur á vøllinum.

Ein David Edvardsen, sum ikki er eins væl fyri sum onkuntíð áður, styrkir kyndilsliðið munandi.

Komi eisini í tankar um VÍF spælararnar Kára Mortensen á høgra bakki og Páll Poulsen á høgra vongi. Kári var stórskjútti, og tá hann var í Danmark í lestrarørindum, spældi hann í bestu donsku deildini. Páll Poulsen var frálíkur á høgra vongi. Kann eisini nevna teir báðar StíF spælararnar Poul Enok Hansen, sála, og Elias Hansen, sum vóru kropsstrekir við góðum skoti á høgra bakki.

Fleiri málverjar siga, at meira torført er at taka brotskøst, sum lámar skjóta. Her skjýtur Jóannes A. Prestá brotskast, og í málinum stendur VÍF málverjin Mladen.

Minnist eisini Karl Johansen úr Stjørnuni, sum var ein av bestu høgra bakkunum í Føroyum um tað mundið. Fara vit eitt sindur longur upp í tíðina, so kunnu vit nevna teir báðar lámarnar Hannis Wardum og Róa Árting, sála, úr Kyndil. Hannis var hartskjótandi hopskjútti og langskjútti, meðan Rói var hesin snildi høgri vongurin, sum ikki skeyt hart, men bara legði bóltin fram við høvdinum á málverjanum.

Tey siga, at KÍF spælarin Borko Cupara skjýtur harðast í deildini.

Ja, so stórskjúttan Heini Hanusarson, mugu vit ikki gloyma og Una Wardum, hvørs styrki ikki vóru skotini, men heldur gott skil fyri spælinum og tí góður fyri eitt lið. At enda landsliðsspælarin Áki Egilsnes, men tað eru eisini aðrir góðir lámir, sum eg ikki júst komi í tankar um.

Hvussu er so støðan í 2018

Eitt er álopsspælið, men tað er týdningarmikið, at lámi bakkurin eisini er góður verjuspælari og serliga í sambandi við skjótálopini, og at ikki er neyðugt at skifta ov nógv út. Vit sóu jú frálíka danska høgrabakkin landsliðsspælaran Kasper Søndergaard sum er lámur, men hann kundi ikki brúkast í verjuspælinum. Tí høvdu danir mangan trupulleikar at skifta út annan hálvleikin, tá Kasper spældi longst frá skiftinarbeinkinum.

Haldi hetta er Bjarti Hansen úr VÍF.

Fara vit til føroysku kappingina, so hava vit klokkuklár dømi um, hvussu neyðugt tað er at hava góðan høgrabakk. Kyndilsliðið við og uttan David Edvardsen, sum sjálvt ikki í nóg góðari venjing styrkir munandi um liðið. David er ikki nakar stórskjútti, men hann hevur skil fyri spælinum og er mangan næstseinastur á bóltinum, tá Kyndil fær mál.

So er tað H71 við og uttan Peter Krogh, sum bjargaði H71 meistaraheitinum í vár, tá hann á nýggjárinum kom aftur til Føroya. Hann var eisini burtur nakrar av fyrstu dystunum í núverandi kapping. Peter skjýtur við báðum ørmum og er sterkur gjøgnbrotsspælari. Haldi ikki, at hann hevur góð eygu fyri vongspælinum og linjuspælinum, men gullverdur fyri H71 liðið.

Sámal á Tjaldrafløtti er frálíkur lámur spælari. Haldi, at hann kundi verið enn betri.

Neistaliðið stendur og fellur við høgrabakkinum Rasmus Søby, sum í løtuni uttan iva er besti høgribakkur í landinum. Hann hevur serliga góð eygu og skil fyri spælinum umframt eisini málsøkin og skjýtur nógv mál.

Borko Copara, sum spælir við KÍF, skjýtur harðast í kappingini, men sýnist bara at vera skjútti burturav, og ikki hevur so gott skil fyri uppspæli. Team Klaksvíkspælarin Sámal á Tjaldrafløtti og Jóannes Prestá, sum er høgribakkurin hjá StíF eru eisini góðir skjúttar. Bjarti Hansen úr VÍF sum eg ikki kenni, sigst at vera frálíkur liðspælari men ikki ein so góður skjútti, sum onnur lið hava.

Peter Krogh er somikið avgerandi spælari fyri H71, at uttan Peter vann H71 ikki meistaraheitið í vár.

Áhugavert er eisini, at sjáldan síggja vit láman, sum miðspælara, og kanska er orsøkin, at úrvali av lámum er ikki so stórt. Annars sá eg onkrastaðni, at lám fólk eru meira ”kreativ” enn onnur fólk, men hvussu kemur man fram til slíka niðurstøðu?

Um dagarnar er EM-kapping í Fraklandi fyri kvinnur, og eg hoyrdi danskan viðmerkjara siga, at ein orsøk, at danska landsliðið ikki klárar seg nóg væl, er, at tað finst ikki ein nóg góður miðspælari í danska kongaríkinum, og at danska liðið má brúka vinstrabakkar sum miðspælara. Hetta sigur okkum, hvussu torført tað er at seta saman tað ”kompletta” hondbóltsliðið.

Við hesum orðum havi eg serliga lagt dent á álopsspælið, men verjuspælið er sjálvandi eins stórur partur í spælinum, sum gongur út uppá at skjóta bóltin í málið hjá mótpartinum og syrgja fyri, at ikki ov nógv mál enda egnum máli. Týdningarmikið fyri lámar er sjálvandi, at liðið hevur miðspælara, sum dugur at spæla spælaran upp til skot ella gjøgnumbrot. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply