Nýggi hondbóltsvøllurin í Gundadali varð gjørdur í 1945

Neistakvinnur vinna FM-heitið á nýggja vøllinum í 1946. Frá vinstru: Jacobina Jacobsen, Rúna Kamban, Sára Hansen, Elisabeth Johansen, Mikela Andreassen, Elsa Hansen og Helena Dal-Christiansen. (Myndaeigari Elsa Horn)

Herfyri skrivaði eg um eitt skjal fingið frá Tórshavnar kommunu, sum segði, at útbjóðingarlýsing varð sett í bløðini í 1944 at gera nýggjan hondbóltsvøll í Gundadali. Hetta var vøllurin, sum vit sum ung spældu á, og sum mátti lúta fyri nýggja svimjihylinum. Tilboðini frá fyritøkum skuldu sendast kommununi í seinasta lagi 9. oktobur sama árið. Nú steðgar søgan fyribils her. Spurningur er, hvør gjørdi vøllin, og nær spældu neistaspælarar fyrsta dystin á vøllinum?

Nú eri eg komin eitt fet víðari, tí neistakvinnur spældu um FM-heitið á vøllinum á sumri 1946. Eg havi eisini hitt Elsu Horn, sum spældi á liðnum í 1946 . Og hon sigur soleiðis:

-Eg minnist væl, tá ið vit komu niðan á nýggja vøllin, og sum tú sigur, og sum myndin omanfyri vísir, var hetta á sumri í 1946. Men hjá okkum ungu var tað soleiðis tá, at vit vildu spæla hondbólt, og tað gjørdu vit á hondbóltsvøllinum við síðuna av fótbóltsvøllinum. Hondbóltsvøllurin var út ímóti ánni, har gamla HB hús stóð. Sjálvandi vistu vit, at teir gjørdu nýggjan vøll “har uppi”, men vit ungu góvu okkum ikki far um, hvør gjørdi vøllin. Vit gleddu okkum bara at sleppa at spæla á vøllinum.

-Eg minnist, at serliga TB hevði frálíkt kvinnulið um tað mundið og eisini VÍPAN av Sandi, gøtukvinnur og eiðiskvinnur. Av kvinnunum á myndini er bara tvær enn á lívi, og tað eru Helena Dal Christiansen og eg Elsa Hansen, sum eg æt tá, sigur Elsa Horn við heimasíðuna.

Niðurstøða higartil hjá mær er, at Tórshavnar kommuna bjóðar fyritøkum at gera vøllin á heysti í 1944. Vølllurin var gjørdur í 1945, og tey spæla fyrsta hondbóltsdystin á vøllinum á sumri í 1946, sum myndin omanfyri sigur frá. Enn er eftir at finna út av, hvør gjørdi vøllin, og hvat vøllurin kanska kostaði.

Tey á skrásetingardeildini í Tórshavnar kommunu hava lovað at leita enn einaferð eftir avgerandi skjalinum. Tey siga, at óivað hevur verkfrøðingur tikið skjøl úr mappuni í samband við arbeiðið, men hann hevur ikki lagt skjølini í aftur mappuna. Tí finna vit ikki restandi og avgerandi skjølini. Spell, tí hetta er partur av hondbóltssøguni í Havn. (Vagnur)

Her spæla Kyndil og VÍF á grúsvøllinum, sum ikki enn er asfalteraður. Ólavur Lambaa er dómarin.

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply