Grundspælið komið í helvt, og Neistin, VÍF, H71 og Kyndil eru ávegis í endaspælið

Finnur Hansson í dysti seinasta kappingarár. Team Klaksvík kemur ikki í endaspælið.

Tað var Finnur Hansson, sum slóðaði fyri nýggja kappingarleistinum, har fýra lið nú koma víðari í endaspælið. – Eg havi ikki uppfunnið tann djúpa talerkin, men bara hugt út um landoddarnar og funnið leist, sum hóskar í Føroyum, sigur Finnur. Tí verri nær Finnur Hansson og Team Klaksvík ikki endaspælinum. – Vit mistu ov nógvar spælarar, og tá so fleiri av hinum liðunum eru ment, hava vit ov lítla breidd, sigur Finnur. Tíggju av átjan dystum eru spældir í grundspælinum, og tað sýnist eisini torført hjá StÍF og KÍF at náa endaspælinum. Veikleikin við føroysku kappingini er, at einki niðurflytingarstríð er í botninum, tí har eru eingi lið at flyta upp.

Tá eg spyrji Finnur, hví stigatalvan eftir tíggju dystir hevur Neistan sum oddalið, so svarar hann ógvuliga stutt. Neistin er liðið, sum fyrstu tíggju dystirnar hevur havt hægsta botnstøðið. Tað sýnist, at tá berandi spælarar á liðnum ikki bjóða av, ja, so traðka til ungir spælarar. Hini liðini er øll ógvuliga óstabil. Botnstøðið er lágt í fleiri dystum, sigur Finnur.

Hyggja vit at stigatalvuni, so hevði verið ynskiligt, um tildømis StíF og KÍF høvdu tvey stig aftrat, tí so var verulig spenningur seinastu dystirnar um at koma í endaspælið. Brekkan hjá StÍF og KÍF gerst dekan ov brøtt at náa málið, tí tað er bara átta dystir eftir at spæla í grundspælinum. Men møguleikin er tó har. Leggjast kann aftrat, at eftir gamla leistinum spældu liðini fýra dystir hvør ímóti øðrum, meðan nú spæla tey tríggjar dystir.

Kollfirðingar vunnu tveir dystir á H71, men hava tapt einstakar javnar dystir. David Edvardsen (nr 11) er vorðin ein lyklaspælari á kyndilsliðnum.

Einki einaráðandi toplið er í deildini, tí Neistin hevur mist fimm stig, VÍF og H71 sjey, Kyndil átta, STíF tólv, KÍF trettan og Team Klaksvík átjan stig. Áhugavert at síggja, at H71 hevur tildømis tapt tveir dystir fyri KÍF, og at VÍF fekk flúgvandi byrjan, men er følnað nakað seinastu dystirnar. Vónleyst er í løtuni at spáa um, hvat lið vinnur meistaraheitið í apríl mánað komandi, tí liðini eru so jøvn, og nógv kann henda á liðnum næstu mánaðirnar.

Áhugavert endaspæl

Nýggi kappingarleistin er skipaður soleiðis, at liðini spæla fyrst trý umfør í grundspælinum. Síðani fara fýra lið víðari í endaspæl, har vinnarin av grundspælinum skal velja sær lið at spæla ímóti, har spælt verður best av trimum dystum, sum skulu avgerast. Eftir eru so at spæla FM-finaludystirnar, har spælt verður best av fimm dystum. Trý seinatu trý liðini spæla um plássini á stigatalvuni.  So eitt sindur um at ummæla hondbóltsdystir.

Finnur heldur, at Rasmus Søby og Nicholas í neistamálinum eru høvuðsorsøkin, at Neistin stendur seg so væl í kappingini.

Í Føroyum ummæla vit ikki hondbólt eins og í tildømis Íslandi. Vit hyggja mangan allar fyrst eftir, hvør spælari skjýtur nógvu málini, men soleiðis er ikki í Íslandi. Minnist nú fyri nógvum árum síðani abba Finn Hansson sita í høllini á Hálsi, har hann sá abbasonin spæla. Eldri maðurin hevði eitt serliga skema, hann fylti út, meðan spælt var. Hann skrivaði alla tíðina nakrar strikur í talvuna.

Her síggja vit stigatalvuna frá 9. januar 2018, tað vil siga seinasta kappingarár. Her er næstan greitt, at Neistin og H71 spæla FM-finalurnar, sum gjørdist veruleikin. Nú fáa so tvey lið aftrat møguleikan at vinna meistaraheitið fyrst í einum millumspæli.

– Hetta er vanligt í Íslandi, tí íslendingar ganga sjálvandi høgt uppí, hvussu nógv mál vera skjóta, men so sanniliga eisini høgt uppí, hvussu nógv skot spælarar skjóta til tess at skjóta kanska seks átta mál. Síðani eisini hvør spælari eigur seinastu sendingini út á veingin, inn á linjuna ella spælir spælara upp til skot, segði abbi Finnur. Men alt hetta gera føroyskir fjølmiðlar og fólk annars ikki.

Í seinnu grein fari eg at skriva eitt sindur um lámar spælar og serligar lyklaspælarar á mansliðnum, sum mangan standa og falla við einum tveimum spælarum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply