Nú nærkast hitarørini Finsen fyri síðani at halda leiðina út á Glasir

Løgið at hugsa sær, at heita vatnið kemur longu leiðina av Hjalla og Sundi. (Mynd Vagnur)

Tá man býr so nær Gundadali, SMS og miðbýnum, so er ikki neyðugt at keða seg. Altíð okkurt spennandi at sjá, men eisini okkurt keðiligt, sum man má liva við. Hesi handilsjólini hava altíð verið strevin, tí óróð kemur á fólk, og serliga, tá man eisini veit, at hjá mongum strekkir fíggjarliga ikki til hesa ársins tíð.

Hitafelagið hevur lagt stór hitarør av Sundi og Hjalla fyrst eftir Hvítanesvegnum síðani eftir Vegnum Langa oman Villingardalsvegin og oman í Gundadal. Nú arbeiða teir í Hoydalsvegnum uttanfyri hjá okkum.

Kostnaðarmikið arbeiðið fyri hvønn metur, og talan er um hundraðtals milliónir krónur. Nú er Hoydalsvegur ein av elstu vegunum uttan fyri gomlu Havnini. Vegurin gekk longu fyri meira enn hundrað árum síðani niðan í Hoydalar, har tuberklasjúkrahúsið var bygt í 1907. Lætt at grava hjá stóru gravmaskinuni, tí vegurin er gjørdur oman á mold og eyr. Tó so, onkur klettur er at bróta við slaghamaranum.

Ja, fjarhitin? Hitarørir skulu leggjast oman til Finsen, og eg dugi ikki at síggja, at sethúsini á leiðini hava áhuga at binda í hitarørini. Hjá okkum er mest sum ógjørligt, tí so skal laðaður garður takast niður, og tað kostar at fáa sær útgerð til fjarhitan. Var eg ungur og bygdi mær hús, so hevði eg heldur fingið mær jørðhita. Fingið borað tvey hundrað metrar niður í jørðina, og so er hitin har.

Alt tilfarið, sum teir grava úr vegnum verður burturbeint, og annað gott tilfar kemur ístaðin. Hitafelagið má gera stóra fyrireiking til tess at koma oman í býin við stóru hitarørunum. Faldari kom í hvørt hús, og har sæst eisini, hvussu nógva ferðslan skal leggjast til rættist. Hædd verður eisini tikin fyri jólunum ella rættari sagt jólakeypinum. Teir grava ávísan tein, leggja rørini fyri síðani at asfalterað lidna teinin, áðrenn leiðin gongur longur oman.

Sum eg skilji á lagnum, at tá hitarørini eru komin oman til Finsen, so skulu tey halda leiðina út á Glasir, sum bæði skal hava jørð – og fjarhita. Annars er áhugavert at fylgja við, hvussu skjótt tað gongur at útvega nýggjar orkukeldur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply