9. november 2018 vóru 24.711 persónbilar í Føroyum – 4200 bilar fleiri enn í 2014

Løgið, at Tórshavnar kommuna ætlar at byggja Tjóðpall á Skálatrøð. Vildi sagt, at økið er upptikið. (Mynd Vagnur)

Liggi inni við bil-hagtølum aftur til 1955, og hetta ikki bert søga, men eisini áhugavert at síggja og fylgja, tí koyrir tú um dagarnar í havnargøtum, so sært tú allastaðni í gøtunum, at bilatalið veksur ár um ár. Hagtølini siga hetta eisini. Seinasta samanteljingin hjá Hagstovuni 9. november 2018 siga frá millum annað: 24.711 persónbilar, 4012 vørubilar og 656 lastbilar, sum nærkast 30.000 bilum. Síðani koma aftat bussar, hýruvognar og aðrir bilar. Við øllum eru 37.106 akfør skásett hjá Akstovuni. 

Eg havi eisini útvegað mær hagtøl yvir akførini í Føroyum aftur til 1955, og hetta er áhugavert at síggja og er eisini partur av Føroya søgu. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 60-árunum og í 70-árunum. Áhugavert er at síggja, hvussu nógv talið av bilum minkaði, tá ið stóra kreppan var í Føroyum fyrst í 90-árunum.

Nýggjastu hagtølini um øll akførini í Føroyum.

Fara vit aftur til 1960, so vóru 1023 akfør skrásett í Føroyum, og tá eru motorsúkklur við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. Í dag eru motorsúkklurnar mest sum bara frítiðarakfør, men í 1960 vóru motorsúkklurnar arbeiðsamboð, og vanligt var at síggja fólk koyra til arbeiðis á motorsúkklu.

Tíggju ár seinni í 1970 broytist prosenttalið av persónbilum. Í 1970 eru akførini 3270 í tali, men nú eru tíðirnar í Føroyum vorðnar so mikið góðar, at meinigi maðurin er farin at keypa sær bil. Í 1970 eru persónbilarnir 1758 av teimum 3270 akførunum, tað vil siga meiri enn helvtin. Vøru-og lastbilarnir eru 613, 56 bussar, 410 hýruvognar og 433 motorsúkklur, og tá eru prutlini ikki tald við. Her sæst eisini, at nú koma fleiri og fleiri bussar til landið.

Talið av bilum í høvuðsstaðnum veksur við fúkandi ferð, men parkeringsplásisni heldur fækka. (Mynd Vagnur)

Í 1980 er talið av akførum farin upp um 11.000 akfør, og persónbilarnir gerast bara enn størri partur av bilaparkini. 9020 persónbilar eru skrásettir 1. januar 1980, vøru- og lastbilarnir eru 1780, bussarnir eru 77, hýruvognarnir 306 og motorsúkklurnar 138. Her sæst, at motorsúkklurnar fækka munandi, og hýruvognarnir fækka.

Síðani koma kreppuárini í 1990-árunum, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply