Úr myndasavninum – VÍF vann í 1963 fyrsta FM-heitið í dreingjadeildini

Vestmannadreingir í 1963. St.f.v: Hans í Gerðinum, Torstein Petersen, Gunnar Dahl Olsen, Finnbogi Joensen, málverji, Eyðbjørn Joensen, Dánjal Jacobsen og Oddmar Joensen.

Í 1963 var fyrsta stóra frambrotið í føroyskum hondbólti. ÍSF skipaði tá fyri fyrstu FM-kapping fyri dreingir og gentur. VÍF vann fyrsta FM-heitið fyri dreingir, og Neistin vann fyrsta FM-heitið fyri gentur. Eg hava hitt Finnboga Joensen, sum stóð í málinum hjá VÍF. Hann minnist við gleði aftur á tíðina, tá ið Mannbjørn Mortensen, lærari, legði fyrstu lunnar undir ungdómshondbóltin í Vestmanna. 

– Ítróttaárið í skúlanum var skipað soleiðis, at vit gjørdu fimleik um veturin og spældu hondbólt um summarið. Ja, tá gjørdu vit veruligan fimleik og høvdu fimleikaframsýningar bæði í Vestmanna og aðrastaðni í Føroyum. Mannbjørn skipaði fyri skúlahondbólti, har vit spældu ímóti sandavágsdreingjum. Annars vóru tað bara Neistin, Kyndil og VÍF , sum spældu um fyrsta FM-heitið fyri dreingjalið. VÍF vann kappingina í 1963.

– Okkara lið var tá rópt skúlaliðið og seinni unglingaliðið. Hondbóltsspælið var tá uttanduraspæl um summarið, og vit spældu heimadystirnar á grúsvøllinum omanfyri skúlan, sigur Finnbogi í viðmerking til myndina omanfyri. Ein av spælarunum er ikki millum okkum longur, tað er Hans í Gerðinum, sum doyði ungur. Leggjast kann aftrat, at neistagentur í 1963 vunnu fyrsta FM-heitið fyri gentulið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply