Í august mánað 1944 vóru 120 føroyskar kvinnur giftar bretskum hermanni.

Myndin tikin á krígssavninum í Vágum. Vøkur pør má sigast. (Mynd Vagnur)

Nógv er skrivað um Føroyar og seinna heimsbardaga, og Niels Juul Arge, sáli, skrivaði jú á sinni bøkurnar Stríðsárini. Í summar vitjaði eg fyrstu ferð áhugaverda krígssavnið í Vágum, og tá eg sá pørini á myndini og tók myndina, hugsi eg, hvussu nógvar føroyskar kvinnur í veruleikanum blivu giftar enskum hermonnum. Donsk áhugaverd bók eitur ”Operation Valetine”, sum var navnið á átakinum, tá bretar hertóku Føroyar í apríð mánað 1940. Bretski læknin Gavin Henderson vitjaði bretsku hermenninar í Føroyum í august mánað 1944. Og frá honum í bók fæst mangt áhugavert at vita, sum eg ikki visti áður:

Henderson var sendur til Føroya at halda fyrilestur fyri hermonnunum, so teir ikki keddu seg ella gjørdist sálarliga sjúkir. Henderson skrivar í frágreiðing eftir Føroyaferðina, at fíggindin hjá hermonnunum var ikki bara týskurin, sum kundi gera innrás í Føroyum, men eisini serligu umstøðurnar hjá ungu monnunum.

13. apríl kom krússarin H.M.S Suffolk á Havnini við fyrstu 250 hermonnunum. (Mynd Imperial War Museum)

Henderson fann skjótt útav, at ungu hermenninir vildu heldur í bardaga enn at keða seg og einki gera í Føroyum. Føroyska veðurlagið við regni, stórmi og myrka tíðin um veturin sleit sálarliga ungu hermenninar. Nógvir føldu seg avbyrgdar millum fjøllini í Føroyum, og teir blivu tunglyntir og fingu eina sjúku, sum læknin rópar ”Faroetis”. Teir byrja at tosa við seg sjálvar og í ringasta føri byrja at tosa við seyðin í fjøllunum. Uttan iva, var okkurt av hesum eisini sagt í skemti, skrivar Henderson.

Bretska leiðslan í Føroyum royndi nógv, so ungu menninir vóru í góðari venjing, og so løgdu teir upp til, at teir komu í samband við føroyingin. Hetta eydnaðist væl, og serliga vóru hermenninir góðir við børnini. Nógv vinarbond vóru knýtt fyri lívið. Tá flest hermenn vóru í Føroyum, vóru 5000 í Vágum og 3000 aðrastaðni í landinum. Síggi eisini, at bretska hervaldið royndi at senda hermenn úr norður Skotlandi til Føroyum, har landslagið og kanska veðrið eisini líktist tí í Føroyum.

Havnin og Skálafjørðurin høvdu størsta áhuga hjá bretsku hermonnunum fyrst vikurnar. (Mynd: Imperial War Museum)

Henderson skrivar eisini um sambandið millum føroyskar kvinnur og bretskar hermenn. Í hansara hugaheimi var eingin ivi um, at nógvar ungar føroyskar kvinnur vildu loysa seg úr aldargamla føroyska samfelagnum. Kvinnurnar vildu hava part í nýggja modernaða samfelagnum, sum ensku hermenninir komu við. Her hugsar hann um at ganga í biograf, ganga í silkisokkum, smyrja seg og ganga í dansi.

Nú kríggi var um at enda, vildu hesar kvinnur siga fátæka heimlandinum farvæl, fáa sær bretskan mann og royna eydnuna í Onglandi. Henderson sigur í frágreiðiningi, at í august mánað í 1944 vóru 120 føroyskar kvinnur higartil giftar bretskum hermanni. Um hetta mundið búðu 30.000 fólk í Føroyum.

Meira enn sjeyti ár eru liðin, síðani kríggið endaði, og nú er andlátini úr Onglandi tagnaði, tí fyri ikki so nógvum árum síðani hoyrdist av og á í Útvarpinum, at nú var føroysk kona deyð antin í Skotlandi ella Onglandi. Hetta vóru føroyskar konur, sum eftir kríggi fóru ungar við manni av landinum. Áhugaverd bók, má sigast. Bjarni Åkesson Filholm, sum hevur føroyskar røtur, gav út bókina í 2009. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply