Úr myndasavninum – Danska Vivi Kuhr setti í 1984 dám á føroyskan hondbólt

Neistakvinnur 1984. St.f.v: Karsten Andersen, venjari, Marjun Christiansen, Ingilín Holm, Guðrun Horn, Elsa Maria Bærentsen og Christian Poulsen, venjari. Húkandi f.v: Marjun Thomsen, Malan Mohr, Óluva Joensen, Rannvá Hanusardóttir, Vivi Kuhr og Torgerð Klein. (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri er frá 1984, tikin eftir at neistakvinnur vunnu FM-heitið. Á myndini er danska Vivi Kuhr, sum ikki kom til Føroya at spæla hondbólt, men at arbeiða sum laborantur á Landssjúkrahúsinum. Hon kom úr Jútlandi og hevði spælt hondbólt í danmarkarseriuni. Av tilvild kom hon at spæla í Neistanum, tí mostur ein av spælarunum arbeiddi eisini á sjúkrahúsinum og eggjaði Vivi at spæla hondbólt í Føroyum.

Frá fyrsta venjingartíma sóu neistakvinnur, at her var talan um serliga fyrikomandi og altíð glaða danska gentu. Vivi Kuhr kom frá fyrsta degi at seta dám á venjingingar og dystirnar. Hon var ógvuliga kropssterk, var skjót og hevði serligt hondbóltslag. Hon spældi mest vinstri vongur, og tað var við fullari ferð fram eftir vøllinum. Tá ið hon fór frá veinginum ella fór millum vong og bakk, so endaði hon sum oftast inni í málinum. Hon kastaði seg altíð við fullari megi frá veinginum, ja, ongur segði í spølni, at Vivi kastar seg, men meislar seg ikki, tí hon er so væl holdum, at hon ikki fær ilt.

Vivi hevði eisini serlig evni at savna fólk, hon dró fólk til sín. Bakaði bollar, køkur og dámdi væl at hittast eftir venjingar og dystir. Vivi Kuhr var í Føroyum eini trý ár, og nógv ár eftir hon fór úr Føroyum, tosaðu neistafólk um ágrýtna danska vongspælaran við serliga spælilagnum. Persónar sum Vivi Kuhr menna og styrkja altíð eitt hondbóltslið. Hon var glað, ágrýtin og slóðaði altíð fyri í dystunum. Neistakvinnur lærdu eisini nógv av Vivi Kuhr.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply