Úr myndasavninum – Teir vóru okkara stóru stjørnur

Fótbóltslandsliðið í 1961. St.f: Torstein Magnussen, B36, Pauli Nolsøe, TB, Brynjer Gregoriussen, HB, Eivind Dam, HB, Oddmar Færø, B36, Steinbjørn Jacobsen, KÍ, Magnus Kjælnes, KÍ og Arne Nolsøe, TB. Fremst f.v: Jákup Luth Joensen, HB, Peter Sigurd Rasmussen, HB og Tórður Holm, B36. (Mynd: Ásmundur Poulsen tók myndina í Gundadali)

Kom fran í myndabók fram á landsliðsmynd frá 1961, sum Ásmundur Poulsen, sáli, tók. – Hví er henda myndin endað í míni myndabók, hugsaði eg. Jú, tá í tíðini kundi tú keypa ymsar myndir frá myndafólkum, sum vístu myndir fram í sýnisgluggum. – Sjálvandi vildu vit sum ellivu ára gamlir eiga mynd av landsliðsspælarum í fótbólti, sum vóru okkara stjørnur. Tá vóru eingi landslið í hondbólti, flogbólti ella øðrum ítróttagreinum. Eg ringdi til Peter Sigurd Rasmussen, sum er málmaðurin á landsliðsmyndini, og hann sigur við heimasíðuna soleiðis:

– Skjøldrið eg siti við á myndini æt “Sir Adam shield”, sum hetlendingar og føroyingar spældur tíggju ferðir um. Fimm ferðir í Hetlandi og fimm ferðir í Føroyum. Eg spældi á landsliðnum frá 1961 til 1965, og vit vunnu steypið til ognar í 1961, tá ið vit vunnu 6-1 á Hetlandi í Gundadali. Eg kann minnast, at veðrið var ikki gott henda dagin, tí tað regnaði illa, sigur Peter Sigurd í stuttum í telefonini.

Hyggur tú nærri at myndina, so sæst, hvørjar umstøður spælararnir høvdu at spæla fótbólt. Tá spældu teir fótbólt á leirvølli og regnaði, vóru hyljar á vøllinum, og mangan stóð málverjin í einum runudíki. Nógvir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur, men einaferð vóru teir stjørnurnar hjá okkum smádreingjum, sum spentir sóu allar fótbóltsdystir í Gundadali.

Tíðirnar broytast eisini innan fótbóltin, og nú 52 ár seinni er alt broytt í Gundadali. Fótbóltsspælarar, sum fáa pening fyri at spæla, spæla á graslíkisvølli, har møguleikin er heilt annar at spæla góðan fótbólt, enn spælararnir á myndini kundu. Hugsi aftur í tíðina, so haldi eg, at spælarar í 1961 vóru minst líka góðir fótbóltsspælarar í 2013. Men tað vóru teir sjálvandi ikki, tí tá vandu fótbóltsspælarar ikki so nógv, teir nú gera, og liðini vóru ikki so nógv í tali, og dystirnir harvið ikki so nógvir. Men teir vóru okkara stjørnur, sum vit minnast aftur á við gleði. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply