Úr myndasavninum – Altíð áhugavert og spennandi at hoyra Johan Nielsen prest og fólkatingslim.

Kom fram á myndina av Johan Nielsen, sála, í umrøddu myndaskjáttuni. Johan var prestur bæði í Føroyum og í Danmark, og hann sat í samfull tjúgu ár á fólkatingi umboðandi Javnaðarflokkin í Føroyum. Hann var føddur í Sandvík 15. mars 1919 og andaðist 24. mai 1984. Vit eldru minnast henda braneggjaða og hittinorðaða prest, sum á sinni kom til Føroya at seta dám á fólkatingsvalini. Slíkir politikarar finnast ikki longur. Johan hevði orð í síni makt bæði sum prestur og fólkatingslimur, og fólk lurtaðu, tá Johan tók orðið.

Johan var fyrst valdur á fólkating 1960-1964, men so var hann varamaður fyri Petur Mohr Dam í fleiri styttri tíðarskeiðum 1964 til 1968. Síðani bleiv hann afturvaldur í 1968 og sat á fólkatingið líka til sín doyggjandi dag í 1984.

Fólkatingsvalið í Føroyum í 1960 snúði seg nógv um ætlaða Natostøðina í Mjørkadali, og eg síggi í teksti, at Johan Nielsen sigldi millum Norðoyggjarnar við báti hjá Føroya Bjór til valfundirnar til tess at tosa sína sak. Johan var jú sóknarprestur í Norðoyggjum árini 1956 til 1964. Síggi eisini, at Johan útvegaði heili 260.000 krónur til fólkatingsvalið frá bryggjarínum Norðstjørnuni í Keypmannahavn. Hetta var stór upphædd tá.

Johan nam sær í 1946 prestalærdómin á Bergen Katadralskúlanum og bleiv cand.theolog i 1953. Hann arbeiddi fyrst fyrifallandi arbeiði sum sjómaður í trý ár og kontórmaður fimm ár fyri síðani at gerast prestur í ymsum kirkjum í Keypmannahavn og árini í Norðoyggjum.

Johan Nielsen var litfagur maður, sum tosaði á heilt serligan ”humoristiskan” hátt við merkjaðari rødd og orð í síni makt. Síggi, at hann vísti á á sinnij, at sjálvandi minkar fólkatalið í Danmark, tí nú er frí fosturtøka, og kvinnan tekur ”pillara”, so hon ikki gerst við barn.

Vit hava mangan hoyrt seinnu árini, at færri og færri danir ganga í kirkju, og at kirkjur eru afturlætnar og brúktar til annað virksemi. Vinmaður segði mær, at hann einaferð var í kirkju í Keypmannahavn, har Johan Nielsen var prestur. Kirkjan var fullsett, og har komu altíð heilt nógv fólk í kirkju, tá Johan prædikaði.

Tá Johan Nielsen sat á fólkatingi, var einki føroyskt sjónvarp, men fólk sótu við stívum oyrum, tá Útvarp Føroya hevði samband við Johan í telefonini úr Danmark ella veljarafundum í Føroyum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply