Hondbóltur – Ungdómsvenjarar mugu læra spælararnar hondbóltsreglurnar

Tað, sum fer fram á hondbóltsvøllinum, má vera rættvíst. Stásiliga høllin á Hamrinum. (Mynd Vagnur)

Í vár eg í høllini á Hamrinum og sá nøkur dreingjalið spæla dystir, men eisini at síggja nýggju stásiligu høllina. Herfyri var eg Gundadalshøllini og sá aftur nøkur dreingjalið spæla nakrar dystir. Nógvir frálíkir spælarar og frálíkt spæl, men eg øtaðist í fleiri dystum, hvussu bæði einstakir venjarar og spælarar skikkaðu sær á vøllinum. – Kann tað veruliga vera so galið, at summir spælarar kunnu loyva sær at gera so nógvar ónollur á vølli uttan at tað verður revsað, ja, teir sleppa longri enn í bestu deildunum. Hvør hevur so skuldina, at so er? Sjálvandi í hesum førinum venjarin og tess felag.

Øll vilja vinna, og spenningur er í ”luftini” bæði hjá spælarum og foreldrum, men tað má vera ein greinsa. Endamálið er jú at læra tey unga at spæla hondbólt, at alt fer rættvíst fram, og at tey stuttleika sær.

Vit skulu minnast til, at gevur venjarin undir venjing spælarum loyvi at gera grovar eftirtaklingar, skump í ryggin, tá spælari er í luftini, hálsatøk og at læsa spælarar fastan við báðum ørmum, so flyta ungu spælararnir sjálvandi ónollurnar við sær til dystirnar.

Tá so dómarin dømir eftir reglunum, so gerast spælarar uppøstir og venjarin við. Hetta er ógvuliga óheppið fyri hondbóltsspælið. Tað, sum eg sá í onkrun dysti, hoyrir ongastaðni heima. Nakrir spælarar sluppu alt ov langt, sum dómarin ikki dømdi. Har vóru bæði ávaringar, útvísingar og eitt reytt kort, sum ikki bleiv dømt.

Somu hondbóltsreglur mugu sjálvandi galda fyri tey ungu sum tey eldru, tí var keðiligt at síggja einstakar dómarar døma yngru liðini hesar dagar. Oftast stendur dómarin stillur á miðjuni, og tí ikki kann síggja alt. Feløgini mugu seta tveir dómarar til dystirnar og seta krøv til dømingina. Sjálvandi áttu spælarar í bestu deildini eisini at dømt nakrar dystir. Tað gjørdu vit, tann tíð tað var.

Ungdómsvenjarar mugu læra tey ungu hondbóltsreglurnar undir venjing, so teir ikki koma í trupulleikar í dystunum. Eisini hvussu teir uppføra seg á skiftingarbeinkinum.

Nú er tað soleiðis, at nógv ung lið verja langt frammi á vølli, sum riggar væl í yngru deildunum, men mangan ikki riggar væl í eldru deildunum. Hetta er nakað við støddina av spælarum og vølli.

Kom at tosa við eldri spælara, sum helt, at hondbóltsspælið i yngru dreingjadeildunum er vorðið nógv betur seinnu árini. Har var eg ikki heilt samdur. OK. Teir spæla við smærri bóltum, og teir spæla skjótt, men eg hevði torført at fáa eyguni á gott skipað verjuspæl.

Vi at enda heita á HSF, feløgini og ungdómsvenjarar um bera so í bandið, at hondbóltsspælið og dømingin ganga hond í hond. At tey ungu fáa rættvísa viðferð. Og tað ger einki, um dómarin í yngstu deildunum steðgar spælinum nøkur sekund og fortelur í stuttum, hvat ikki er loyvt í hondbóltsspælinum. Hetta skilja tey ungu, og tá er eisini nógv vunnið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply