Nøkur heilt góð minni um fyrrverandi starvsfelagan Freddy William Cook

Freddy lærdi til bilsmið hjá Vilhelmi Nielsen. Her sæst hann á SAAB verkstaðnum Yviri við Strond.

Á Skansavegi 6 stóð einaferð gamalt ljósagult hús við tveimum íbúðum, men húsið er ikki til longur, tí tað mátti lúta fyri útbyggingini av Tórshavnar havn. Kom at hava ávíst tilknýti til hetta hús, tí starvsfelagin Frederick William Cook, sáli, róptur Freddy, var uppvaksin í húsinum. Fyrstu húsini á Skansavegi 6 vóru bygd miðskeiðis í 1800-talinum, men húsini vóru seinni umvæld og víðkað, so tvær íbúðir vóru í húsinum. Minnist, at í syðru íbúðini búðu ógiftu systrarnar Helena og Lorenza og í hinari íbúðini Niels og Elspa á Krákusteini við familju. Helena, Lorenza og Niels vóru systkin.

Tá eg í 1967 kom í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, kom eg skjótt at kenna heilt væl Freddy, sum tá arbeiddi sum sveinur á verkstaðnum. Eg arbeiddi sum lærlingur mangan saman við Freddy, sum fyri tað mesta umvældi dieselmotorar í nógvu lastbilinum, sum Vilhelm Nielsen seldi. Dieseloljan var tá ikki so rein sum nú, og tí var ógvuliga vanligt at reinsa og slípa ventilar og fresa toppstykki, tí dieseloljan sótaði so illa.

Myndin er frá 1957, tá íslendingar skipaðu fyri bjargingarroynd. Húsini Skansavegur 6 hjá Freddy og teimum síggjast mitt í myndini

Pápi mín arbeiddi í Smæruni, og hann kendi heilt væl bæði børn og vaksin í húsinum á Skansavegi 6. Og tá eg koyrdi vøru við Smærubilinum í summarfrítiðini, var eg mangan á gátt við vøru til Elsbu á Krákusteini, henda altíð fyrikomandi og blíða eldri konan. Minnist ikki mannin Niels, sum doyði í 1958. Niels og Elsba áttu børnini Sannu, Ellu, Petur, Dánjal, Hannu, Helga og Lorenz.

Synirnar kendi eg, men ikki systrarnar Hannu og Ellu, sum blivu giftar við enskum hermonnum og fluttu til Onglands eftir kríggi. Síðani var tað Sanna, sum eg heldur ikki visti um. Skjótt gjørdist eg forvitin um henda Freddy, sum eg frá pápa mínum fekk at vita var sonur Ellu og bretskan hermann, og at mamman Ella nú búði í Onglandi við manni og børnum.

Freddy lærdi til bilsmið hjá Vilhelmi Nielsen og arbeiddi har sum sveinur í nógv ár. (Mynd Bergur Jensen)

Minnist eisini, at mest sum hvørt summar vitjaði Niels, beiggi Freddy, í Føroyum, og mangan stakk hann inn á gólvið á verkstaðnum. Tosaði tú um fótbólt við beiggjarnar, so var alt Everton, og sum eg skilti tá, vóru teir meira áhugaðir í fótbólti, enn vit onnur vóru. Umfram beiggan Niels átti Freddy eisini systrarnar Gladis og Eydnu.

Freddy arbeiddi í tvey ár sum bilsmiður í Liverpool. Her á verkstaðnum hjá Saab Yviri við Strond. (Myndaeigari John Vilhelm)

Havi mangan hugsað um, hvør segði mær áhugaverdu søguna, hví Freddy var uppvaksin hjá abbanunum og ommuni á Skansavegi 6 og ikki var farin við mammuni og pápanum til Liverpool.

Eftir kríggi í 1945 fóru mamman Ella, maður hennara og Freddy, sum tá var trý ára gamal, til Onglands. Men Freddy longdist illa aftur til Føroya og serliga eftir ommuni, abbanum og Lorenz, sum var trý ár eldri enn Freddy. Søgan um barnaárini hjá Freddy er mær fortalt soleiðis:

Tvey ár seinni vóru tey á vitjan í Føroyum, og tá tey skuldu fara aftur til Onglands og vóru ávegis umborð á skipið, var Freddy ikki at finna. Hann hevði krógvað seg, tí hann vildi ikki aftur til Liverpool. Tá var tað omman Elsba, sum segði við dóttrina: – Lat bara smádreingin vera hjá okkum eina tíð aftrat, so kunnu vit seinni syrgja fyri, at onkur kemur við honum til Liverpool. So var gjørt, men Freddy fór ikki aftur til Liverpool.

Ella og maðurin fingu trý børn aftrat Freddy, og vóru tey Niels, sum mangan vitjaði í Føroyum, og Gladis og Eydna. Eg arbeiddi hjá Vilhelmi Nielsen frá 1967 til og við 1974, tá leiðin gekk á Læraraskúlan, men eg hevði altíð meir og minni samband við Freddy.

Freddy hevði annars nært samband við familjuna í Liverpool, og hvørt summar var hann á vitjan. Minnist, tá Teistin og Smyril fóru at sigla til Skrabster, og Freddy hevði bilin við til Onglands.

Freddy andaðist brádliga í 2000 (Mynd Vagnur)

Freddy segði mær mangan, hvussu stórt ynski foreldrini høvdu, at hann flutti til Liverpool. Seinni í lívinum gjørdi hann eina roynd, sum vardi í tvey ár.

Hann kom at arbeiða á einum bilverkstaði í Liverpool, og eg minnist, hvussu hann øtaðist, hvussu villir allir menninir vóru í fótbólti. Teir tosaðu fyri tað mesta bara um bilar og fótbólt, og teir veddaðu bæði á verkstaðnum og í landsveddingini um dystirnar. Men eftir tvey ár í Liverpool vildi Freddy heimaftur til Føroya.

Freddy arbeiddi alt lívið sum bilsmiður. Fyrst hjá Vilhelmi Nielsen, síðani hjá Karlo Petersen úti í Marga í Grønlandi, og til seinast hjá SAAB yviri við Strond, har John Vilhelm, sum eisini hevði lært hjá Vilhelmi Nielsen, var leiðari. Freddy andaðist knappliga í ár 2000. Eftir hava vit minnini um henda fitta starvsfelaga, sum brádliga fór alt ov tíðliga.

Uppískoyti

Í 2008 gav Heri Kragesteen út bókina ”Memoirer og Autobiografi”, sum er tilfar, sum langabbi hansara Sámal á Krákusteini sjálvur skrivaði. Talan er um 151 síður handskrivað skjøl, sum Heri reinskrivaði og gav út. Sámal hevði alt sítt lív skrivað dagbøkur.

Sámal (1852–1932) var politistur og traðar- og útróðrarmaður, og Sámal og konan Susanne áttu børnini Johannu Margrethu, Niels, Hjalmar, Anton, Helenu og Lonrenzu. Sámal var sum sagt langabbi Hera, sum gav bókina út, og Freddy, sum eg hugleiði um omanfyri.

Tilfarið í bókini er áhugavert, og er talan um samtíðarmynd av lívinum serliga í Havnini og har um leiðir, soleiðis sum tað sá út hjá einum havnarmanni, sum breyðføddi seg og síni sum politistur og traðar- og útróðrarmaður.

Niels, Elsba og børnini. Standandi f.v: Sanna, Ella, Petur og Dánjál. Fremst f.v: Elspa, Hanna, Niels, Helgi og Lorenz i fanginum á pápanum. (Mynd. Úr bókini um Sámal á Krákusteini).

Kragesteen – á Krákusteini

Eftirnøvini Kragesteen og á Krákusteini eru áhugaverd nøvn í sambandi við fyrrverandi starvsfelagan Freddy William Cook. Tað var Daniel F. Samuelsen, timburmaður og  oldurabbi Freddy, sum miðskeiðis í 1800-talinum bygdi fyrstu húsini á Skansavegi 6. Síðani vóru húsini seinni umvæld, útbygd og nú tíverri burturbeind.

Síggi í bókini um Sámal á Krákusteini, at navnið Kragesteen/á Krákusteini stavar frá steini skamt frá húsinum á Skansavegi 6. Tað var siður frá gamlari tíð ólavsøkudag, tá tingið var sett, at brenna krákunev og nev frá øðrum rovfuglum á umrødda steini. Umframt krákunev brendu tey eisini nev frá øðrum rovfuglum sum smyrli, baki og skúgvi á steininum, men ravnanevini vóru altíð flest. Steinurin mátti eins og húsini á Skansavegi 6 lúta fyri havnarútbyggingini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply