Eg sá ein ótrúliga vakran geitarbukk á Hvítanesi (e)

Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)
Geitarbukkur er eitt ótrúliga vakurt og hábærsligt djór. (Mynd Vagnur)

Mánadagin seinnapart spákaði eg millum húsini á Hvítanesi, tí eg ætli at skriva eina grein um bygdina. Eg tók nakrar myndir, sum eg skal brúka saman við eldiri myndum í grein um Hvítanes. Greinin er ikki skrivað, men millum nøkur hús á Hvítanesi fekk eg mánadagin eygini á tvær vakrar geitir. Eg eri vitandi um, at fólk hava havt geitir á Hvítanesi á mínum ungum døgum, og at fólk fóru útferð úr Havn niðan á Hvítanes at hyggja at geitum og annars spáka í bygdini.

Tað er okkurt við geitum, sum er so dragandi. Kanska stavar hetta frá ævintýrunum, har geitin hevur serligan leiklut. Og so er tað útsjóndin, hesi langu oyrini og serligu hornini. Geitarbukkurin sýnist so hábærsligur á at sjá. Ein eldri hvítanesmaður segði mær, at geitir vóru á Hvítanesi, tá ið hann var smádrongur. Tað var serliga geitarmjólkin, sum hevði størsta áhugan, tí geitarmjólkin varð seld til Sanatoriið í Hoydølum. Tuberklasjúklingar fingu geitarmjólkina, hon skuldi vera nógv betri tl sjúklingarnar enn kúgvarmjólkin. Hvítanesmaðurin visti ikki at siga, um fólk á Hvítanesi ótu geitarkjøt.

Henta geitarhonin stóð bundin skamt frá geitarbukkinum. (Mynd Vagnur)
Henta geitarhonin stóð bundin skamt frá geitarbukkinum. (Mynd Vagnur)

Eg havi áður skrivað grein um geitir, tá ið eg vitjaði Andrias Reinert við Villingardalsvegin. Hann hevur bæði vaksnar geitir og nøkur geitarsmálomb. Í samrøðu við meg segði Andrias millum annað soleiðis:

– Geitir tola nógv minni kulda enn seyður, tær eru ikki eins ullaðar og seyður og tí krillutar og eru nógv meira inni enn føroyski seyðurin. Hesar geitir fekk eg fyri fimm árum síðani. Tær komu fyrst á Rásini í Eysturoynni og  komu síðani til mín. Annars stavar hetta slagið úr Suður Afrika, kjøtið smakkar ótrúliga væl bæði feskt, ræst, og mær dámar turra kjøtið betri enn tað føroyska. Tað eru tey sum siga, at geitarskjøt smakkar einastaðni millum seyðakjøt og kálvakjøt.

Tað sæst tíðuliga, at geitarbukkurin ikki er geldur. (Mynd Vagnur)
Tað sæst tíðuliga, at geitarbukkurin ikki er geldur. (Mynd Vagnur)

– Geitirnar lemba tvey ella trý lomb, og ein geit hjá mær hevur tvey lomb. Geitarbukkarnir mugu geldast, annars kanst tú ikki hava teir inni. Teir eru alt ov villir og eru ikki at hava við at gera. Tað er stuttligt at hava geitir, tí tær eru at kalla fitt og friðarlig húsdjór. Her sært tú tveir geitarbukkar, sum verða flettir í heyst, segði Andrias tá við undirritaða.

Tað sást tíðuliga mánadagin, at geitarbukkurin á Hvítanesi var ikki geldur, tí annars var hann ikki bundin í ketu. Tú sást eisini, at geitarbukkurin vildi sleppa at geitini, sum er ein hon, og sum stóð skamt frá geitarbukkinum. Sum eg skrivi omanfyri,  er nakað dragandi við geitum. Serliga er geitabukkurin so hábærsligur á at sjá. Einaferð í næstum leggi eg á heimasíðuna grein um søguna hjá bygdini Hvítanes. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply