Úr myndasavninum – Tá fólk fóru frá húsum í øllum veðri at spæla bingo

Tey spæla bingo í høllini á Nabb, sum ungu róptu høllina.

Tá Ítrótta-og samkomuhøllin á Nabb gjørdist veruleiki seinast á heysti 1970, fekk høvuðsstaðurin fleiri møguleikar at skipa fyri stórum tiltøkum. Og tað var skjótt, at útlendskir tónleikabólkar komu til Føroya, men eisini vóru aðrir møguleikar.

Fleiri útlendsk hondbóltslið vitjaðu í oyggjunum, og fleiri hondbóltsdystir vóru eisini spældir – eisini landsdystir. Men so var eisini skipað fyri stórbingo, sum tey róptu bingospølini í hallunum. Hundraðtals fólk streymaðu i høllina á Nabb at spæla bingo.

Vit í Neistanum skipaðu eisini fyri slíkum bingospølum, og eg minnist, at fólk komu til dyrnar í góðari tíð, so tey kundu velja sær ávísar bingoplátur. Hondbóltsspælarar fóru til fyritøkur og handlar at útvega vinningar, men so keyptu vit eisini stórar vinningar. Tað vóru bæði uttanlandsferðir við flogfari og skipi.

Alt hevur sína tíð og eisini tey stóru bingospølini. V4 koma á breddan og seinni Gekkurin. Tó so, vit hoyra framvegis í útvarpi, at felagsskapir skipaða fyri bingospæli tó ikki ítróttahallum. Myndin omanfyri má vera frá seinast í 1970-árunum ella nøkur ár seinni.

Kann til stuttleika nevna, at fyri at tunnilin kom millum Kollafjørð og Kalbaksbotn, skipaðu tey fyri bingospæli í Tórs Kaferia í Havn. Ein mammubeiggi mín í Kollafirði segði mær, at sjálvt Ùtvarpið boðaði frá, at koyrilíkindini vóru vánalig á Oyggjarvegnum, so vóru serliga nakrar konur so villar at spæla bingo, at fóru kortini til Havnar at spæla bingo. Sum onkur segði tá: Bingofepurin hjá summum var ólekiligur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply