Tvey kend andlit – Rubek var við í spoyturoyndini á Reyni í 1962

Gimme og Rubek í Vágsbotni. Perlan kemur undan høgrumegin og bensinstøðin á horninum.
Gimme og Rubek í Vágsbotni. Perlan kemur undan høgrumegin og bensinstøðin á horninum.

Áhugavert at síggja júst hesa myndina, tí eg kendi Arngrím Reinert róptur “Gimme”, og eg minnist Rubek Rubeksen, sum var serliga havnarmynd. Rubek var søgufróður og væl dámdur maður, sum altíð såst í Vágsbotni, har hann arbeiddi sum avgreiðslumaður í goymluhølunum hjá Mejarínum. Postbátarnir løgdu at í Vágsbotni. Men fyrst nøkur orð um Gimma. 

Gimme var føddur 15. september 1920 og doyði 11. august 2001. Hann var sjómaður, og sum eg kendi. Minnast hann best í frambygda bátinum selja fisk í Vágsbotn. Haldi, at Niclas í Koltri smíðaði bátin. Gimme fekk navnið seyðagimme, tí hann var kringur við seyðadorgini. Hann royndi eftir seiði serliga suðuri á Glyvursnesi, á Skansaboðanum og út fyri Nólsoyarbygd. Uttan iva vóru seiðaplássini fleiri.

Gimme var sonur Gustav á Sundi og beiggi Jakku, sum eisini var sjómaður og varð róptur Kalvajakku, tí hann var ógvuliga kønur og evnaríkur, tá talan var um at fiska kalva. Jakku átti á sinni deksbátin Tjørnunes.

Lítið er broytt í Vágsbotni. Myndin er frá 1930 árunum.
Lítið er broytt í Vágsbotni. Myndin er frá 1930 árunum.

Kona Gimma æt Agnas og var úr Kalbak. Tvær vóru sytrarnar, sum eg ikki kendi. Eftir skúlatíð í Eysturskúlanum kom eg mangan í Undirhúsið í Vágsbotni. Tá var bensinstøð har, og nógv fólk komu í Undirhúsið eisini Gimme. Eg plagdi at frætta hann, hvussu gekst við útróðrinum, tí hann royndi eisini við dorg eftir toski mangan vestan fyri Hest og Koltur.

Hann plagdi at siga, at hann fekk ikki roynt so leingi sum hinir bátarnir, tí motorurin í bátinum var ikki so stórur, tí mátti hann passa sær sjóvarfallið soleiðis, at hann slapp um Kirkjubønes og ikki hevði mótrák til Havnar. Síggi fyri mær allar seiðatekkjurnar í Vágsbotni, sum hann seldi til fólk. Og nógvur seiður varð seldur, sum fólk virkaðu til knettir, frikkadellur og hongdu upp at ræsa.

Vit plagdu við kikara í vindeyganum hjá okkum við Landavegin at fylgja bátum í Nólsoyarfirði. Ein dagin sá eg Gimma liggja so tryggjar mitt í fjørðinum á leið, har tú sært Glyvursnes og Kirkjubønes yvir eitt. Seinnapartin var eg í Vágsbotni, og tá spurdi eg Gimma, um fiskur var komin í fjørðin. Jú, ein árgangur var júst komin. Dagin eftir fór eg við snørinum í sama stað. Jú, smáfiskurin var har, jús sum Gimme segði.

Rubek var søgufróður maður

Rubek var føddur 26. september 1888 og doyði 6. august 1976. Eg minnist væl Rubek, tá hann arbeiddi í Vágsbotni. Hann tók ímóti Mjólkabátunum og syrgdi fyri, at farmurin og mjólkin komu á rætta pláss. Sumt skuldi í pakkhúsið, har Bátafelagið nú heldur til ella rættari sagt hevur bygt nýggjan bygning.

Trý kend andlit. Frá vinstu Johan Shell, Rubek og Jón hjá Gynni. (Mynd Tóshavnar sløkkilið 50 ár)
Trý kend andlit. Frá vinstru Johan Shell, Rubek og Jón hjá Gynni.

Rubek og tey vóru fimm systkin. Jens Petur Rubeksen róptu Petta Post, Kristian Martin Rubeksen, sum var skipari á mjólkabátunum Sigmundi og Tróndi, Georg Rubeksen, sum flutti til Norra og Anna Katrina Rubeksen gift Andersen, sum flutti  ung til Danmarkar. Barnaheimið hjá teimum var beint við Margarinfabrikkina.

Kend mynd av Rubeki frá 1962. Andre Andresen til vinstur og Símun Poulsen til høgru.
Kend mynd av Rubeki frá 1962. Andre Andresen til vinstu og Símun Poulsen til høgru.

Sjálvur kendi eg ikki Rubek, men mangan varð tikið til, at hetta segði Rubek. Eg havi spurt havnarmann, hvat serligt var við Rubeki, tí øll vóru góð við henda mannin, sum altíð var í góðum lag og hevði nógv at siga frá. Maðurin sigur soleiðis:

– Rubek var tiltikin frásøgumaður og visti alt millum Himmal og jørð. Hann hevði orð á sær at taka mangan í og so rívan til og reypaði nakað nógv. Heilt væl dámdur maður, sum fólk vóru góð við. Nógvar eru søgurnar, sum fólk enn minnast. Kristian Martin beiggi Rubek var skipari á mjólkabátunum, og Rubek sigli eisini eitt skifti við bátunum. Hetta segði Rubek, var mangan tikið til, og enn eru kendar søgur, sum Rubek segði frá. Hann hevði uttan iva góðan “fantasi”, sigur havnarmaðurin í stuttum.

jhjhjh
Frá vinstru Johan Shell, Rubek Rubeksen, Óli Arge og Andre Andresen.

Eg minnist serliga hending, tá brandroynd við gomlum amboðum var úti á Reyni seinast í 1962. Eg var tá tólv ára gamal og eygleiddi brandroyndina. Vatn mátti fáast við hond frá sjóvarmálanum, og skótar við spannum gjørdu kedu frá pumpuni og oman Vágsbotn. Alt endaði við at Rubek, Johan Shell og Òli Arge sproytaðu á áskoðararnar, sum nógvir fingu karm. Ein minnilig løtu hjá okkum ungu. Myndirnar frá sproyturoyndini í 1962 eru úr bókini Tórshavnar sløkkilið 50 ár, sum Niels Juul Arge legði til rættis. Tórshavnar býráð skipaði fyrsta sløkkiliðið í 1933, og minningarritið kom út í 1983. Brandsproytan á myndunum er frá 1776, og er fyrsta brandspoyta í Føroyum. Hon er varðveitt. (Vagnur)

hjhjhj
Brandmenn og hjálparfólk eftir eina sera skemtiliga sproyturoynd úti á Reyni í 1962. Allir kend andlit í Havn. F.v: Jacob Simonsen, Kaj Simonsen, Martin Mortensen, Arnold Hansen, Thorstein Mortensen, Súni Thomsen, Thomas Thomasen, Johan Michelsen, Hendrik Jacobsen, Óli Arge, Zacharias Reynagarð, Andre Andresen, Jón Hansen,  Edward Mitens, Rubek Rubeksen, Sigfred Skaale, Svend Poulsen, Kiss Samuelsen, Johan Johansen, Gregorius Gregoriussen, Símun Poulsen og Jacob Midjord.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply