Úr myndasavninum – Søguligur 3. realflokkur í tá nýggja Venjingarskúlanum

Næmingarnir á myndini eru: Fyrst lærarinnan ovast til vinstru Sigrun Nolsøe, síðani næmingarnir Annika Nolsøe, Hildur Patursson, Randi Nolsøe, Dorthea Winther, Elin Reinert,  Bergur Thorsteinsson og Torbjørn Michelsen, Næstaftast til vinstru: Guðrun Rein, Marjun Jacobsen, Maud á Fløtum, Birita Mohr, Elsba Olsen, Anna Hansen, Herman Oskarsson og Svanbjørg Vang. Triðjaftast frá vinstru: Kristianna Poulsen,  Anna Dagmar Hansen, Anna Maria Nielsen, Miriam Hansen,  Bergljót Debes  Hentze, Hjørdis Mortensen og Jóna á Dul
Lærararnir fremst frá vinstru eru: Bjarni Holm, Hans Andreas Joensen, Jórun Simonsen, Sverri Jacobsen, Pauli Nielsen og Hans Holm. Næmingurin Eliesar Jacobsen vantar á myndini.

Floksmyndin omanfyri er av skúlanæmingum í Venjingarskúlanum er søgulig, tí í august mánað í 1968 komu næmingarnir ymsastaðni frá at ganga í 2. real í nýggja Venjingarskúlanum. Skúlan var annars vígdur á hvítusunnu 1969. Um hetta mundið vaks Havnin skjótt, og tørvur var á nýggjum stórum skúla, sum skuldi hýsa bæði Føroya Læraraskúla og so barnaskúla/ungdómsskúla. Minnist, at myndin omanfyri hekk á veggi á einum av lonunum, tá eg gekk á Læraraskúla.

Beiggi mín Torbjørn er á myndini, og hann sigur, at næmingarnir í flokkinum komu úr ymsum skúlum í Havn. Sjálvur gekk hann í 1. real heima í Realskúlanum, og flokkurin á myndini er fyrsti 2. realflokkur, sum koma at ganga í Venjingarskúlanum. Hetta var í 1968.

Venjingarskúlan var vígdur á hvítusunnu 1969. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Minnist eisini, tá Tórshavnar kommuna tók trøðna hjá okkum til skúlan, tí eigararnir fingu bara nakrar krónur fermeturin fyri trøðna, meðan onnur serliga í eysturbýnum spunnu guld at selja traðir til sethús. Hetta hildu vit vera ógvuliga órættvíst. Minnist tey tosaðu um orðið “ekspropriera”, sum merkir ognartaka. Kommunan ognartók einar fýra traðir frá Landavegnum oman í Hornabø. Vit hildu eisini lítið um danska sniðið á skúlanum, tí so nógv byggilendi fór til spillis millum ymsu lonurnar.

Nú er so Venjingarskúlin søga og samanlagdur við øðrum skúla til Skúlan á Fløtum, har einir túsund næmingar skulu ganga. Fyrsti skúlastjóri í Venjingarskúlanum var Jeffrei Henriksen, sum var stjóri frá 1968 til 1980. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply