Úr myndasavninum – Alt hevur sína tíð her á fold

Frá vinstru Hans Pauli Johannesen, Kjartan Mohr, Svend Thulesen og Ejler Jacobsen eru royndartúr við Skálabergi minnist meg rætt í 1976.

Alt hevur sína tíð her á fold. Herfyri sóu vit í Sosialinum myndir av 25 persónum, sum sótu við ”maktini” í samfelagnum. Millum annað vinnulívsfólk, sakførarar og politikarar. Hetta eru alt fólk, sum vit meiri og minni dagliga  síggja í fjølmiðlunum.

Alt hevur sína tíð her á fold, og teir fýra á myndini omanfyri settu so sanniliga teirra fingramerki á samfelagið á hvør sín hátt og vóru mangan at síggja í fjølmiðlunum. Teir eru nú allir farnir. Frá vinstru Hans Pauli Johannesen skipari og stjóri, Kjartan Mohr, stjóri og politikari, Svend Thulesen, stjóri og Ejler Jacobsen, skipari og reiðari.

Hans Paula Johannesen (1917-1988) minnist eg frá ungum árum, tá vit dagliga komu oman á Vestaru bryggju og sóu stásiliga trolaran Fiskanes liggja við bryggju og landa saltfisk. Havi eisini lisið bókina Jól á Halanum, sum Óli Brechmann skrivaði um Hans Paula.

Tað vóru brøðurnir Hans Pauli, Kaj, Andrias, Napoleon, Svenning og Óli Johannesen, sum saman við Esmari Fuglø stovnaðu Føroya Saltsølu í 1956. Síggi fyri mær Hans Paula seinnu árini ganga á bryggjuni í hatti og práta við fólk. Sum bróðurin Svenning segði mær einaferð við smíli: Hans Pauli hoyrdist, hvar hann kom og var.

Kjartan Frits Mohr (1899 – 1979) var býarmynd, og vit ungu, sum komu nógv oman á Skipasmiðjuna, minnast Kjartan væl. Hann slóðaði í 1936 fyri nýggjari skipasmiðju í Havn, har teir umvældu og smíðaðu skip. Minnist eisini dagan 3. juni 1961, tá skúlarnir í Havn fingu frí, tí nú skuldi fyrsta stállínuskipið av bakkastokki. Skipið æt Porkeningur.

Umframt stjóri, var Kjartan eisini býar-og landspolitikkari. Hann var í býráðnum frá 1949-1964 og 1969-1976, har hann var borgarstjóri 1949-1951 og í 1971. Í løgtinginum sat hann langt tíðarskeið frá 1954-1978. Kjartan var eisini rossamaður, og vit ungu hava onguntíð riði á rossi hjá Kjartani.

Svend Thulesen (1928 – 2011) var prestasonur í Vági og búði har til 1943. Hann lærdi til civiløkonum í Danmark og arbeiddi eitt skifti sum roknskaparmaður hjá Golgate Palmolive, til hann gjørdist stjóri í Nordafar. Í heili tretivu ár (1966-1996) var hann stjóri í stóru fyritøkuni J.F. Kjølbro.

Hoyri hann fyri mær í útvarpinum við serligu dialektina, har suðuroyarmálið eisini kom til sjóndar. Eftir nógvu árini í Klaksvík flutti Svend og tey til Danmarkar.

Ejler Jacobsen (1930-2010) skipara og reiðari minnist eg fyrstu ferð, tá hann var skipari á báti Beini/Bresti hjá Axeli Hansen. Havi seinni lisið áhugaverdu bókini um Ejler, sum Óli Brechmann skrivaði. Føroyingar høvdu í nógv ár fiskað sild við gørnum norðanfyri, men nú hevði Ejler sett seg inn í at fiska sildina við nót, sum hann hevði lært frá norðmonnum. Hetta royndi hann við bátum hjá Axeli Hansen Bresti og Beini.

Seinni spann hann gull við nýtímans kraftblokkaskipinum Sólborg, sum at læt byggja sjálvur, og síðani kenna vit søguna um gullskipið Krúnborg. Alt hevur sína tíð her á fold. Tórshavnar Skipasmiðja eitur nú Mest og er farið á aðrar hendur, Saltsølan er vorðin til skúlastovur, Krúnborg er farin á aðrar hendur, meðan J.F.Kjølbro er framvegis har tó eisini farið á aðrar hendur.  Myndina omanfyri fekk eg, tá tey ruddaðu upp eftir myndablaðnum Nú. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply