Føroyska bókin – Siglandi arvurin forvitnislig og frálík bók

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)
Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg havi ummælt nakrar føroyskar bøkur á mín egna hátt. Í hondini havi eg nú bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð eftir Óla Olsen. Forvitnislig, sera væl skrivað og væl uppsett bók, sum kom út í 2013.

Elias í Rættará bátasmiður. (Mynd Siglandi arvurin)
Elias í Rættará bátasmiður. (Mynd Siglandi arvurin)

Rithøvundurin fer fyrst í bókini aftur í tíðina, tá Nólsoyar Páll í 1803 keypur rovini av einum skipi, sum var farið á land í Hvalba. Hann bygdi síðani Royndina Fríðu, sum fór av bakkastokki 6. august 1804. Áhugavert at fáa at vita, at longu í 1810 fer deksfar av bakkastokki í Suðuroy, og deksfør um hesa tíðina eru smíðað úti í Nólsoy.

Í 1856 fer einahandilin í søguna, og Føroyar fóru at broytast frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag. Føroyingar keypa sluppir úr Bretlandi, men tað gongur striltið at fáa føroyingar at taka við nýggjum veiðiamboðum og veiðiførum.

Síðani leiðir rithøvundurin okkum kring landið, har menn hava smíðað deksfør. Vit eru fyrst í 1900 talinum. Teir smíða deksfør millum annað í Havn, á Skála og á Strondum, í Fuglafirði, í Vestmanna, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági. Góð frássagnir og frálíkar myndir, har vit síggja, hvussu deksførini verða plankaði upp.

Mín serligi áhugi í bókini er bátasmíð í Havn, tí eg havi altíð hoyrt um Elias í Rættará, sum livdi frá 1872 til 1925. Eg visti, hvar hann hevði búð í Rættará, og at hann hevði smíðað deksfør í Álakeri.

kjkkj
Til vinstru Høgkai, har Elias í Rættará smíðaðu fyrstu deksførini,  áðrenn hann bygdi sær verkstað í Álaker. (Mynd Siglandi arvurin)

Áhugavert at fáa at vita, at Elias í Rættará smíðaði fyrsta deksfarið á Lágukai í Rættará, júst har, sum vit spældu sum ungir, og sum í dag er vakurt mentunnarstað. Elias í Rættará, sum var úr Hvalvík, smíðaði 9 tons stóra deksfarið Maria í fyrst í 1900. Annað deksfarð Eli fór av bakkastokki 26. august 1901. Elias fer síðani til Noregs at læra seg skipasmíð, og longu í 1902 -1903 er hann aftur í Føroyum og smíðar 24 tons stóra seglskipið Prøven.

Vinstumegin verkstaðurin hjá Eliasi í Rættará og høgrumegin verkstaður hjá Laurits í Mortansstovu. Gomlu neystini í Álakeri standa enn. (Mynd Siglandi arvurin)
Vinstrumegin verkstaðurin hjá Eliasi í Rættará og høgrumegin verkstaður hjá Laurits í Mortansstovu. Gomlu neystini í Álakeri standa enn. (Mynd Siglandi arvurin)

Í 1905 fer Elias úr Rættará út í Álakersvík, og nú skuldu deksførini hava motor ísettan. Deksførini gjørdust størri, og kundi Elias og teir smíða skip upp í 45 tons undir taki. Á síðu 39 í bókini er fyri meg ein ómetaliga góð og forvitslig mynd. Álaker fyrst í 1900 talinum, har vit síggja bátaverkstaðirnar hjá Eliasi í Rættará og Lauritsi í Mortansstovu. Verkstaðsbygningarnar eru tiknir niður fyri mína tíð, men tey trý neystini á myndina standa framvegis í Álakeri.

Farmaskipið Eli hjá vágsbotnhandlinum. Eli sigst at vera var fyrsta deksfarið í Føroyum, sum fekk motor. Tað var í 1902. (Mynd Siglandi arvurin)
Farmaskipið Eli hjá vágsbotnhandlinum, sum Elias í Rættará og teir smiðaðu. Eli sigst at vera fyrsta deksfarið í Føroyum, sum fekk motor. Tað var í 1902. (Mynd Siglandi arvurin)

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var í Álakeri vestanfyri tey trý gomlu neystini. Sjálvur fekk eg um endan av træskipasmíðnum í Havn. Minnist, tá Búgvin fór av bakkastokki í 1957, og tá strandfaraskipið Másin fór av bakkastokki 7. november 1959. Hetta var seinasta træskipið, sum smíðað varð á Tórshavnar skipasmíðju. Vit óvitar kendu mest sum allar menninar, sum arbeiddu á skipasmiðjuni, og stuttligt at síggja andlitini aftur á myndunum.

Strandfaraskipið Másin plankaður upp í 1958-59. (Mynd Siglandi arvurin)
Strandfaraskipið Másin plankaður upp í 1958-59. (Mynd Siglandi arvurin)

Má sigast, at tað var í tøkum tíma, at Óli Olsen fór at savna tilfar til bókina, tí eingir træskipasmiðir eru eftir í Føroyum. Skal tildømis stór umvæling gerast á gomlu varðveittu sluppirnar, má farast til Skotlands. Á Tórshavnar skipasmiðju er eingin træskipasmiðir longur. Hyggja vit at nógvu frálíku myndunum í bókini, so brúktu menninir ikki nýtímans amboð, har var vóru ongar maskinur. Tó kann eg nevna, at seinni sum smádrongur komu vit mangan á træverkstaðin hjá Tórshavnar skipasmiðju at biðja um hølvuspønir, tí vit brendu mangan bál við Landavegin. Á verkstaðnum vóru bandasagir og avrættarar. Hesin bygningur er ikki til longur.

Áhugaverd mynd har vit síggja bondini á Vón, sum fór av bakkastokki 15. juni 1940. (Mynd Siglandi arvurin)
Áhugaverd mynd har vit síggja bondini á Vón, sum fór av bakkastokki 15. juni 1940. (Mynd Siglandi arvurin)

Óli skrivar í bókini, at seinasta veruliga træskip smíðað í Føroyum, var 50-tonsarin Jøkul KG 407. Hetta var í 1978 í Klaksvík. Eg kenni væl Óla, sum sigur sigur mær, at hann var fyrst av monnum biðin at skriva bók um skipabygging í Føroyum, men hann fann skjótt útav, at best var fyrst at fáa frá hondini søguna um træskipini. Tí tað er jú í tøkum tíma, at arbeiðið verður gjørt, tí keldurnar kring landið fækkast. Hann segði mær, at hann hevur tosað við nógvar eldri smiðir kring landið, sum góvu hon gott íkast til bókina.

Jøkul úr Klaksvík er seinasta veruliga træskip smíðað í Føroyum. (Mynd Siglandi arvurin)
Jøkul úr Klaksvík er seinasta veruliga træskip smíðað í Føroyum. (Mynd Siglandi arvurin)

Fleiri sluppir, træskip bæði stór og smá eru varðveitt í Føroyum. Hetta eru felagsskapir, sum vilja varðveita gomlu træskipini. Tað er kostnaðarmikið at varðveita slík skip, og mangan stendur og fellur alt við tí fíggjarliga. Sum áður sagt omanfyri, havi eg í hesi grein bara skrivað um træskipasmíð í Havn, tí hetta er partur av mínari søgu. Í bókini er nógv annað frálíkt skrivað tilfar og nógvar frálíkar myndir frá træskipasmíði kring landið.

Jógvan Hansen í Skálum smíðaði í 1930 Òlav sum m.a sigldi við posti um Vestmannasund. (Mynd Siglandi arvurin)
Jógvan Hansen í Skálum smíðaði í 1930 Òlav sum m.a sigldi við posti um Vestmannasund. (Mynd Siglandi arvurin)

Bøkurnar, sum Óli Olsen hevur greitt úr hondurm eru: (2003) Sigling og útbúgving 1 – frá landnámi til okkara dagar. (2004) Sigling og útbúgving 2 – frá 1927 til aldamótið. (2007) Í Waffen SS – søgan um Sverra Djurhuus. (2013) Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð. Spennandi, hvat næsta bókin hjá Óla fer at snúgva seg um? (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply