Úr myndasavninum-Havnin fekk 25 metrar svimjingarhyl í 1959

(Mynd Bambus Fornminnissavnið)
Nógv eru góðu minnini frá uttandura svimjingarhylinum. (Mynd Bambus forminnissavnið)

Sum smádrongur minnist eg leivdirnar av gamla svimjingarhylinum, sum varð gjørdur í Gundadali í 1930 og stongdur í 1949. Einki vatn var í hylinum, og skiftingarrúmini, sum líktust arbeiðsskúrum stóðu har nakin og vóru um at detta niður. Men so komu tíðindini frá kommununi, at nýtíðar 25 metrar langur uttandura svimjingarhylur skuldi gerast í Gundadali. Vit høvdu tá lært okkum at svimja í hyljum í Sandá, har vit skiftu aftanfyri onkran stein. Havnarfólk fylgdu væl við, meðan hylurin varð bygdur, og so upprann dagurin í 1959, at nýggi svimjingarhylurin læt upp.

Í 1982 var nýggja innandura svimjihøllin bygd í Gundadali, og badmintonhøll var bygd omaná uttandura svimjingarhylin frá 1959. Fert tú í Badmintonhøllina og í skiftingarrúmini, er mest sum einki broytt frá 1959. Somu ferniseraðu veggirnir við nógvum kvistum, sum minnir okkum um farna tíð. Stórar vóru bíðirøðirnar fyrsta dagin, svimjingarhylurin lat upp í 1959. Nú hoyrdist um allan Gundadal, hvørja ferð tey róptu í hátalarum, at nú var svimjitíðin liðug. “Øll við gulum bondum skulu upp nú”, rungaði í hátalurum. Uttandura svimjingarhylurin var ikki opin alt á árið. Í vetrarmánaðunum var hylurin stongdur.

Nógv fólk vitjaðu altíð uttandura svimjihylin í Gundadali. (Mynd ÍSF 50 ár)
Nógv fólk vitjaðu altíð uttandura svimjingarhylin í Gundadali. (Mynd ÍSF 50 ár)

Skjótt kom lív í kappsvimjingina í nýggja hylinum. Kappsvimjing var ikki ókend í Havn, tí áður varð svomið kapp á Kongabrúnni serliga á ólavsøka, og tey svumu eisini kapp í svimjihylinum frá 1930. Áskoðarar streymaðu til kappsvimjingarnar í nýggja hylinum. Umframt kappsvimjingar skipaði Havnar Svimjifelag fyri stuttleika kappingum í hylinum, har svimjarar í stuttligum klæðum gjørdu ymisk kynstur frá trý metur vippuni, sum hon tá varð rópt. Eisini vóru serligar “stafettir”, har svimjarar svumu við ymiskum í munninum. Hetta hóvaði áskoðarunum. Sum tíðin leið komu eisini útlendskir svimjarar at vitja Havnar Svimjifelag.

Leiðari í Svimjingarhylinum var Ivan Carlsen, sáli, og seinni gjørdist Heri Olsen leiðari. Minnini er sjálvandi nógv frá tíðini í svimjingarhylinum frá 1959, og serlig minni eru heystdagarnar, tí tað kundi kava, meðan tú vart í hylinum. Serlig uppliving var at fara upp á “vippuna” og standa har eina løtu fyri síðani at leypa í heita hylin. Hetta var serlig kensla, og í kalda veðrinum sást dampurin úr hylinum langa leið. Nærkaðist tú hylinum luktaði tú klorið. Í 1982 kom nýggi stásiliga svimjihøllin í Gundadali, sum er væl røkt og framvegis er sum nýggj.

Sambært bókini Havnin – fólk og yrki var grivið út fyri svimjingarhylinum í 1953, og stoypiarbeiðið byrjaði í 1955, so tað tók sína tíð at fáa hylin lidnan. Møguliga vildi kommuna strekkja arbeiðið í nøkur fíggjarár, men hetta eru bara gitingar, tí í dag hevði tað ikki tikið meira enn eitt ár at bygt slíkan svimjingarhyl. Tað var byggifelagið Lamhauge & Waagstein, sum bygdi hylin. (Vagnur)

Tað var so skjótt, so skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappsvimjing. Myndin er frá ólavsøkuni í 1961. (Mynd Fornminnissavnið)
Tað var so skjótt, so skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappsvimjingum. Myndin er frá ólavsøkuni í 1961. (Mynd Fornminnissavnið)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply