Úr myndasavninum – Áskoðarin hevði eisini í 1931 sítt fasta pláss

Áhugaverd mynd úr Gundadali tikin í 1931. Òlavsøkudystur millum HB og TB. (Mynd Fornminnissavnið)

At síggja eldri myndir úr Gundadali er altíð nakað serligt, tí so nógv góð minni og kenslur eru knýttar at myndunum. Tað var langt niðan í Gundadal í mínum ungdómsárum. Vit áttu ikki bil, og busleiðin var eingin, men súkklan var til at taka. Tú skalt ikki hyggja leingi at myndini, so reika tankarnir, tí á bakkanum í norðara enda á vøllinum stóðu pápi mín og beiggjarnir á sama stað og hugdu at fótbóltsdysti. Vit vóru eisini har. Og soleiðis var eisini aðrastaðni um vøllin. Ymsu familjurnar høvdu sítt fasta pláss, og tað høvdu áskoðrararnir hjá útiliðnum eisini.

Myndin er tikin ólavsøkudag í 1931, og HB og TB spæla á vøllinum. Lílta reyða HB húsið, sum vit ikki síggja á myndini, stóð úti við ánna vinstrumegin. Áhugavert at síggja Sanatoriuvegin, sum hann tá var róptur, og at síggja ánna í turrveðri, so at súkkla kann leggjast frá sær í ánni. Var áin stór, og tað var ikki so sjáldan, so ráddi um at fáa fatur á bóltinum, áðrenn hann endaði niðri í býnum, um illa sjálvandi stóð til. Sum oftast vóru tað spælararnir sjálvir, sum lupu í ánna eftir bóltinum. TB vann ólavsøkudystin 2-1. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply