Íslendski HB venjarin Heimir Guðjónsson hevur tikið føroyska fótbóltin á bóli

Tróndur Jensen er vorðin heilt annar spælari, nú Heimir er komin í HB.

Ikki eri eg HB-ari og síggi ikki nógvar fótbóltsdystir, men fylgi væl við í útvarpi og serliga nógva fótbóltsprátinum í Vespureiðrinum, Kringvarpinum og Rás2 nú FM1. Hesir ”kønu” kunnu práta í tímar um fótbólt og eisini um dystir, sum ikki eru spældir. Minnist tíðliga í vár, tá teir ”kønu” mettu um møguleikarnar hjá HB, har onkur metti HB at røkka triðja plássið, meðan aðrir søgdu fjórða og fimta plássið. Men her fóru teir skeivir

Eitt er, at HB vinnur trygd uppiborið meistaraheitið, men annað er HB venjarin íslendingurin Heimir Guðjónsson úr FH, sum kom til Føroya, og eftir stuttari tíð broytti allan hugburð í HB og setti øll hini liðini so dyggiliga á pláss. Sum ein av teimum ”kønu” sigur: – Heimir borðreiddi við spæliskipan, sum passaði til HB liðið, men hetta kravdi, at menn vandu átta ferðir um vikuna eisini um morgunin, skuldu teir orka at fylgja hesi nýggju spæliskipan. Til tess at fáa kabálina at ganga upp, kom 29 ára gamli íslendingurin Brynjar Hløðversson við Heimir til Føroyar. Spyrt HB viðhaldsfólk, tú kennir, so siga tey Brynjar ar vera týdingarmesta spælaran á liðnum.

Áhugavert , hvussu skjótt hann fekk broytt hugburðin í HB.

Spælarar, sum vóru ov tungir, fingu boð at missa nøkur kilo, skuldu teir vera við. Eisini legði Heimir dent á mentala venjing sum joka. Men hvør er hesin Heimir Guðjónsson, sum í fleiri ár setti sítt fingramerki í FH og íslendskan fótbólt. Havi kagað eitt sindur til Íslands.

Heimir spældi sjálvur á besta liðnum hjá FH frá 2000-2005, har hann sum spælari vann meistaraheitið tvær ferðir í 2004 og 2005, síðani var hann tvey ár hjálparvenjari, men í 2008 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá FH, har hann vann meistaraheitið í 2008, 2009, 2012, 2015 og 2016, tað vil siga fimm meistaraheitið í tíggju ár. Í 2010 vann FH eisini steypakappingina.

Eitt er, at HB vinnur uppiborið meistaraheitið, men fyri meg og onnur er ógvuliga áhugavert at eygleiða, hvussu meistaraheitið er vunnið. Fótbóltsvenjari segði mær hesi orð: – HB spælararnir í miðal eru í nógv betri venjing frá kappingarbyrjan enn spælarar í hinum feløgunum. Heimir hevur borðreitt við eini spæliskipan og venjing, sum spælararnir skulu fylgja 100%. Allir spælarar kenna sína uppgávu, sum hevur ført HB liðið á meistarakós.

– Vit hava sæð HB lið, sum hevur havt nógmikið av orku eisini seinast í dystinum, liðið hevur rætt  og sætt trumlað hini liðini við hesum serliga pressfótbólti, har mótstøðuliðið ikki fær lætt a spæla sítt spæl. Ja, onkur sigur, at teir hava verið hepnir í fleiri dystum, men tú ert ongantíð heppin allar 27 dystirnar, sigur venjari, og hepni fylgir liðum sum søkja hepni, og hann heldur fram.

– Tað mest áhugaverda er, hvat hini liðini nú skulu gera, tí halda tey fram at venja fýra ferðir um vikuna, og HB eisini næsta ár venur átta ferðir um vikuna fyrst á árinum, so klára hini liðini heldur ikki at fylgja HB næsta kappingarár. Við somu gongd gerst HB liðið enn betri, so einfalt er tað, sigur venjarin.

Í føroyskum fótbólti ganga nógvir venjarar aftur ár um ár og skifta mangan felag. Feløg keypa útlendskar spælarar, sum koma og fara eisini í kappingarárinum. HB hevur í fleiri ár leita eftir loysnini, men ikki funnið hana. Venjarar og úlendskir spælarar eru farnir og komnir. Haldi eisini, at HB viðhaldsfólkini eru ógvuliga krevjandi í mun til tildømis B36. Orsøkin er uttan iva, at HB hevur vunnið so nógv.

Íslendingurin Brynjar Hløðverssson hevur styrkt munandi um HB liðið. (Mynd Álvur)

Vit kunnu nevna føroysk venjaranøvn sum Sigfríð Clementsen, Sámal Erik Hentze, Mikkjal Thomassen, Heðin Askam, Trygva Mortensen, Heðin Klakkstein og aðrar, sum uttan iva eru frálíkir venjarar, men nú kom Heimir Guðjónsson til Føroya og sá, hvat vantaði í føroyskum fótbólti og serliga í HB. Hetta er alt ómetaliga spennandi og áhugavert, og eftir stutta tíð gjørdi hann bart.Fyri meg og onnur er ikki nokk at hoyra HB spælarar siga, at samanhaldið er gott, tí sjálvandi er samanhaldið eisini gott í fleiri spælarahópum. Sjálvur haldi eg, at HB veruliga fekk luft undir veingirnar, tá liðið spældi javnleikin ímóti B36, tá B36 brendi tvey brotsskot. Og so var tað dysturin á Summarfestivalinum, sum endaliga staðfesti, at HB var á meistarakós. Eisini er áhugavert, at Heimir tók slitmannin Brynjar Hløtarsson við sær til Føroyar til tess at fáa HB kabálina at gonga upp.

Heimir Guðjónsson hevur sjálvandi høvuðsæruna, at HB vinnur uppiborið meistaraheitið. Spælararnir hava 100% fylgt venjingunum bæði á morgni og um kvøldið og hava trúð uppá mannin. Rætt gjørdu teir, og meistaraheitið í 2018 er skjáttuni. Áhugavert at fylgja við, hvussu hetta meistaraheitið var vunnið, og hvat hini liðini borðreiða við næsta kappingarár. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply