H71 fer um stutta tíð at seta seg á kvinnuhondbóltin í Føroyum

Væl frágingið arbeiði av H71 eftir so stutta tíð at kunna bjóða av heilt frammi oddinum.

Síðani H71 var stovnað í 1971 hevur felagið í ára tíggju mest sum bara verið eitt dreingja- og mansfelag. Skiljast á tann hátt, at her eru meistaraheitini vunnin. Men seinnu árini hevur felagið lagt alla orku í at fáa ment gentudeildirnar, og henda menningin er gingin so mikið skjótt og væl, at longu nú eftir eitt ár í bestu deildini, hava H71 kvinnur sett seg á trónuna í Tórshavnar kommunu.  Hvussu ber hetta til, og hvussu kann eitt felag so skjótt vinna á bæði Kyndli og Neistanum, sum eru gomlu hondbóltsfeløgini í Havn. Havi kannað hetta nærri og ditta mær at tosa við tríggjar fyrrverandi gentu – kvinnuvenjarar, og teir eru ikki í iva, hví so er. Teir siga:

– H71 hevur dugað nógv betri enn Kyndil og Neistin at røkt ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og miðvísari skilagóðari venjing. Vit hava sæð, hvussu dreingjadeildirnar hjá H71 mentust seinnu árini, og nú er sama kósin sett í gentu- og kvinnudeildunum.

Eg og nógv við mær standa spyrjandi, at H71 kvinnur, sum flestar eru um 18-20 ára aldur, um dagaranar hava vunnið 30-22 á Kyndli og 28-24 á Neistanum, tí H71 liðið er nýtt lið í bestu deildini. Og eingin útlendingur á liðnum. Sum vit síggja á støðini fyrstu dystirnar, so hevur unga H71 liðið gjørt kvettið at vinna bæði á Kyndli og Neistanum. 

Sjálvur havi eg varhugan av, hví so er, men tá eg ikki longur komi so nógv í hallirnar men tó fylgi væl við, er torført at finna endaligu ørsøkina, hví H71 kvinnur knappliga kann yvirhála  bæði Kyndil og Neistan. Ábendingin sást longu seinasta kappingarár.

Vit vita, at stórur frágangur er í bestu kvinnudeild. Spælarar fara uttanlands í lestaraørindum, onkur gerst við barn, og aðrar vera álvarsliga skaddar. Men eru feløgini væl skipað í yngru deildunum, og spælara – ”pyramidan” er í lagi, so skulu góðir ungir spælarar altíð kunna taka yvir. Men her haldar bæði í Kyndli og Neistanum í løtuni. Sjálvur haldi eg, at bæði Kyndil og Neistin framdu nøkur óheppin væl av útlendskum venjarum, sum vóru úr Føroyum í úrtíð.

Tá eg spyrji teir tríggjar fyrrveranedi geintu-og kvinnuvenjarar, so eru teir ikki í iva. – Vit hava sæð, hvussu væl dreingjaliðini í H71 eru ment seinnu árini. Væl skipað og skilagóð venjing í øllum dreingjadeildum, har man ikki skiftir venjara mest sum hvørt ár. Teir nevna Mark Marcher, sum í nógv ár hevur gjørt dygdararbeiði í H71. Nú er kikarin eisini settur á gentudeildirnar eftir sama leisti.

Tað sýnist, sum hvørki í Kyndli ella Neistanum er sami ungdómshugburður. Har eru tó frálíkir venjarar í fleiri deildum, men tað haltar nógvastaðni, og hetta er ógvuliga vandamikið. Tað var vanta spælarar í fleiri árgangum. Tú Tú kanst eisini oyðileggi eina deild eftir einum ári, um ikki nóg gott skil er á. Spælarar missa hugin, og nógvir gevast. Vit kunnu eisini hyggja at hagtølunum seinnu árini, har H71 er stóri vinnarin í ungdómsdeildunum.

Teir tríggir fyrrverandi gentu- og kvinnuvenjararnir, eg tosaði við, halda, at kvinnuhondbólturin í Føroyum er viknaður. VB kann ikki mannað lið, hvørki StíF ella Stjørnan hava ikki eins góð lið, sum fyri fáum árum síðani, og bæði Kyndil og Neistin eru viknaði heilt nógv. Eftir eru so VÍF og H71. VÍF hevur í løtuni frálíka bakketu í Liljuni, Duritu og Agnas og frálíkan málverja, og H71 buldrar fram við fúkandi ferð.

Kappingin er júst byrjað, og tað kemur ikki óvart á meg, at VÍF og H71 spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár. Annars siti eg júst og hyggi at dómaraseðlinum frá dystinum millum H71 og Neistan leygardagin. Mær vitandi, hava hvørki Eir Berg ella Marjun Danberg vant við neistakvinnum, og tær høvdu boðað frá, at tær spældu ikki í vetur. Men tær spældu í gjár ímót H71. Hvussu skal hetta tulkast?

Hyggja vit í hagtølini seinastu sjey árini, so vann VÍF meistaraheitið í vár.  Kyndil í 2017. Neistin 2016 og 2015, Kyndil 2014 og Neistin  2013, 2012 og 2011. VIF er stóri favorittur at endurvinna meistaraheitið í apríl mánað næsta ár. Spennandi at fylgja gongdini, men at bæði Kyndil og Neistin hava nakað at hugsa um, er eingin ivi um. Onkur sigur, at so nógv fólk búgva í Hoyvík, tí klára liðini seg so væl, men so lætt spælir klaverið ikki. Alt stendur og fellur við miðvísari góðar hondbóltsvenjing. Ikki bara eitt ár men fleiri samanhangandi ár, so einfalt er tað. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply