Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av neistamonnum komin undan kavi

Neistamenn umleið í 1960. St.f.v: Henning Eysturoy, Heri Jensen, Hansemann Mikkelsen, Tórður Holm og Jákup (Bass) Dahl. Fremst fr.v: Hans Mortensen, Eivind Dam og Gunnar Ihlen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)
Neistamenn umleið í 1960. St.f.v: Henning Eysturoy, Heri Jensen, Hansemann Mikkelsen, Tórður Holm og Jákup (Bass) Dahl. Fremst fr.v: Hans Mortensen, Eivind Dam og Gunnar Ihlen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)

Eg havi brúkt nógva tíð at finna liðmyndir av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. Havi spurt nógv fólk, men enn er eingin mynd funnin. Nógvar eru myndir av neistakvinnum heilt aftur til 1931, tá ið Neistin varð stovnað, men soltið er við myndum av neistamonnum frá hesi tíðini.Tá ið eg vitjaði Hannis Jacobsen í sambandi við grein, sá eg knappliga mynd av neistamonnum í myndabók hjá Hannisi, og fegin var eg um “dýrgripin”. Myndin er ikki frá 1949, 1953 ella 1955, men av neistamonnum umleið ár 1960. Áhugaverd mynd í míni hondbóltsverð. Jákup Dahl eisini róptur “Bass” er á myndini, og hann havi eg hitt.

– Tað var pápa beiggi mín Alfred Dahl róptur “Beiggin”, sum fekk meg at spæla hondbólt í Neistanum. Alfred Dahl hevði spælt hondbólt í Danmark millum annað saman við Mannbirni Mortensen, og komin aftur til Føroya, gjørdist hann ein av eldsálunum í Neistanum. Eg las í Danmark frá 1951 til 1956, og í 1958 byrjaði eg at spæla hondbólt í Neistanum og spældi til í 1967. Eg kom at arbeiða í Føroya Banka í Tórsgøtu, húsið har Tilhaldið nú heldur til.

Jákup Dahl spældi í Neistanum frá 1958 til í 1967. (Mynd Vagnur)
Jákup Dahl spældi í Neistanum frá 1958 til í 1967. (Mynd Vagnur)

– Táverandi danski fútin í Føroyum Jørgen Larsen, sum hevði spælt hondbólt í Danmark, vandi okkum. Men vit vandu ikki tað stóra kanska eina ella í mesta lagi tvær ferðir um vikuna. Vit vóru fáir til venjingar, og tá ið dystir skuldu spælast, lándu vit fótbóltsspælarar serliga úr HB, so vit fingu mannað lið. Tí vóru vit ongantíð somu spælarar hvønn dyst, tí fótbólturin hjá fleiri spælarum kom í fyrstu røð.

– Hondbólturin tá var summarítróttur, og vit spældu úti á grúsvøllum. Ferðasambandið var ikki eins gott og nú, og eg minnist eina ferðina, tá ið vit fyrst vórðu koyrdir niðan til Hórisgøtu og gingu oman til Kollafjarðar, har lastbilur koyrdu okkum til Vestmannar. Síðani víð báti um Vestmannasund og við bili til Sandavágs at spæla dyst ímóti SÍF. Síðani skuldu vit sama veg heimaftur. Skuldu vit spæla á Strondum, kom “Gigga” av Strondum við deksbáti eftir okkum inni í Vágsbotni.

– Umstøðurnar vóru ikki góðar í lítla neistahúsinum, sum bara var ein skúrur, tí har var eingin brúsa, og tá ið vøllurin skuldi kálkast, var mangan skitið í húsinum av kálkinum, og leikbúnin mangan eisini skitin. Umstøðurnar gjørdust munandi betri, tá ið nýggja neistahúsið bleiv bygt í 1964, har vit spælarar hjálptu til, men tað vóru serliga Hans Mortensen og Christian Jørgensen, sum slóðaðu fyri nýggja stásliga felagshúsinum.

Neistamenn óivað í 1963. St.f.v: Jógvan Jensen (Egga), Jákup Dahl (Bass(, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Fremst f.v: Hildbjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgensen og Johnny Reinert;
Neistamenn í 1964. St.f.v: Jógvan Jensen (Egga), Jákup Dahl (Bass), Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Fremst f.v: Hildibjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgensen og Johnny Reinert.

– Eg vann ongantíð FM-heitið í bestu deildini, tí vit høvdu ikki eins gott lið sum Kyndil og VÍF, men stuttligar vóru mongu hondbóltsferðirnar kring oyggjarnar. Vit spældu altíð kort, og skemtaðu okkum mangan á heimferðini, tí tað var partur av hondbóltsspælinum tá. Eftir at eg gavst at spæla hondbólt, hildu vit nakrir fram at spæla kort. Hesir vóru Eðin Slættanes, Hildibjart Johansen, Gunnar Ihlen og eg. Kundi ein av okkum ikki møta, sendu vit boð eftir Ólavi Herup Olsen.

– Tú spyrt, hvussu var millum Neistan og Kyndil tá í tíðini? Sjálvandi skeittu vit eftir, hvussu grannin kláraði seg á vøllinum. Í eina tíð hevði Kyndil betri hús enn Neistin, tí Kyndil bygdi við vøllin sjálvandi grønt hús við góðum skiftingarrúmi og brúsum. Men so kom nýggja neistahúsið, og tá byrjaði nýggj tíð í Neistanum. Frálíkt hús við skiftingarrúmi og brúsu bæði til kvinnur og menn, køki og stórum felagsrúmi, sigur Jákup Dahl at enda.

Kyndilshúsið nærmast, og so Neistahúsið, sum bara var skúrur við ongum brúsum.
Kyndilshúsið nærmast, og so Neistahúsið, sum bara var skúrur við ongum brúsum.

Eg minnist væl “Bass” spæla við Neistanum og eisini Hans Mortensen og Gunnar Ihlen , men á myndini omanfyri kanna eg ikki minnast at hava sæð Hansemann Mikkelsen, Henning Eysturoy, Hera Jensen og Eivind Dam spæla hondbólt á besta liðnum. “Bass” gavst at spæla í 1967, og vit ungu átjan, nítjan ára gomlu spældu fyrstu ferð á besta liðnum í 1968.

Hyggi eg aftur í tíðina, so vóru vit alt ov nógvir ungir spælarar á besta liðnum samstundis. Teir eldru vóru givnir, og bara Hans Mortensen var millum okkum ungu. Eingin ivi er um, at “Bass” og aðrir skuldu hildið út eitt, tvey ár aftrat, so vit fingu royndirnar í bestu deildini. Nógvir frálíkir spælarar á okkara liði, men nakað ungir í mun til manningarnar serliga í Kyndli og VÍF. Vit byrjaðu tó væl, tí longu fyrsta árið vunnu vit steypakappingina. (Vagnur)

Neistahúsið varð tikið í nýtslu í 1964, og tá streymaði ungdómur í felagið.
Neistahúsið varð tikið í nýtslu í 1964, og tá streymaði ungdómur í felagið.

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply