Úr myndasavninum – Áhugavert at síggja sluppina hjá abba

Ternan á sleipistøð á Skála Skipasmiðju. Ternan var upphøgd í 1934. (Mynd Tórshavn)
Ternan á sleipistøð á Skála Skipasmiðju. Ternan var upphøgd í 1934. (Mynd Tórshavn)

Eg havi áður skrivað um abba mín Christian Christiansen, sum eg ongantíð havi sæð, tí hann doyði í 1944. Men tá ið eg kom fram á mynd av sluppuni Ternuni, sum langabbi mín Havnar-Jógvan og synirnir Christian og Sámal keyptu frá Sørini Müller í 1910, helt eg, at myndin átti pláss á heimasíðuni.

Ternan, sum vit síggja á myndini, var bygd í Grimsby í 1877 og var 80,55 brt. Langabbi Havnar-Jógvan og synirnir keyptu sluppina frá Sørini Müller í 1910. Annars er at siga um Havnar-Jógvan, at hann sambært fólkteljingina í 1870 tá var komin til Eiðis at vera í handli har, sum danin Jens Jørgen Kruse skipari av Rømø rak fyri Jørgen Bech & Sønner. Á sumri 1879 kom Havnar-Jógvan og konan Elisabeth Mariane Debess, sum eisini var úr Havn, til Norðdepils at stjórna útihandli hjá Jørgen Bech & Sønner har norðuri. Havnar-Jógvan keypti seinni handilin í Norðdepli frá Jørgen Bech & Sønner.

Brøðurnir Sámal og Christian Christiansen.
Brøðurnir Sámal og Christian Christiansen.

Tá ið  Christian og bróðurin Sámal, sum eru føddir á Eiði, vóru komnir til mans, keypti Havnar-Jógvan saman við synunum fyrstu sluppina “Jubilee” til Norðdepils. Christian og Sámal nomu sær skiparaútbúgvin, Christian í Danmark og Sámal í Føroyum. Fyrstu árini førdi skipari úr Gøtugjógv “Jubilee”, men frá ár 1900 førdi abba hana, til teir heystið 1903 keyptu sluppina King Arthur, sum gjørdist ein av kendu havnarsluppunum inn til seinna heimsbardaga. Christian abbi og bróðurin Sámal fluttu til Havnar og bygdu sær hús við Landavegin. Abbi bygdi húsið í 1902, og Sámal nakað seinni.

Á heystið í 1909 endaði “Jubilee” sínar dagar sum vrak í Skotlandi. Sluppin var á veg til Bretlands við fiski, tá ið hon kom ov nær landi í Skotlandi, har útgrunt og flúrut er, og har endaði Julilee sum vrak. Stutt eftir keyptu teir “Ternuna” frá Sørini Müller úr Havn. Hana førdi Sámal til 1927, tá ið hon varð løgd, og annað skip “Grundick” keypt í staðin, so brøðurnir Christian og Sámal høvdu framvegis tvey skip at føra. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply