Úr myndasavninum – gamlar góðar myndir vekja altíð góð minni

kjkjkjkkj
Borgarstjórin i Havn Sigfred Skaale handar Brynjer Gregoriussen vakra FM-steypið.

Myndin omanfyri er frá 1965 og tikin á grúsvøllinum í Gundadali, tá HB vinnur FM-heitið. Myndin er fyri meg serlig, tí eg kendi væl nógvar persónar á myndini. Eg sá tá hvønn dyst í Gundadali, og tá var ein HB-ari ein HB-ari og ein B36-ari ein B36-ari. Nú er torført at fáa skil á, hvar ymsu spælararnir spæla, tí teir skifta felag eins og vit onnur skifta hosur alt eftir, hvussu nógva løn teir fáa. Tíðirnar broytast, og vit eldri hava torført at fylgja nýggju tíðini í fótbóltinum.

Sigfred Skaale var borgarstjóri í Havn árini 1958 til 1967. Liðskiparin hjá HB Brynjer Gregoriussen var útbúgvin elektrikari og arbeiddi hjá Einari Mikkelsen. Seinnu árini av arbeiðslívinum var Brynjer húsavørður í Tórshavnar kommunuskúla. Á myndini síggja vit tríggjar B36 spælarar, sum eru farnir. Høgrumegin Ólav Olsen málverja stendur Herálvur Andreasen, sum var frálíkur framherji og ikki at gloyma poppsangari. Síðani Ìmund Hansen, sum er pápi Sámal Hansen, sum er í nevndini í B36. Uttast til høgru kemur høvdið á Eifinn Nolsøe undan. Eifinn kendi eg heilt væl, men tí verri fóru Herálvur, Ìmund og Eifinn alt ov ungir.

Myndin sýnir ikki bara borgarstjóra, steyp, spælarar og áskoðarar. Vit eru í árinum 1965 og síggja niðan á Nabb, sum vit róptu økið, har høllin á Hálsi varð bygd. Nabb var eitt partafelag, og uppi á “Nabb” turkaðu tey fisk. Sjálvandi var skeivt á sinni at geva høllini á Nabb navnið høllin á Hálsi. Tí økið er ikki nakar hálsur, tí hálsurin er har, sum høllin hjá Dansifrøi stendur og eystureftir. Á myndini eru fleiri áskoðarar, sum eg kenni. Áhugavert og stuttlig mynd, sum eg kom fram á í bókini “Teir kundu væl listir og leikir” eftir Suna Merkistein. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply