Úr myndasavninum – Áhugaverdar fótbóltsmyndir úr Íslandi í 1954

Flestu spælararnir høvdu ikki flogið áður. Stanandi f.v: Símun Poulsen, Heri Jensen, Venna Mortensen, Ólavur Lambaa, Jákup Luth, Kjartan Festirstein, Gunnleivur Hansen, Arnold (Alli) Hansen, Jona Jacobsen, Marius Johan Jensen, Heini Jacobsen og Mannbjørn Mortensen. Húkandi í miðjuni Jógvan Johansen og Eivind Dam. Fremst Bent Olsen og Petur Clementsen.

Av tilvild kom eg fram á myndabók, sum Kemm Poulsen eigur eftir mammubeiggjan Petur Clementsen, sála, Petur á Sandi róptur. Svørthvítu myndirnar eru frá fótbóltsferð í Íslandi, og menninar á myndini minnist eg allar. Altíð áhugavert at fáa at vita meira um eldri myndir og í hesum førinum um Íslandsferðina í 1954. Allir spælararnir á myndini eru farnir uttan Eivind Dam, sum býr á Boðanesheiminum. So at leita víðari, og í bókini Havnarmenn í Gundadali, sum Jógvan Arge skrivaði og kom út í 1994, er at lesa nøkur orð aftast í bókini um fótbóltsferðina í Íslandi í 1954.

Íslandsferðin í 1954. Aftast frá vinstu: Jákup Luth, Ólavur Lambaa, Gunnleivur Hansen, Kriss Guttensen, Heri Jensen og Arnold Hansen. Fremst frá vinstru: Símun Poulsen, Petur Clementsen, Heini Jacobsen, Jona Jacobsen, Kjartan Festirstein, Hans Marius Mikkelsen, Venna Mortensen, Marius Johan Jensen, Bent Osen og ókendur.

Í 1954 fylti Havnar Bóltfelag hálvhundrað ár, og hetta skuldi hátíðarhaldast á ymsan hátt. Fyrsta málið var at vinna meistaraheitið, men hetta miseydnaðist, tí um hetta mundið hevði KÍ eitt so mikið góð lið, at meistaraheitið fór norður til Klaksvíkar. Hetta árið vóru bara fýra lið í bestu deildini. KÍ, HB, B36 og TB

Føroyska og íslendska liðið kom inn á fótbóltsvøllin.

Fyrsta juli í 1954 kom norska liðið Aurskog Itredslag til Føroya. Norska liðið var eitt frálíkt fótbóltslið, og HB spælararnir lærdu av norðmonnum, hvussu týdningarmikið tað var spæla bóltin í staðin fyri bara at sparka bóltin upp í luftina fram á vøllin.

Føroyska liðið. Frá vinstu: Òlavur, Kriss, Jógvan, Bent, Arnold (Alli), Brynjer, Kjartan, Heri, Eivind, Mannbjørn og Venna.

Havnarmenn sóu fram til uttanlandsferðina í august mánað, og í bókini er at lesa, at hetta var fyrsta føroyska ítróttaferðin vestur um hav eftir seinna heimsbardaga. Við í ferðalagnum vóru ellivu spælarar úr HB, fimm úr B36 og so tvørámaðurin Mannbjørn Mortensen, sum búði í Vestmanna.

Føroyska liðið spældi millum annað í Reykjavík, Ísafirði og Akureyri.

Ferðaleiðari á ferðini vóru nevndarlimirnir í HB Heini Jacobsen Heini í Kjøt róptur og Símun Poulsen, sum var væl kendur í Íslandi, har hevði arbeitt í nøkur ár. Føroysku liðið spældi nógvar dystir um landið í Íslandi millum annað í Reykjavík, Ísafirði og Akureyri.

Her síggja vit føroyskar og íslendskar spælarar á somu mynd.

Á ferðin var hetta fyrstu ferð, at flestu spælarar sótu í flogfari, tá teir flugu millum Akureyri og Reykjavík. Føroyska ferðalagið fekk stórfingna móttøku í Ìslandi, ja, bornir á lógvum alla staðni.

Sum hetta er góð mynd av føroyskum og íslendskum fótbóltsspælarum.

Sum vit síggja á myndunum, so vóru útferðir gjørdar, og mangt blómutyssi var handað føroyska liðnum. Løgið at síggja føroysku spælararnar, tí sum smádrongur seinast í 1950-árunum minnist eg fleiri spæla í Gundadali.

Teir hugna sær í Íslandi í 1954. Frá vinstru: Heini, Jógvan, Símun, Eivind, Kjartan, Brynjar, Alli og Venna.

Sum áður sagt omanfyri, so eru allir spælararnir farnir uttan Eivind Dam, sum býr á Ellisheiminum. Dystirnir í Ìslandi vóru hesir: Á Ísafirði ÍBÍ – HB 1 – 4 og ÍBÍ – HB 0 – 3, og á Akureyri ÍBA – HB 2 – 0 og ÍBA – HB 2 – 4. Í Reykjavík spældi HB tveir dystir og vóru úrslitini: Valur – HB 5 – 3 og Víkingur – HB 2 – 3. Málskjúttarnir á ferðini vóru: Eivind Dam sjey mál, Venna Mortensen trý, Heri Jensen tvey, Mannbjørn Mortensen eitt, Jógvan Johansen eitt, Marius Johan Jensen eitt og Arnohold Hansen eitt mál. Framherjin Eivind var um hetta mundið ein av bestu fótbóltsspælarum í landinum.

Nógvir áskoðarar sóu dystirnar.

Alíð áhugavert at skanna eldri svarthvítar myndir. Myndirnar í myndabókini eru bara ellivu sentimetrar breiðar, men tá tú skannar tær størri, sum gerast persónarnir størri og klárari. Síggi á myndunum, at allir spælararnir eru ikki á øllum myndunum. Sum nevnt omanfyri, so vóru ellivu spælarar úr HB, og teir fimm spælararnir úr B36 vóru Bent Olsen, Arnold (Alli) Hansen, Petur á Sandi, Kriss Guttesen og Gunnleivur Hansen. (Vagnur)

Nakrir av okkara monnum saman við íslendingum. Frá vinstru: Mannbjørn, Jógvan, Marius Johan, Kriss, Heri, Brynjer, Hans Marius og Símun. Í trappuni: Jákup Luth, Petru og Ólavur. Helena kona Símun uttast til høgru.
Petur á Sandi, Eivind Dam og Hans Marius Mikkelsen vitja innandura svimjihyl. Tá var eingin slíkur í Føroyum.
Nógvir vakrir fossar eru í Ìslandi.
Kjartan Festirstein, Hans Marius Mikkelsen, Mannbjørn Mortensen og Jákup Luth við ein av vøkru fossunum
Føroysk liðið búði á skúlum kring Ísland. Áhugavert at síggja bilarnar, og føroyska ferðalagið vitjaði nógvar kirkjur.
Føroyska liðið ávegis til dyst. Ì dag hevði hetta verið rópt vandasigling.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply