Úr myndasavninum – Hugleiðingar um okkara fyrsta rottanga og vesi

Betongrottangi sæst til høgru.
Betongrottangi sæst til høgru, og húsini hjá okkum koma undan vinstrumegin. Smádrongurin er Torbjørn beiggi mín.

Føroyska samfelagið er nógv broytt í allar mátar, síðani vit vóru børn í 1950-árunum. Húsini hjá okkum eru bygd í 1941, og í húsinum var einki nútíðar vesi men bara nátthús og bukka. Minnist einki ringt at fara á bukkuna, men stórur dagur var heima hjá okkum, tá rottangi var grivin í bøin uttanfyri, og bukkan skift út við nútíðar vesi. Minnist væl, tá nýggja vesið var sett upp, og betongrørið grivið í jørðina oman til rottangan. Síggi fyri mær bukkumenninar við langum gummihandskum koma inn til okkara eftir bukkuni, sum síðani var stoytt í bukkubilin. Tá var Bukkvald Yviri við Strond, og alt frá bukkunum fór í havið.

Skamt frá okkum er Rættará, og rørið frá rottanganum var grivið út í ánna. Hetta var áin, vit spældi í, men eftir at húsini har á leiðini fingu vesi, gjørdist áin so mikið skitin, at vit fingu forboð at spæla í ánni. Minnist, hvussu illa tað luktaði úr ánni, tá turkur var um summarið. Nakað av trupulleika stóðst av nýggja vesinum, tí hallið frá vesinum oman í tangan var í minna lagi, og tí typtist rørið av og á. Og so at steyta við stórari jarnfjøður.

Vit eru fimm systkin, og á myndini síggja vit Torbjørn beiggja mín í bundnari troyggju, sum mamma bant. Ja, so gingu vit mest í stuttum buksum um summarið, og so í “plusfourbuksum”, sum Torbjørn er í. Fittur smádrongur. Myndin er tikin fyrst í 1960-árunum. Í lágu húsunum niðanfyri hjá okkum búðu Wenzel og Mia Hammer.

Húsini uttast til høgru áttu Charles og Hansa Bærentsen, og brúnu húsini áraka elsteyran áttu Sámal og Anna Debes. Eg minnist væl Annu, men Sámal var farin fyri mína tíð. Tey bæði áttu tríggjar døtur: Helenu, Miu og Fíu. Síðani koma húsini hjá Helenu og Demmus Hentze. Húsini eru øðrvísi enn hús har á leiðini, tí rammurnar í vindeygunum eru úr jarni, og so er ein “smartur” bogin útbygningur vestureftir. Demmus og tey keyptu húsini frá Peturi Rein, syni Niels og Hansinu Rein. Tey bæði áttu børnini Lisu, Annu, Ebbu, Esther, Miu, Petur og Hagga. Petur flutti av landinum nakað eftir kríggið.

Skúlalærarin frú Mohr átti næstu húsini. Har var skúli í eina endanum, og frú Mohr og maðurin Jens við familju búðu í hinum endanum. Hetta var alt fyri mína tíð, tí í húsunum hjá frú Rein búðu Oluf og Dorthea Dam, sum áttu fýra børn, millum annað Marius Dam, sum vit kenna sum lækna og politikara. Sum vit síggja á myndini er nógvur bøur, og traðir vóru líka frá Landavegnum  oman í Hornabø. Í 1968 kom Venjingarskúlin og seinni skúlin á Trøðni. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply