Úr myndasavninum – VB-kvinnur vunnu FM-heitið í 1950

VB kvinnur vinna FM-heitið í 1950. Aftast f.v: Ragna Jacobsen, Mimmy Hovgaard, Sølvi Jespersen, venjari, Betta Mikkelsen og Gunnhild Hjalt. Fremst f.v: Kaja Jacobsen, Hjørdis Joensen og Sanna Skaalum.
VB-kvinnur vinna FM-heitið í 1950. Aftast f.v: Ragna Jacobsen, Mimmy Hovgaard, Sølvi Jespersen, venjari, Betta Mikkelsen og Gunnhild Hjalt. Fremst f.v: Kaja Jacobsen, Hjørdis Joensen og Sanna Skaalum. Myndatakari Ellen Dahl, brúkt við loyvi frá Myndasavninum hjá Ellen Dahl.

VB-kvinnur hava vunnið FM-heitið tríggjar ferðir, síðani landskappingin byrjaði í 1943. Fyrsta FM-heitið vann VB í 1950, og so skulu vit bíða meira enn hálvthundrað ár til 2003 og 2005, til VB aftur vinnur FM-heitið. Eg havi fingið fatur í upprunamyndini av VB-kvinnum, sum vunnu FM-heitið í 1950, og eg havi eisini fingið orð á 83 ára gomlu Hjørdis Joensen, sum var málverji hjá VB í 1950. Og VB-málverjin er áhugaverd at tosa við. – Í 1950 vandu vit fleiri ferðir um vikuna við Sølva Jesperesen sum venjara, og hann koyrdi á okkum, sigur Hjørdis. (Greinin skrivað í februar mánað í 2012)

Stórur áhugi er fyri serliga kvinnuhondbólti í Vági, og tá ið eg práti við 83 ára gomlu Hjørdis Joensen úr Vági, so fái eg fyrst at vita, at vágbingar byrjaðu at spæla hondbólt í 1930-árunum. Hjørdis byrjaði at spæla hondbólt sum sekstan seytjan ára gomul og stóð í málinum hjá VB. Tær spældu á grúsvølli, ella leirvølli, sum Hjørdis málber seg. Og góðu hondbóltsminnini sita djúpt í sálini, sigur Hjørdis.

– Venjarin Sølvi Jespersen, sum var av Tvøroyri, var komin úr Danmark og búði í Vági, tí hann arbeiddi á Marinustøðini har suðuri. Hann hevði spælt hondbólt í Danmark og kendi alt tað nýggjasta innan hondbóltsspælið, sum hann gav víðari til okkum spælarar. VB hevði tvey kvinnulið, eitt 1. deildarlið og eitt 2. deildarlið. Vit vandu fleiri ferðir um vikuna, og Sølvi koyrdi á okkum.

Nógv eru góðu hondbóltsminni, sigur Hjørdis Joensen. Myndin er frá 2012.
Nógv eru góðu hondbóltsminnini, sigur Hjørdis Joensen. Myndin er frá 2012, og barnið er yngsta langommubarnið.

– Serliga minnist eg hondbóltsferðirnar, vit gjørdu norðanfjørðs. Einaferð fóru vit til Havnar av Hvalba við kolabáti, og vit máttu sova umborð í fleiri dagar. Tá í tíðini máttu vit liggja nátt, spældu vit dystir norðanfjørðs, men vit fingu innivist hjá spælarum, vit spældu ímóti. Vit vóru á Sandi og spældi ímóti Vípuni, ímóti Neistanum í Havn, og vit vóru á Eiði, í Vestmanna, í Klaksvík og aðrastaðni við, sigur Hjørdis.

Á myndini eru vágskvinnur í “legaðum niðurdeili”, og eg spyrji Hjørdis, um søgan er sonn, at menninir í Vági kravdu av VB-kvinnum, at fingu tær sær ikki eins strammar buksur og neistakvinnur, so rumpan sást, so komu teir ikki aftur at hyggja at hondbólti.

– Elinborg og tær í Havn hava funnið upp á hasa søguna, og tær í Havn søgdu so mangt til tess at “drilla” okkum. Annars var ótrúliga gott vinarlag millum spælararnar kring landið, og eg kom at hava samband fyri lívið við nógvar spælarar millum annað Elinborg Trónd í Havn. Vit blivu vinkonur fyri lívið, og eg hjálpti eisini Elinborg og Miu Trónd, tá ið tær fóru tannlæknaferð til Suðuroyar.

– Og serligu minnist eg hondbóltsferðina, tá ið eg sum málverji fór við Neistanum til Noregs. Maður mín Ingolf arbeiddi eitt skifti sum bakari hjá Frants Restorff, og tí búði vit í Havn. Alfred Dahl, róptur Beiggin, kom til mín ein dagin og segði: – Hjørdis, tú mást koma við til Noregs at standa í málinum hjá neistakvinnum, tí Malvina á Dunga hevur meitt sær aðra hondina. Eg svaraði honum, at hetta mátti eg tosa við mann mín Ingolf um. – Eg havi longu tosað við Ingolf, og hann sigur, at tað er í lagi. Beiggin, sum var úr Vági og var neistavenjari,  arbeiddi sum kondittari hjá Frants Restoff. Ferðin til Noregs kostaði mær 25 krónur, minnist eg.

Hjørdis Joensen fylgir framvegis væl við í hondbólti, og tá ið eg spyrji hana, um hon framvegis fer í høllina at hyggja at VB-kvinnum, so flennir hon. – At hyggja at VB-kvinnum? – ert tú ørur, tað tori eg ikki, tí eg gerist alt ov spent og toli hetta slett ikki. Men eg fylgi við, hvussu gongst kvinnunum, sigur Hjørdis at enda.

Hjørdis segði mær, at bara tríggjar kvinnur á myndini er á lívi, og tað eru Sanna Skaalum, Kaja Jacobsen og Hjørdis Joensen. Og um venjaran Sølva Jespersen er at siga, at eg minnist hann sum hondbóltsspælara og venjara á Eiði, tá ið vit í 60- og 70-árunum spældu hondbólt ímóti EB. Sølvi arbeiddi á Loranstøðini á Eiði og búði har.

Hjørdis Joensen var eisini við neistakvinnum í Danmark í 1949. Elsa Horn, sum eigur myndina niðanfyri, sigur, at neistakvinnur máttu hava styrk úr Vági, tá ið tær fóru til Danmarkar í 1949 at vitja KI, sum hevði verið í Føroyum í 1948 og vitjað Neistan. Ferðin hjá KI í Føroyum kom í lag, tí Sára Hansen hevði spælt við KI, meðan hon var í Danmark. KI spældi tá í bestu deildini.

Fýra VB-kvinnur vóru við á ferðini í Danmark í 1949. Ragna Skaalum, Hjørdis Joensen, Gunnhild Hjalt og Judith Gudmundsen. Dystirnir ímóti KI vórðu spældir í Ítróttaparkini í Keypmannahavn. Serliga minnið frá ferðini var, at Tjaldrið fekk maskintrupulleikar á heimferðini, og hetta førdi til, at ferðalagið  koma heim fýra dagar seinni enn ætlað, sigur Elsa. (Vagnur)

Neistakvinnur í smørtum leikbúna á Danmarkarferð í 1949. St.f.v: Ragna Skaalum, Elsa Horn, Hjørdis Joensen, Gunhild Hjalt, Duddan Hansen og Hilda Lamba. Húkandi f.v: Sára Hansen, forkvinna Neistans, Kathrina Mikkelsen, Judith Gudmundsen, Bergljót Hansen og Elinborg Trónd. (Myndaeigari: Elsa Horn
Sjey neistakvinnur og fýra VB kvinnur í smørtum leikbúna á Danmarkarferð í 1949. St.f.v: Ragna Skaalum, Elsa Horn, Hjørdis Joensen, Gunhild Hjalt, Duddan Hansen og Hilda Lamba. Húkandi f.v: Sára Hansen, forkvinna Neistans, Kathrina Mikkelsen, Judith Gudmundsen, Bergljót Hansen og Elinborg Trónd. (Myndaeigari: Elsa Horn)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply