Úr myndinasavninum – Dreingir bóru slips og gingu í stuttum buksum

Vøkur mynd á ólavsøku 1946. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Vøkur mynd á ólavsøku 1946. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri frá á ólavsøku 1946 er stuttlig og áhugaverd at síggja. Fimleikarin, sum ber flaggið er Arni Olsen, og maðurin, sum slær á stórutrummu er Grægaris Gregoriussen, sum er pápi kenda fyrrverandi HB spælaran Brynjer Gregeroissen. Myndin er eisini áhugaverd, tí skrúðgongan fer oman Tróndargøtu og ikki sum nú oman Niels Finsensgøtu. Tá eg síggi slíka mynd, hyggi eg eisini eftir smálutum. Stuttligt at síggja dreingjamótan um hetta mundið. Mótin lítið broyttir frá vit vóru smádreingir í 1950 og 1960-árunum. Allir dreingirnir í hvítari skjúrtu, stuttum buksum og hosum upp undir knæ. Onkur drongur er í “plusfour” buksum, sum vit eisini gingu í.

Arna Olsen kendi eg væl, tí hann búðu skamt frá Smæruni, har pápi mín arbeiddi. Tá eg lærdi til bilsmið hjá Vilhelm Nilsen frá 1967, arbeiddi Arni í kontórinum. Minnist, hvussu hann jakstraði okkum, tí mangan vóru vit ov seinir at skriva arbeiðsseðilin og vikuseðilin. – Fái eg ikki vikuseðilin seinast á middegi hósdagin, fáa tit onga løn fríggjadagin. Tá vóru menn skjótir við vikuseðlinum.

Tróndargøtan er ikki nógv broytt. Longst burtur sæst Nonnuskúlin við serliga kirkjutorninum. Nonnuskúlin varð bygdur í 1934. Tá flest nonnur vóru í Føroyum, vóru tær 24 nonnur. Nú er tær seks. Á horninum nærmast til høgru hevði Knud Lambaa handil. Ì hvíta húsinum høgru megin búðu tey á Skarv. Aftur til dreingjamótan. Miðskeiðis í 1960 – árunum broyttist dreingjamótan skjótt. “Plusfour” buksurnar hildu fram eina tíð afturat, men stuttu buksurnar vóru skiftar út við smartar langar terlenbuksur og cowboybuksur. Vit vóru tá fóru tá inn í rokktíðina.

Húsini niðan Tróndargøtu eru lítið broytt, tó at har komu nakrir stórir bygningar tildømis Køkubúðin og Evangeilihúsið. Longri uppi kom so stóri Tórshavnar kommunuskúli í 1956 og Brandstøðin. Men nógv av húsum eru varðveitt tó broytt eitt sindur. Áhugaverd og stuttligt mynd.   (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply