Nøkur heilt góð og minni góð minni frá ólavsøkuróðrunum 2018

Ormurin staðfesti á ólavsøku, at hann er besta 10-mannafarið í 2018. Spell, at fyrsti starturin var skotin av, tí hetta ávirkaði róðurin. Hvørki Klaksvíkingur ella Suðuroyingur fingu nóg góðan start í umstartinum. Her eru 10-mannaførini júst farin inn um Molan. (Mynd Hvannrók)

Klokkan er farin av níggju ólavsøkumorgun, og tú ætlar at skriva nøkur orð um ólavsøkuróðrarnar. Sólin skínur gjøgnum gluggarnar og frálíkt ólavsøkuveður. Til tess at fáa heildarmynd yvir ólavsøkuróðrarnar valdi eg at síggja róðrarnar í sjónvarpinum. Var mest sum bara spentur um tríggjar róðrar, tí seks manningar høvdu jú longu vunnið meistaraheitið. Einki óvæntað úrslit á ólavsøku í ár, tó at veðrið aftur í ár darvaði sunnastu bátunum, sum høvdu verri umstøður uttan fyri Molan enn bátarnir, sum lógu nærri Sandagerðsnesi. Men hetta eru nú treytirnar í føroyskum kappróðri. Men fyrst til 10-mannafarsróðurin.

Ormurn var stóri favoritturin, men tað, sum eg legði mest merki til, var, at vit kundu kanska fingið ein heilt annan róður, um Suðuroyingur ikki lág eftir í fyrsta startinum, tí tá fekk Klaksvíkingur heilt góðan start, meðan ein minni góðan start í umstartinum.

Fyri Suðuroying var ólavsøkuróðurin ein ”kantastrofa”, tí fyrst lág báturin eftir í fyrsta startinum og síðan fekk báturin heilt ringan start í seinna startinum. Ormurin vísti enn einaferð, at hann er besta 10-mannafarið í summar. Teinurin er bara 901,25 metrar, og løgið, at so stórur munur er millum fremstu 10-mannaførini og aftastu bátarnar.

Barnamanningarnar við gentum eru júst farnar inn um Molan. Firvaldur vann róðurin. (Mynd Hvannrók)

Í barnaróðrinum var alt longu avgjørt fyri ólavsøku, tí Firvaldur av Tvøroyri við gentum og Fiskurin úr Vági við dreingjum longu vóru meistarar. Firvaldur vann tryggan róður á Havnarvág, meðan Fiskurin gjørdist nummar trý. Genturnar umborð á Firvaldi eru ov gamlar at rógva barnaróður næsta ár. Áhugavert, at Heykur nýggja 5-mannafarið úr Hósvík vann barnaróðurin við dreingjum.

Heykur úr Hósvík vann barnaróðurin við deingjum. (Mynd Hvannrók)

Dreingjaróðurin gjørdist eins spennandi, og vit roknaðu við. Sílið og Jallurin vóru í harðari kapping allan teinin, meðan Drekin hevði serliga trupulleika inn á Molan. Her má eg eisini takka Suna Merkistein og Ludvík við Stein fyri frálíka frásøgn og viðmerking. Teir livdu veruliga við, sum var tað ein 10-mannafarsróðurin, har bátarnir lógu stavn um stavn.

Dreingjabátarnir faran inn um Molan við Sílinum, Jallinum og Royndini Fríðu í fremstu røð.

Vit kenna góðu manningina umborð á Sølmundi, har eingin kvinna býr í Runavík. Tær róðu ikki eins væl uttan fyri Molan og í óslætta sjógvinum innan fyri Molan, men tá sást, at hesar kvinnur duga at rógva og hava royndirnar. Eisini áhugavert at síggja tær umborð á Smyrli, sum rógva væl, og tær umborð á Páll Fanga. Vónandi eru tær allar við næsta ár.

6-mannafarið Sølmundur og Smyril eru farnir inn um Molan. Sølmundur vann allar róðrarnar í summar. (Mynd Hvannrók)

Masterróðrarnir vóru pínligir

Ætlan at fáa eldri rógvarar at rógva um meistaraheitið seinast tríggjar stevnurnar er miseydnað. Beinleiðis pínligt at síggja bara eitt 10-mannafar rógva á Havnarvág og ein Jarnbard við kvinnum, sum slett onga mótstøðu fær. Kringvarpið boðaði knappliga frá, at 10-mannafarið Tórsbáturin møtti ikki upp og uttan at siga frá, so Hvítravnur róði einsamallur vágni. Pínligt, sjálvt um menninir róðu heilt væl.

Dugi ikki rættilga at síggja meiningina í hesi kappping. Jarnbardur skal sjálvandi rógva millum vanligu 6-mannaførini, sum tær gjørdu á vestanstevnu. (Mynd Hvannrók)
Beinleiðis pínligt at síggja Hvítravn rógva einsamallur á Havnarvág. (Mynd Hvannrók)

Um hasir eldru manningarnar skulu rógva á ólavsøku, skulu tær rógva beint eftir barnaróðurin ella eftir 10-mannafarsróðurin.

5-mannafarið Tambar vinnur tryggjan róður. Nærmast Sílið, síðani Frúgvin, Tambar, Blikur, Drekin og Fakur. (Mynd Hvannrók)

Sum tað var áhugavert at síggja genturóðurin eisini við HR-brillum. Blikur stóð at vinna meistaraheitið, men vann tað ikki. Tambar legði hart út frá byrjan og vann tryggan róður. Spenningurin var í endaspurtinum, um Tambar ella Blikur vunnu meistaraheitið. Ja, so hendi tað, sum ikki mátti henda fyri Blik.

Ungu genturnar umborð á Drekanum, sum róðu barnaróður í fjør, komu at gera av, at Tambar vann meistaraheitið og ikki Blikur. Drekin fekk ikki góðan start, men kom sær fram í oddin á hálvum Molanum, og í endaspurtinum vann sær silvurheiðursmerkini. Hetta førdi til, at Tambar vann meistaraheitið og ikki Blikur. Spennandi at síggja.

Á Molanum hevði Páll Fangi lagt seg trygt á odda, meðan javnari var uttan fyri Molan. Gongurólvur nærmast síðan Rádni nummar tey og so Sundabátuinr og Hósvíkingur. (Mynd Hvannrók)

Sum ungu menninir umborð á Páll Fanga rógva væl. Sama uppskift allar sjey róðrarnar í summar. Leggja ikki so hart út, har serliga Gongurólvur leggur seg á odda frá byrjan. Men teir umborð á Páll Fanga eru so lættar og í so góðari venjing, at teir vunnu á serliga Gongurólvi og Rádna á hvørjari stevnu. Óførir ungi menn má sigast.

8-mannafarsróðurin á ólavsøku var heilt serligur, tí vit sóu í sjónvarpinum eftir róðurin ungan mann umborð við húnu og homlubandi í hond. Ørvur var mannaður til ólavsøkuróðurin við monnum við tilknýti til Argja Róðrarfelag.

Argjabáturin og Árnfirðingur fara inn um Molan við Argjabátinum sum vinnara. (Mynd Hvannrók)

Tú sást í sjónvarpinum, at 150 metrar frá startinum var toftumaður umborð á Ørvi givin at rógva. Gitti, at maðurin kanska var vorðin sjúkur, men tað var húnan, sum var loysna úr stokkinum, so hann ikki fekk róð. Ungi maður var meira enn keddur á sjónvarpsmyndini.

Mítt størsta vónbrot í róðrarárinum 2018 er júst málið um Ørv, sum er nýggjur bátar. Eg hjálpti til at fá útvega 8-mannafarið, og sjálvandi gjørdist eg keddir, tá menn eftir norðoyastevnu og sundalagsstevnu valdu at seta Ørv í neystið og fara til Klaksvíkar eftir Nevinum Reyða og seta hann í gamla neystið í Álakeri.

Ógvuslig avgerð at vraka ein nýtt 8-mannafar eftir tveir róðrar, og serliga, tá vit onnur vita, at einki galið er við bátinum. Hetta vísar allir sjey róðrarnir í summar. Ørvur var trettan sekund eftir Argjabátin á norðoyastevnu og var trettan sekund eftir Argjabátin á ólavsøku á einum 901,25 metra teini.

Og hyggur tú í hagtølini í øllum sjey róðrunum, so var mest sum sama fjarstøða frá Ørvi/Nevinum Reyða og fram til fremsta bátin. Frá ellivu til fjúrtan sekund. Hetta er prógvið, at einki er galið við Ørvi. Fái ilt í mítt HR hjartað at hugsa um nýggja stakkals Ørv. Hetta bátaskiftið var betri ógjørt.

5-mannaførini við kvinnum vóru eisini áhugaverd, tí Jallurin var um reppið at fremja sama roysni, sum sílakvinnurnar gjørdu á ólavsøku í fjør. Tá lá Jallurin sunnaliga á málinum í meira óslættað sjógvinum og formáddu sær lítið í aldunum, men sílakvinnurnar dugnu at rógva í slíkum veðri. Tíverri miseydnaðist myndin frá hesum róðrinum.

Í ár var øðrvísi, tí Jallurin lá nærri Sandagerðsnesi. Hann fekk frálíkan start, og á Molanum var Jallurin eina bátslongd á odda, og róðrarlagið var so mikið gott, at tað sá út at halda inn á málið. Men so vísti merkjaðu kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir, hví júst tær vinna allar róðrarnar í summar.

Ikki gekk eins væl hjá sílakvinnunum, sum høvdu stórar trupulleika í tí óslættan inn á Molan, men tá var ov seint at gera seg galdandi heilt frammi í oddanum.

Alt væl frágingið 

Um stóra ólavsøkutiltakið, sum ólavsøkuróðrarnir eru, so gekk heilt væl at avgreiða róðrarnar. Eisini frálíkt avrik av Kringvarpinum bæði inni á dráttinum við samrøðum og í kringvarpsbátinum. Tó vóru myndirnar frá kringvarpsbátinum nakað myrkar, so allir bátirnir vóru myrkir og líktist. Umstøðurnar at film og taka myndir vóru ikki góðar, tí sterka sólarljósið skein bein inn í linsurnar.

Argja Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Havnar Róðrarfelag saman við Róðrarsambandinum stóðu fyri ólavsøkuróðrunum. Frálíkt avrik og tøkk skulu tit hava fyri tað. Eisini takk fyri eitt frálíkt róðrarár, sum í allar mátar hevur gingið av tí allar besta. OK. Onkur genturóður gekk ikki nóg væl, har ætlan var um umróður. Hetta koma vit altíð at uppliva í føroyskum kappróðri, har veður og vindur viðspælari. Takk fyri í ár. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply