Nakrar hugleiðingar um stigatalvuna og meistaraheiti í kappróðri.

Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin í Sandavági leygardagin.  Ein av hesum vinnur meistaraheitið á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Á myndini síggja vit 5-mannaførini Sílið, Jallin og Drekan við sandin í Sandavági. Róðurin er júst rógvin, og endin var, at báturin, sum vinnur á ólavsøku er meistari, tí Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35 stig.

Havi skrivað á Hvannrok.fo, at ikki minnist meg at hava upplivað hetta áður, at tríggir bátar kunnu sjálvur gera av, um teir vinna meistaraheitið ella ikki. Fýra fólk hava vent sær til mín um slík onnur dømi, men í øllum fýra dømunum kundu bara tveir bátar gerast meistari uttan hjálp, meðan triði báturin mátti fáa hjálp frá øðrum bátum.

Til og við 2007 fingu fremstu bátarnir 7-5-4-3-2-1 stig, men í 2008 vildi Róðrarsambandið økja spenningin um meistaraheitið, og nú fingu fremstu bátarnir 7-6-5-4-3-2-1 stig. Eru fremstu bátarnir javnir í stigum eftir ólavsøkuróðurin, so vinnur báturin, sum er fremri á ólavsøku.

Fara til stuttleika at taka úr rúgvuni dreingjaróðurin í 1993. Eftir vestanstevnuróðurin hetta árið høvdu Sílið 27, Drekin 25 og Firvaldur 24. Sílið og Drekin kundu sjálvir gera av, hvør vann meistaraheitið, tí tá fingu vinnandi bátur sjey stig, nummar tvey fimm stig og nummar trý fýra stig o.s.f.

5-mannaførini við kvinnum á ólavsøku 2004. Blikur vann róðurin og meistaraheitið. Sílið kom á mál sum nummar fimm. (Mynd Vagnur)

Skuldi Firvaldur vinna meistaraheitið í 1993, so mátti báturin fyrst vinna róðurrin, men so mátti Sílið ikki fáa meira enn trý stig og Drekin fimm stig. Hetta er ikki sum í dreingjaróðrinum í 2018, har bara eitt stig er millum tríggjar bátar. Teir kunnu allir uttan hjálp vinna meistaraheitið á ólavsøku.

Annars er vanligt, at tveir bátar mangan kappast um meistaraheitið á ólavsøku, har bara eitt ella tvey stig eru millum bátarnar.

Annað dømi er kvinnu/genturóðurin í 2004. Eftir vestanstevnuróðurin hevði Sílið 33, Blikur 29 og Firvaldur 25 stig. Tá fingu bátarnir 7,5,4,3,2 og 1 stig. Tað vil siga, at bara Sílið ella Blikur kundu vinna meistaraheitið. Firvaldur kundi bara fáa 32 stig, um báturin vann ólavsøkuróðurin.
So hendi tað ólukkuliga fyri sílakvinnur, at Blikur vann róðurin, Drekin bleiv nummar tvey, Frúgvin nummar trý, Firvaldur nummar fýra og Sílið nummar fimm og fekk bara tvey stig. Leggja vit saman, so endaði Blikur á 36 stigum og Sílið á 35 stigum. Blikur vann meistraheitið, tí Sílið fór heilt aftur á fimta pláss.

Enn er einki dømi komið aftrat á borðið, har tríggir bátar í sama róðri kunnu vinna sær meistaraheitið á ólavsøku uttan hjálp frá øðrum bátum. Áhugavert.

Fólk hava eisini fleiri ferðir spurt meg, hví ólavsøkuróðurin, sum er ein av sjey róðrum møguliga skal gera av, hvør vinnur meistaraheitið. Eitt meistaraheitið er úrslitið av einum ársúrslitið. Standa tvey lið í bóltspølunum jøvn í stigum, so hyggur man eftir málmuni og síðani í onkrum bóltspæli innanhýsisdystum.

Men í kappróðri kann ein róðrarteinur á ólavsøku (901,25 metrar) gera av, um tú vinnur meistaraheitið ella ikki. Nær hevur man funnið uppá hesa serligu loysn, tí hetta er beinleiðis órættvíst ímóti skipanini. Ólavsøkuróðurin gerst sum ein steypafinala og hevur meira virði enn hinir seks róðrarnir.

Ein møguleiki kundið verið, at vóru tveir bátar javnir í stigum eftir ólavsøkuróðurin, so gjørdist báturin meistari, sum hevði vunnið flest sigrar á árinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply