Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin skrivaðu róðrarsøgu í Sandavági.

Vinkulin nakað skeivur og kringvarpsbáturin ov langt frammi. Sílið við VER merkinum er á odda, Drekin nr 10 mummar tvey og Jallurin nr 8 nummar trý. Síðani síggja við Royndina Fríðu, Tjaldrið og Ørnina. (Mynd Hvannrók)

Mær vitandi er ongantíð komið fyri áður, at tríggir bátar í sama róðri kunnu vinna meistaraheitið á ólavsøku. Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35, og báturin, sum vinnur ólavsøkuróðurin er føroyameistari í 2018. Áhugavert. Annars gekk væl at avgreiða róðrarnar í Sandavági, sjálvt um óslætt var í sjónum. Frásøgnin og viðmerkingarnar úr Sortudíki vóru frálíkar, men kringvarpsbáturin lág fleiri ferðir ov langt frammi, og so hava myndirnar aðrar tíðir verið betri. Men umstøðurnar at framleiða alt tilfarið var uttan iva ikki av teimum bestu leygardagin. Tøkk til tey ungu í HR, sum tóku myndirnar. 

Ormurin fer fyrstur um málið. Klaksvíkingur vann sær annað plássið í seinastu tøkunum. Suðuroyingur nummar trý . (Mynd Hvannrók)

Ætli mær ikki at leggja so nógv aftrat næstaseinasta og sætta FM-róðrinum, tó nakrar fáar viðmerkingar. Føroyskur kappróður er heilt serligur, tí áskoðarin sær ikki sum í øðrum ítróttagreinum alt. Tað fer nógv fram umborð á bátinum, sum áskoðarin ikki sær, og sum vit tildømis síggja í útlendskum kappróðri.

Tað sær út, sum ungu menninir umborð á Páll Fanga eru í nógv betri venjing enn teir umborð á Rádna, Gongurólvi, Hósvíkingi og Lómi. (Mynd Hvannrók)

Kunnu nevna startin, har rógvarin fer upp á bekkin og fær meira megi í beinini fyri síðani seinni at fara niður aftur á lunnin. Síðani er tað endaspurturin, har áskoðarin ikki sær, nær rógvarin fer uppaftur í bekkin. Hetta er alt áhugavert.

Í genturóðrinum legði Blikur seg á odda frá byrjan og helt somu kós inn á málið. Drekin nummr tvey og Tambar nummar trý. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit, hvussu stórur munur er á gentubátunum. Fáið nú fingurin úr ávísum stað og fáið broytt hetta til meira ítróttaligt virði. (Mynd Hvannrók)

Fara vit tildømis til 10-mannafarsróðurin í Sandavági, so sá út, sum teir umborð á Orminum róðu allan teinin í bekk, tí teir hildu mest sum somu ferð allan vegin. Harafturímóti misti Klaksvíkingur heilt nógv nakað eftir startin fyri síðani at hava góðan endaspurt. Kanska fóru teir umborð á Suðuroyingi ov tíðliga í endaspurtin, tí teir mistu annað plássið í seinastu tøkunum. Men hetta er alt bara gitingar, tí vit síggja jú mest sum ikki beinini hjá rógvarunum.

Firvaldur vinnur barnaróðurin við gentum. Tær rógva bara 500 metrar og heilt stórur munur. Og tá eru aftasti bátarnir ikki á myndini. (Mynd Hvannrók)

Nú vit nærkast ólavsøku, vil eg biðja lesaran hyggja nágreinliga eftir nøkrum av viðløgdu myndunum. Síggja, hvussu stórur munur er á bátunum í barnaróðrinum og gentu- og dreingjaróðrinum.

Tað er mær ein gáta, at feløgini og harvið Róðrarsambandið ikki ger nakað við hetta. Hví í Harrans navni skulu tildømis genturnar og dreingirnir rógva fýra ár í einum aldursbólki. Myndirnar tala fyri seg, tí bæði aldur, vekt og kropsstyrkja eru alt, alt ov stór. Vit mugu fáa broytt hetta longu til næsta ár. Bróta upp úr nýggjum, so vit gera sum í bóltspølunum, har ungdómar spæla tvey ár í hvørjum aldursbólki. Hetta hevur føroyskur kappróður uppiborið, men fólk sita bara hendur í favn og gera einki. Í hondbólti kunnu feløg tildømis melda lið til A-ella B bólk í einum aldursbólki. Hetta, so eins sterk lið spæla hvør ímóti øðrum.

Tað sýnsit, sum sílakvinnurnar hava torført at knógva kvinnunum umborð á Erlu Kongsdóttir. (Mynd Hvannrók)

Annars sakni er framvegis 1500 og 2000 metra teinarnar, sum klæddi føroyskum kappróðri nógv betur. Minnist, at grundgevingarnar vóru eisini, at so róðu fleiri 6-mannafør við monnum, 8-mannafør og 10-mannafør. Men so er ikki. 6-mannaførini við monnum eru fækkaði heilt nógv, tað sama 8-mannaførini, sum bara eru trý. Í summar eru tó fimm 10-mannafør, sum er at fegnast um.

Argjabáturin legði seg á odda í startinum og helt frástøðuna inn á málið. Næst Árnfirðingur og síðani Nevið Reyða. (Mynd Hvannrók)

Tað áhugaverdi er eisini, at styttri teinarnir krevja nógv meira kropsstyrki eins á stuttu teinunum í frælsum ítrótti, meðan longri teinarnir krevja meira úthaldni. Hetta er hvør sín kappróður.

Tær eru góðar umborð á Sølmundi, sum vann róðurin. Ja, so blivur tær “eldru” umborð á Jarnbardi nummar trý. Áhugavert at síggja Smyril “jakta” Sølmund. Frástøðan bara minkar. Vit síggja eisini Páll Fanga og Skúgv. (Mynd Hvannrók)

Nú bíða vit so eftir ólavsøkuróðrunum, sjálvt um fleiri meistara longu eru kosnir. Òlavsøkuteinurin er bara 901,25 metrar, og á ólavsøku fáa vit altíð okkurt óvæntað úrslit. Hvør vil ikki vinna á ólavsøku. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply