Bátarnir á fjarðastevnu í Vestmanna dugdu ikki eins væl at rógva í rennisjógvi

Genturnar umborð á Tambar dugdu best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Falkur var annars fremst stóran part av teininum.  

Tað gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar á fjarðastevnu í Vestmanna, sjálvt um tað tók sína tíð at fáa avgreitt genturóðurin, har bátur hekk fastur, og róðurin skotin av. Og so kom dagurin, tá Klaksvíkingur vann, meðan Ormurin fór aftur tá triðja plássið. Áhugavert at síggja, hvat manningarnar fingu burturúr teimum tveimum vikunum millum FM-róðrarnar Men fyrst til dreingjaróðurin.

Vakurt at síggja teir ellivu dreingjabátarnar liggja á startmálinum í Vestmanna við vakra landslagnum í baksýninum. Ikki so lætt at leggja bátarnar, tí nakað av síðuvindu og nakað av streymi. Aftur var tað Jallurin, sum reyk av stað við serliga Sílinum og Drekanum hølinum.

Tú sást, at viðaldan og harvið rennisjógvurin var partur róðrinum, tí bátar stungu seg fram fyri síðani aftur at missa nakað av ferðini í fáum tøkum. Nakað inni fingu bæði Sílið og Drekin Jallin aftur, og Sílið vann endaspurtin, meðan Drekin dragnaði nakað men var kortini nummar trý.

Vit sóu á jóansøku, at drongur umborð á Drekan gjørdist sjúkur undir róðrinum fram í móti málinum. Drongurin kom fyrst á Suðuroyar Sjúkrahús fyri síðani at vera fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið. Men rógvarin kom skjótt fyri seg.

Stór kapping um meistaraheitið millum dreingjabátarnar. Sílið, sum her sæst fremst í Vestmanna, Jallin, sum gjørdist nummar tvey og Drekan, sum gjørdist nummar trý.

Áhugavert var at síggja 6-mannaførini við kvinnum, tí eitt er Sølmundur, sum er mannaður við nakað ”eldri” royndum rógvarum, og annað er serliga manningarnar umborð á Páll Fanga og Smyrli, sum rógva ómetaliga væl. Uttan ivi er bara kropsstyrkjan av muni. Uttan eg veit tað við vissu, so má miðalaldurin umborð á Páll Fanga og Smyrli vera væl lægri enn umborð á Sølmundi.

Og so var eisini áhugavert, at Jarnbardur við ”eldri” kvinnum, var tjúgu sekund frá Sølmundi. Komi at hugsa um Ørv/Nevið Reyða, sum eisini er mannað við ”eldri” rógvarum, sum hava trupulleikar at bjóða teimum ungu av.

Eisini vøkur sjón at síggja teir tólv gentubátarnar liggja á málinum í Vestmanna. Bátarnir sóust ikki so væl, tí nú var sólin farin á skýna, sjálvt um mjørkin fjaldi ovara partin av Vágoynni. Frálíkar myndir og spenandi at bíða eftir startskotinum, har tú hoyrir startdómaran rópa á bátarnar. Suni Merkistein segði frá róðrinum, og Hannis Joensen var viðmerkjari. Hetta var alt frálíkt.

Óvæntað úrslit í 10-mannafarsróðrinum. Klaksvíkur nummar eitt, Suðuroyingur nummar tvey og Ormurin nummar trý.

Rennisjógvurin kom at gera av genturóðurin, tí meðan Falkur var klárt á odda heilt langt inn,  vóru ar tað genturnar umborð á Tambar, sum dugdi best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Tað var sum, at Falkur hekk fastur í alduni og dugdi ikki nóg væl at halda seg á aldutoppinum, meðan Tambar dugdi væl við títtum tøkum  halda seg á aldutoppinum góða løtu. Falkur skuldi kanska róð eitt sindur títtari á aldutoppinum.

Søgan endurtók seg millum 6-mannaførini við monnum, har Gongurólvur misti takið í fáum tøkum í sama plássi, sum tá Tambar við gentum tók Falk. Áhugvert at síggja, hvussu væl summir bátar duga at rógva á aldutoppinum og ikki renna seg fastan í aldudalinum.

Tað listi meg at vita, hvat ger, at Argja Róðrarfelag megnar at manna tvey so góð 8-mannfør. Ja, fyrst 10-mannafarið Drekan Reyða, og síðani 8-mannførini Argjabátin og Árnfirðing. Og er Lómur eisini mannaður við monnum. Tey mugu gera okkurt rætt á Argjum.

Óvanliga nógvur munur millum 5-mannaførini við kvinnum. Fyrst Erla Kongsdóttir og Sílið, og síðani Jallurin nógvar bátslongdir longri afturi.

Aftur áhugavert at síggja, hvussu væl teir umborð Árnfirðingi megnaðu at gera seg dælt av rennisjógvinum. Tað var, sum teir um á Árnfirðingi ongantíð  komu niður í aldudalin, meðan Argjabáturin bara einaferð kom eitt sindur afturíaftur á einu aldu. Nevið Reyða megnaði ikki at fylgja við.

Við HR brillum situr tú og vónar, at kvinnurnar umborð á Sílinum vinna róðu í summar, og enn einaferð sá út frá byrjan, at í dag skuldi tað vera. Tí Sílið var á odda heila bátslongd, tá hálvt málið var rógvið.

Men so við eitt kom Erla Kongsdóttir grøvandi og vann seg framum í fáum tøkum. Hetta hevur verið afturvendandi mest sum allar fimm róðrarnar í summar. Sær út, sum tær umborð á Erlu Kongsdóttir taka ein kanska fimtan tøk miðspurt í bekk, tí hetta sær ógvusligt út í tíðarskeiði í róðrinum.

Tað sæst tíðuliga, at Ormurin ikki dugdi nóg væl at rógva í rennisjógvi. Minnir meg um ólavsøkuróðurin í fjør, tá Ormurin heldur ikki dugdi nóg væl at rógva í ringa veðrinum. Klaksvíkingur leyp avstað, og tá bátarnir komu longur inn, bíðaði tú bara eftir, at Ormurin kom enn einaferð. Men hann kom ikki rættiliga.

Áhugavert at síggja, hvussu væl Havnarbáturin kom frá róðrinum, tí høvdu teir bara havt eitt sindur meira av orku seinastu hundrað metrarnar, so komu teir á sigurskammilin, og Ormurin fór heim við ongum.

Eisini hugaligt at síggja, hvussu góðan endaspurt Suðuroyingur hevði. Nøkur tøk aftrat, so tók hann Klaksvíking aftur. Spennandi róður at síggja, sum boðar frá spennandi róðrum á vestanstevnu og á ólavsøku. Rógvi Fossádal tók myndirnar. (Vagnur)

Barnaróður gentur:

1 Firvaldur 02.43.25

2 Knúkur 02.44.27

3 Frúgvin 02.46.12

4 Ørnin 02.47.40

5 Havørnin 02.52.16

6 Hulda 02.53.07

7 Ingibjørg 02.58.12

Barnaróður dreingir: 

1 Fípan Fagra 02.38.10

2 Fiskurn 02.40.15

3 Heykur 02-40.38

4 Svalan 02.41.02

5 Ternan 02.44.19

6 Pílur 02.46.39

7 Spógvin 02.50.01

8 Knúkur 02.51.01

5-mannafør dreingir: 

1  Sílið 05.09.41

2  Jallurin 05.10.27

3  Drekin 05.12.39

4  Royndin Fríða 05.15.08

5  Firvaldur 05.19.43

6  Silja 05.21.16

7  Ørnin 05.25.21

8  Ingibjørg 05.25.40

9  Tjaldrið 05.28.12

10 Heykur 05.31.21

11 Havfrúgvin 05.34.15

6-mannafør kvinnur:

1 Sølmundur 05.14.20

2 Páll Fangi 05.21.28

3 Smyril 05.22.35

4.Skúgvur 05.44.01

5-mannafør við gentum: 

1 Tambar 05.29.16

2 Falkur 05.31.27

3 Blikur 05.31.40

4 Báran 05.33.35

5 Drekin 05.33.48

6 Sílið 05.39.02

7 Frúgvin 05.40.48

8 Beinta 05.45.11

9 Kollur 05.59.19

10 Fenja 06.00.14

11 Knúkur 06.03.02

12 Stubbin 06.15.25 

6-mannførini við monnum

1 Páll Fangi 04.59.36

2 Gongurólvur 05.04.42

3 Rádni 05.09.24

4 Lómur 05.14.30

5 Hósvíkingur 05.23.21 

8-mannaførini

1 Árnfirðingur 04.51.37

2 Argjabáturin 04.52.41

3 Nevið Reyða 05.05.36

6-mannaførini við kvinnum

1 Erla Kongsdóttir 05.25.37

2 Silið 05.28.05

3 Jallurin 05.35.28

4 Teistin 05.41.36

5 Blikur 05.56.20

10-mannaførini:

1 Klaksvíkingur 04.32.25

2 Suðuroyingur 04.33.15

3 Ormurin Langi 04.36.06

4 Havnarbáturin 04.38.11

5 Drekin Reyði 04.50.02

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply