Úr myndasavninum – Nýtt flakavirki kemur uttan iva ongantíð aftur í Havn

Nógv arbeiði var á Vestaru bryggju í mínum ungdómsárum. Teir landa trolaran Mýling. 

Mest sum hvønn dag gongur leiðin oman á Vestaru bryggju, og har er altíð okkurt áhugavert at síggja. Vit búðu uppi við Landavegin, men spæliplássið hjá okkum var heilt oman til sjóvarmálan. Nógv virksemið var á Vestaru bryggju, og hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Og Saltsølan er vorðin skúli hjá næmingum, sum ganga á Fróðskaparsetrinum. Søgan um fiskivinnuna í Havn er áhugaverd men eisini dapur. 

Mýlingur landar. Nógvir hvalbingar sigldu við Mýlingi.

Tað var tann tíð, tá ið nýggju skipini hjá Akseli Hansen komu flaggskrýdd inn um Molan. Fyrst línubátarnir Brestir og Beinir, síðani trolararnir Magnus Heinason og Brandur Sigmundarsson, og seinni  Brestir og Beinir. Føroyar komu í stóra kreppa fyrst í 1990-árunum, og í 1992 steðgaði Bacalao øllum virkseminum. Fiskurin minkaði heilt nógv, og tí hekk ikki saman fíggjarliga. Alt ov nógv fiskavirki vóru eisini í Føroyum um hetta mundið, og fiskur var ikki til øll umleið tjúgu fiskavirkini kring landið.

Bacalao tók ímóti 12.000 til 15.000 tons um árið.

Samtakið Føroya fiskavirking var stovnað, sum yvirtók øll virkini, men fiskur var bara til eini níggju virki, og hini stóðu tóm og óvirkin. Løgið at hugsað sær, at bæði Bacalao og Kósin tóku okkurt árið ímóti 15.000 tonsum av fiski undan Føroyum. Dapra síðan var eisini, at nógvur studningur var í føroysku fiskivinnuni, og talan var um hálva milliard krónur okkurt árið. Henda gongdin kundi ikki halda fram. Fiskavirking stegðaði øllum virkseminum í 2011, og tá lat flakavirkið á Vestaru bryggju eisini aftur.

Flakið verður pakkað í eskur og síðani fryst.

Eingin fiskaframleiðsla er nú á Vestaru bryggju, tó landinginarmiðstøðu. Fiskur verður landaður og flokkaður í ymsar støddir fyri síðani at vera fluttur til fiskavirki kring landið. Ì dag eru í Føroyum bara tvey stór flakavirki í Klaksvík og Runavík og síðani nøkur smá flakavirki og saltfiskavirki. Eingin studningur er longur í fiskivinnuni.

Nógvar ungar kvinnur arbeiddu á Bacalao. Summar í styttri tiðarskeið, áðrenn tær fóru undir víðari lestur.

Mangan hoyra vit býráðspolitikarar í Havn ynskja at fáa flakavirkið á Vestaru bryggju latið uppaftur, men hetta fara vit ikki at síggj næstu nógvu árini, ja, kanska ongantíð. Allar flakamaskinurnar eru seldar av landinum, og bygningur er ikki egnaður til nýtímans flakavirki, so einafalt er tað. Havnini hevur heldur ikki nóg nógv skip til tess at landa nóg mikið av fiski til møguligt flakavirki.

Tær kílaskera og reinsa fløkini, áðrenn tey vera pakkað og fryst.

Bacalao varð stovnað í 1952, og øll árini var Aksel Hansen stjóri. Okkurt árið tók fyritøkan ímóti 15.000 tonsum av fiski. Umframt, at fiskurin varð skorin til flak í flakamaskinum, var saltfiskur frá trolarum vaskaður og turkaður í turkikanalum. Klippfiskurin varð tá útfluttur serliga til Brasil og Spania. Virksemið hjá Bacalao er ikki til longur, og trolararnir vóru seldir til Sørvágs. Seinni helt Fiskavirkin til í bygningunum, men fyritøkan gavst sum sagt í 2011.

Avhøvdinarmaskin og flakamaskinurnar hoyrdist væl. Hoyrir fyri mær henda skríggjandi ljóðin, sum hoyrdist um alt økið. .

Seinast í 1980-árunum var eg farloyvi sum lærari og arbeiddi eitt ár á Bacala0, har eg arbeiddi á frystigoymsluni. Hetta skuldi gera áhugavert ár, sum var ógvuliga krevjandi, tí tað var ikki sum at siga tað at koyra við opnum trukkum langar dagar inn og út úr frystirúmunum. Krøvini til trukkarnar vóru tá ikki eins og tey nú eru. Øðrvís var at ganga millum arbeiðsfólkini á Bacalao og millum lærarar og næmingar á Eysturskúlunum.

Her verður frystur fiskur pakkaður.

Minnist, at vit avskipaðu fyri tað mesta tíðliga fríggjamorgun. Skip frá Skipafelagnum Føroyum lág við bryggjuna, og tá frystigoymslan var á aðru hædd, skuldu allir plattarnir við frysta fiskinum fyrst koyrast út rampa á aðru hædd, og so takast niður á bryggjuna við trukki. Sagt var tá, at mesta av fiskinum fór til Týsklands.

Maskina skilir sundur smáa flatfiskin í ymsar støddir.

Tá eg arbeiddi á Bacalao, høvdu tey júst sett upp góðskingarvirki, sum framleiddi fiskafingarar. Smøl fiskastykki fóru fyrst eftir bandi í hvíta vesku fyri síðani at vera raspa og fryst. Gróðskingarvirkið steðgaði framleiðsluna eftir nøkrum árum.

Stóri toskur var manga flaktur og saltaður.

Seinast í 1980-árunum avreiddu nógvir trolarar til Bacalao millum annað Mýlingur, Brestir, Froyur og Research, sum hoyrdu til virkið, Síggi eisini fyri mær línubátin Váðastein og trolbátin Báruna, me so vóru eisini nógvir útróðrarbátar og 40-60 tonsarar, sum um summari trolaðu á landleiðini eftir flatfiski. Nógv av hesum fiski var flaktur við hond, og tað var áhugavert at síggja, hvussu kringir menn vóru við knívinum. Jógvan Páll Joensen hevur givið mær loyvi at brúkt frálíku myndirnar. (Vagnur)

Sum teir vóru kringir við knívinum at skera flatfiskin.

 

Viðmerkingar

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply