Í dag 16. juni fyllir mamma okkara Ása Michelsen 100 ár

Myndin av mammu er tikin, tá hon fylti 98 ár.

Í dag 16. juni fyllir mamma okkara Ása Michelsen 100 ár. Hon býr á Ellisheiminum, men tíverri er hon í løtuni ikki nóg birg at halda føðingardagin. Fyri trimum vikum síðani bæði bant hon og læs bøkur. Mamma er púra klár.

Mamma er fødd við Landavegin 16. juni 1918 og er dóttir Christian Christiansen róptur Christian í Hvannasundi og Sigrid Christiansen, sum var úr Frammistovu í Hvannasundi. Tey bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Mammu og tey vóru sjey systkin, og mamma var yngst. Tey vóru Jógvan, Christiane rópt Anna Dukk, Louisa, Debes, Edgar og mamma. Sigrid omma var 46 ár, tá hon fekk mammu.

Eftir framhaldskúlan kom mamma at arbeiða hjá Hussted sakførara. Hon hevði lært stenografi hjá systir Jørgen Frants Jacobsen og maksinskriving hjá konu Vilhelm Nielsen, bilseljara. Hussted søkti eftir skrivara, og nógv vóru um boðið, tí tíðirnar vóru ringar og torført var at fáa arbeiði í Havn. Mamma var til upptøkuroynd og samrøðu og fekk arbeiðið. Arbeiði hjá mammu var serliga at vera til fundir, har hon skrivaði samtalur fyrst sum stenografimál, sum hon seinni reinskrivaði til vanligt mál.

Eins og aðrar gentur hevði mamma útlongsul. Sum sekstan ára gomul kom hon at skriva saman við týskari gentu, sum hon framvegis hevur samband við. Tað var týsklærarin Richard Long, sum setti hana í samband við týsku gentuna Eriku, og hon vildi so inniliga síggja hana. Tær mistu sambandið undir seinna heimsbarda, men í 1947 funnu tær saman aftur.

Soleiðis sá út við Landavegin, tá mamma var fødd 16. juni 1918.

Sum nítjan ára gomul í 1937 fór hon til Danmarkar at arbeiða á kontóri hjá sakførara í eitt ár. Á sumri í 1938 fóru systir hennara Louisa og hon til Týsklands at vitja týska “pennevennin” Eriku. Mamma og Erika, sum er hálvtannað ár yngri enn mamma, býr á ellisheimi í Týsklandi. Tær skriva saman, og ikki fyri so langari tíð síðani tosaðu tær saman í telefon. Sig so tað.

Mamma og pápi giftust í 1941.

Í 1963 noyddist mamma sjúk til Danmarkar og var har í sjey ár. Hetta var svárt fyri familjuna, tí tá var langt til Danmarkar. Tjaldrið sigldi um veturin aðru hvørja viku og eina ferð um vikuna um sammarið. Eingin flogferðsla og torført at fáa samband við mammu  gjøgnum telefonina.

Ì 1970 kom hon aftur til Føroya og fekk hjálp frá Árna Olsen, Hera Berg og teimum. Hon gjørdist ein av svimjikonunum, sum vóru dyggur stuðul hjá mammu líka til mamma gavst at svimja sum 92 ára gomul. Umframt at svimja, gingu konurnar í føðingardegi hvør hjá aðari, og tær vóru fleiri ferðir uttanlands millum annað á Rhodos.

Mamma hevur búð á Ellisheiminum síðani 2011, har hon hevur trivist heilt væl. Tey á Ellisheiminum er bara so fantastisk. Mamma giftist Helga Michelsen í 1941, og tey bygdu sær hús við Landavegin yvir av Vesturkirkjuni. Børnini eru Chirstin, Hans Jákup, Vagnur, Torbjørn og Leivur. Pápi okkara doyði 16. desember 1985 og gjørdist 72 ára gamal.

Pápi okkara var við at stovna Neistan í 1931, og mamma spældi eisini í Neistanum, har tær mangan ferðaðust kring landið at spæla hondbólt. Á myndini niðanfyri frá 1936 eru tey ávegis til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Bæði mamma og pápi eru á myndini.

So kunnu vit leggja aftrat, at mamma kom eisini nógv í Uppistovu, og hon var eisini í “bindiklubba” í fleiri enn trýss ár, har hon hevði nógvar vinkonur. Men tá man fyllir 100 ár, eru flestu av hesum fólkunum farin. (Vagnur)

Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply