Róðrarnir vóru væl avgreiddir á norðoyastevnu – altíð nøkur óvæntað úrslit

Ormurin vann tryggan sigur við Klaksvíkingi og Suðoyingi í hølunum. (Mynd Hvannrók)

Nú RSF hevði sett klokkutíð á róðrarnar, var eg spentur, um tíðirnar fóru at halda. Frálík róðrarlíkindi, men tað byrjaði ikki væl, tí vit mistu smáar tjúgu minuttir í fyrsta FM-róðrinum, sum skuldi byrjað klokkan 15.20. Men tey megnaðu at vinna tíðina innaftur, og 10-mannaførini byrjaðu til tíðina klokkan 17.20. Frálíkt, og vónandi verður góðan avrikið í Klaksvík eisini á hinum stevnunum. Frálíku myndir tók Guðrið Patursson. 

Sá fyrst nakrar róðrar á telduskíggjanum, og tveir hoyrdi eg í Kringvarpinum. Nú havi eg allar róðrarnar í KVF. Frálíkar myndir og serliga frálíkar nærmyndir. Frásøgnin eisini góð frá Suna Merkistein, og frálíkar viðmerkingnar frá Ludvíki við Stein. Tó haltar at benda rætt nøkur bátanøvn og kanska seta seg eitt sindur inn í, hvat rørir seg á róðrarøkinum kring landið.

Kom óvart á nógv, at Drekin við dreingjum vann, tí Jallurin og Sílið vóru mettir at kappast um fyrsta plássið,. (Mynd Hvannrók)

Nú kanst tú síggja róðrarnar í Kringvarpinum, og róðrarnir koma eisini á heimasíðuna hjá KVF, so nógv er ikki hjá mær at leggja aftrat róðrunum. Tó so.

Úrlini í dag vóru á leið, sum vit roknaðu við, tó við serliga trimum undantøkum. Roknaði heilt vist við, at bátarnir næst Kósabrúnni og landinum har høvdu lítlan fyrimun og serlig við lotinum undan. Tað hilnaðist betur serliga seinast í róðrunum, sum vóru nærmast Kósabrúnni, og soleiðis hevur altíð verið, tí undanvindurin og harvið aldan far meira ferð á seg inni við land enn mitt á fjørðinum. Vit kenna hetta frá undir Molanum í Havn.

Haldi, at tað er sera óheppið, at fimtan gentumanningar standa at rógva á norðoyastevnu, og tríggir bátar møta ikki. Kundi spurt, um skipanin við tilmelding og frámelding ikki riggar nóg væl í RSF. Har vóru jú fleiri bátar á startlistanum, sum ikki róðu í Klaksvík. Hetta má RSF fáa skil á til næstu stevnu.

Tambar fer fyrstur um málið, síðani Blikur og Frúgvin. (Mynd Hvannrók)

Og tá talan er um undantøkini, kom óvart á meg, at Drekin við dreingjum vann, sjálvt um eg veit, at teir eru óførir, men teir eru jú bara annað árs dreingir. Sílið var har sum væntað og eisini Jallurin. Hesir bátar metti eg at fara við sigrinum.

Hevði ikki roknað við, at ungu menninir umborð á Páll Fanga, vóru so stinnir. Ungir menn í toppvenjing, og teir róðu í heilt øðrum ”gearið” enn hinar tríggjar manningarnar. Tildømis Rádni og Gongurólvur vunnu jú ódnartøk, men munur er at rógva 140 og 1000 metrar. Vil siga uppvísningsróður av Páll Fanga, har fýra rógvarar eisini kunnu rógva dreingjaróður.

Eisini kom óvart á meg, at Jallurin við kvinnum ikki megnaði at  fylgja við. Við HR brillum væl nøgdur við kvinnurnar umborð á Sílinum, men tað sýntist, sum Erla Kongsdóttir rann eftir ánni undir Kósabrúnni seinastu 300 metrarnar. Spennandi, tá bátarnir Sílið, Jallurin og Erla Kongsdóttir ligga borð um borð.

Erla Kongsdóttir leyp avstað í endaspurtinum. Sílið bleiv nummar tvey og síðani Jallurin. (Mynd Hvannrók)

Genturóður endaði júst, sum eg roknaði við. Blái báturin stinnastur og eisini Blikur og Frúgvin. Drekagenturnar, sum eru komnar frá barnaróðrinum kláraðu seg eisini væl. Her kemur til sjóndar, hvørjar gentur eru eldri og yngri, tí tú kanst rógva genturóður bæði sum 15, 16, 17 og 18 ár.

Spennandi 10-mannafarsróður. Klaksvíkingur og Suðuroyingur fingu ikki góða start, meðan Ormurin reyk avstað. Teir róðu ómetaliga væl. Ògvuliga áhugavert aftur at síggja Suðuroyingin, sum mundi tikið Klaksvíking á mállinjuni. Eisini spennandi á næstu stevnu, har fremstu bátarnir koma at liggja borð um borð. Ùrslitið gjørdist júst, sum eg roknaði við, tó eg væntaði mær meira av Klaksvíkingi. Betri start næsta ferð, so er Klaksvíkingur halt frammi í í oddinum .

Argjabáturin verður torførur at taka í summar. Árnfirðingur bleiv nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

Argjabáturin verður ringur at taka í summar, og har var eisini spell, at Heiðabáturin ikki róði, sum annars stóð á startlistanum. Árnfirðingur stóð seg væl undir landinum, men Ørvur megnaði bert at fylgja við fyrstu hundrað metrarnar.

6-mannafarið Sølmundur við kvinnum fær uttan iva onga kapping í summar. Annars áhugavert at fylgja kappingin um annað plássið millum Smyril og Páll Fanga, har Smyril var væl við fyrst í róðrinum. Spell fyri henda bólk, at bátar sum Rádni, Jarnbard, Gongurólvur og Fortuna ikki síggjast á vágni. Tí verri er eingin mynd av 6-mannafarsróðrinum.

Frálík avrik av ungu monnunum umborð á Páll Fanga. Rándi, Gongurólvur og Lómur megnaðu slett ikki at fylgja ungu monnunum umborð á Páll Fanga. (Mynd Hvannrók)

Barnaróðurin havi eg ongan møguleika at siga nakað um, tí róðurin var ikki stroymaður. Myndir frá barnaróðrunum koma á heimasíðuna.

Taka vit saman um róðrarnar á norðoyastevnu, so kunnu vit staðfesta nakrar góðar og minni góðar niðurstøður. Fimm 10-mannafør er frálíkt, men bara trý 8-mannafør og fýra 6-mannafør við monnum boðar ikki frá góðum.

Ungdómsmanningarnar eru fækkaðar nakað og serliga barnamanningar. Gentumanningar og dreingjamanningar halda á leið tørn, meðan vit áttu at sæð fleir 5-mannafør við kvinnum. Serliga illa stendur til við ungdómsmanningum í Runavík og har á leiðini, í Klaksvík og Vestmanna. Hildu hesi pláss tørn, so var alt øðrvísi á startlistanum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply