Nú er kunngerðin ávegis um skjóttgangandi bátar og skutarar á Havnarvág

Skútarar av hesum slag hava einki at gera inni á vágunum í Havn. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Vit minnast syrgilig vanlukkuna á Keypmannar havn, tá vatnskutari rendi við nógvari ferð á lítlan leigaðan ferðamannabát. Tvær ungar amerikanskar kvinnur doyðu. Førarin á skutaranum var fongslaður fyri óviljað manndráp, og onnur nýggju ungfólk vóru eisini ákærd í málinum, tí tey rýmdu frá staðnum og eisini sigldu alt ov skjótt í havnini. Í Danmark er lógarverk um skjóttgangandi vatnskutarar og skjóttgangandi bátar. Millum annað skal ein vatnskútari vera 300 metrar úr landi. Men í Føroyum finst eingin lóg á økinum. Men er kunngerðin ávegis, verður sagt frá Sjóvinnustýrinum. Um hesa tíðina í fjør segði havnarmeistarin í Havn og løgreglan við Hvannrok. Svarini vóru stutt.

Hetta skeltið var fest á Molan í Havn, men nú er tað burtur. (Mynd Vagnur)

Havnarmeistarin í Havn sigur, at tey ynskja ikki hesar skjóttgangandi skutarar á Havnarvág, men trupulleikin hjá Tórshavnar Havn er, um tey løgfrøðiliga kunnu gera nakað, tá eingin lóg er at halda seg til. Sjálvandi kann ásetast hámark, hvussu skjótt bátar, og skip og skutarar kunnu sigla á vágunum, men at bannað skutarum at sigla yvirhøvur er ivasamt. – Vit vita og síggja vandan, og serliga, tá skjóttgangandi skutarar hava fólk á vatnskíð hangnandi aftur úr sær. Vit mugu kannað tað løgfrøðiliga á økinum, sigur havnarmeistarin í stuttari viðmerking.

Eg havi eisini tosað við løgregluna í Havn, og har er mest sum sama svarið. Har var eisini sagt, at einki lógarverk er í Føroyum um skjóttgangandi bátar og vatnskutarar. Løgreglumaðurin, eg tosaði við, segði, at tey hava tosað um skjóttgangandi bátar og vatnskutarar, men einki lógarverk er at halda seg til. Um fólk meldað, so viðgera tey sjálvandi hvørt einstakt mál, fekk eg í stuttum at vita frá løgregluni. í Danmark skalt tú hava koyrikort til tess at sigla við vatnskutarum, men í Føroyum krevst einki sum helst.

Ymiskar støddir fáast av vatnskutarum. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Nógv ferðsla er á vágunum í Havn og serliga um summarið, tá ferðamannaskipini koma til landið, stuttleikabátarnir vera meira brúktir, og nú serliga nógvir kappróðrarbátar fyrireika seg til róðrarárið. Eitt er vist, at missir ein vatnskútaførari tamarhaldið á skutaranum, og hann rennur við nógvir ferð á kappróðrarbát, so fer kappróðrarbáturin fyrst í smildur og vandi er fyri ógvusligum skaðatilburðum. Hetta má og skal ikki henda.

Nú komið eg nógv í Álaker, og eg havi sæð longu í vár vitleysa sigling nær landið og nær kappróðrarbátum. Tað kann tykjast løgið, at koyrir tú  á vegunum 30 km/t skjótari enn loyvda markið, so missir tú koyrikortið og skal til nýggja koyruroynd. Men siglur tú 80/100 km/t á vatnskutara tildømis fram við Molanum í Havn, so hendur einki. Eingin ferðslukanning av nøkrum slag, einki aldursmark og eingin lóggáva. Hetta líkist sjálvandi ongum.

Katamaranurin, sum siglir millum Havnina og Nólsoy er vandamikil fyri kappróðrarbátarnar. Hann siglir ov skjótt innan fyri Molan og gevur stórar aldur frá sær.

Í Føroyum er mangan so, at stór ólukka skal fyrsta henda, áðrenn nakað munagott verður gjørt. Eg haldi, at róðrarfeløgini eiga at venda sær til Tórshavnar kommunu og fáa politiska myndugleikan at bannað vatnskutarum at sigla á vágunum í Havn. Síðan skulu vit beinavegin fáa gjørt eina lóggávu á økinum. Spurningur er bara um tíð, til at álvarslig hending hendur á Havnarvág. Einaferð var fest stórt skeltið á Molan vetureftir . Og har stóð: Max 4 knots, men skeltið er tikið niður.

Eg haldi, at tíðin er komin at gera nakað munagott við stóra trupulleikan. Her eiga Fiskiveiðueftirlitið, Sjóvinnustýrið. løgreglan og umboð fyri stóru havnarnar at funnið saman, tí trupulleikar eru eisini við skjóttgangandi bátum, sum sigla alt ov nær landið ymsastaðni í Føroyum. Annars síggi eg, at vatnskutarar kosta frá 45.000 krónur til 150.000 krónur. Tað velst alt um stødd á skutara og motori.

Uppískoytið: Nú er eitt ár farið, síðani eg skrivaði greinina, men enn er sama skilið á Havnarvág. Aftur havi eg vent mær til løgregluna, Sjóvinnustýrið og havnarmeistaran, og har verður sagt, at arbeitt verður av øllum alvi at snikka saman kunngerð um vatnskutarar og skjóttgangandi bátar á vágunum.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Nú er kunngerðin ávegis um skjóttgangandi bátar og skutarar á Havnarvág

  1. Stuttligt, at tú nevnir aldur frá tvíkiljum, Vagnur. Fólk minnast helst, tá ið norska tvíkiljan, Hornøy, kom til Vágs í 1979. Hon skuldi setast í sigling fyri Smyril. Tá mundi verið galin endi. Jóhanna, sum tá ikki var umvæld, lá við kai. Aldurnar frá Hornrøy vóru stórar, og tær fingu Jóhonnu at rulla. Heilt fitt av fólki stóð á dekkinum í sluppini og eygleiddi norska avloysaraskipið koma grøvandi; tey vóru forvitin. Hetta var stórhending, sum tá ið eitt Concorde-flogfar kom til ein flogvøll fyri fyrstu ferð. Og hvat hendi? Meisturin á Jóhonnu brotnaði av aldunum og fall í fullari longd niður millum fólkini á dekkinum. Eingin doyði.

Leave a reply