Seinastu ódnartøkini vóru avgreidd í fagrasta summarveðri í Vestmanna

Nógvir bátar, húsvognar og fólk á bátastevnu í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)

Nú stundar til fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Altíð spennandi at síggja, hvussu nógvar manningar rógva fyrstu róðrarnar. Ódnartøkini eru bara ábending, tí fleiri manningar rógva ikki ódnartøk. Vit vóna øll, at FM-róðrarnir í 2018 vera eins væl avgreiddir, sum ódnartøkini. Fekk fyri nógvum árum síðani grøna glaskúlu, sum eg plagi at hyggja í og práta við í sambandi við hondbólt. Glaskúlan hevur mest sum altíð rætt. Í vikuni fari eg fyri fyrstu ferð at spyrja glaskúluna, hvat hon roknar við á norðoyastevnu leygardagin. Spennandi at frætta frá glaskúluni, sum eg fekk eldri havnarmanni. Hann segði mær, at glaskúlan var meira enn vanlig glaskúla og bað meg ansa væl eftir kúluni

Nógv bátar, nógvir húsvognar og nógv fólk vóru á bátastevnuni í Vestmanna. Trygdin var í lagi, og Brimil lá í Vestmannasundi og fylgdi gongdini. Veðrið var av tí allar fagrasta til kappróður. Fyrireikararnir vóru keddir um, at nakrar manningar góvu avboð í seinastu løtu ella slett ikki góvu avboð.

Ætlaði ikki at skriva so nógv um sjálvar róðrarnar í Vestmanna, men bara leggja út nakrar myndir við myndateksti. Úrlitini frá róðrunum eruat síggja á Kapróðrarkjaki. (Vagnur)

Argjabáturin verður ikki lættur at basa á norðoyastevnu leygardagin. Nærmast Argjabáturin og síðani Ørvur. Uttan iva bara trý 8-mannafør leygardagin. Árnfirðingur kemur aftrat. (Mynd Hvannrók)
Barnamanningarnar við dreingjum eru júst startaðar. Nærmast Fípan Fagra, síðani Knúkur, Falkur og Ingibjørg. Aldurin at rógva barnaróður er ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gomul. (Mynd Hvannrók)
Barnaróður gentur. Nærmast Frúgvin, síðani Knúkur og Ingibjørg. Favoritturin at vinna í summar er Firvaldur av Tvøroyri, sum gav avboð til ódnartøkini í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)
Her rógva bæði 5-mannafør og 6-mannafør við kvinnum í Vestmanna. Nærmast Páll Fangi, síðani Teistin, Drekin, Lómur, Sílið og Blikur. Sílið var stinnast í Vestmanna. Jallurin og Erla Kongsdóttir róðu ikki, og hesir bátar vera heilt frammi á norðoyastevnu. (Mynd Hvannók)
Góð mynd av kvinnubátunum. (Mynd Hvannrók)
6-mannaførini við monnum í Vestmanna. Nærmast Lómur, síðani Gongurólvur, Rándi og Páll Fangi. Teir umborð á Ránda sýnast væl fyri. Eitt eru 140 metrar í Vestmanna annað er 1000 metrar leygardagin á norðoyastevnu. Spennandi. (Mynd Hvannók)
Dreingjabátarnir nærmast Ingibjørg, síðani Jallurin, Sílið, Drekin og Ørnin. Í dreingjaróðri kanst tú rógva sum 15, 16, 17 og 18 ára gamal. Jallurin, Sílið og Drekin vóru leygardagin fremsti bátar. Nú bíða vit eftir, hvat tildømis Royndin Fríða úr Vági hevur at bjóða á norðoyastevnu. Dreingjaróðrarnir vera óvanliga spennandi í summar. (Mynd Hvannrók)
Gentubátarnir liggja við startin. Nærmast Drekin, síðani Blikur, Tambar, Falkur, Kollur og Knúkur. (Mynd Hvannrók)
Vit skulu minnast til, at tú kanst rógva genturóður sum 15, 16, 17 og 18 ára gomul. Falkur og Tambar vóru stinnastir í Vesmanna. (Mynd Hvannrók)

10-mannaførini eru júst startað í Vestmanna. Klaksvíkingur fekk besta startin. Nærmast Havnarbáturin, siðani Klaksvíkingur og Drekin Reyði. (Mynd Hvannrók)

Eingin ivi um, at Klaksvíkingur leygardagin verður heilt frammi í oddinum. Nú bíða vit eftir, hvat Ormurin og Suðuroyingur hava at bjóða. Nærmast Havnarbáturin síðani Klaksvíkingur í stórum stíli og Drekin Reyði. (Mynd Hvannrók)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply