Tað gongur av skriðuni at fáa mannað kappróðrarbátar í Vestmanna

10-mannafarið Vestmenningur hevur ikki róð FM-róðrar síðani 2014. Tó við eldri monnum á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Tá talan er um føroyskan kappróður, so var Vestmanna einaferð ein av háborgunum. 10-mannafarið Vestmenningur, 6-mannafarið Fortuna og 5-mannafarið Havfrúgvin vóru mest sum altíð við. Vakrir hvítir bátar við grønum stokki. Men nú sýnist, sum ungdómarin í Vestmanna ikki tímir at rógva um kapp, tí bara ein gentumanning úr Vestmanna rør í summar. Nevndarlimur sigur mær, at ein av orsøkunum er eisini stóri aldurmunurin í dreingja-og genturóðrunum.

Havi hugt í hagtølini, og 10-mannafarið Vestmenningur róði seinast í 2014, tó at báturin er mannaður við eldri rógvarum á ólavsøku. Tað kann ikki vera hondbólturin, sum er forðingin, tí fyri ikki so nógvum árum síðani spældu vestmenningar hondbólt um veturin og róðu um kapp um summarið.

VÍF kappróður hevur gott neyst við góðum venjingarumstøðum. (Mynd Hvannrók)

Tey hava frálíkar umstøður í Vestmanna. Gott neyst við venjingaramboðum, góðar bátar, og folk eru eisini í felagnum, sum vilja hjálpa teimum ungu. Men einki bítur á, sigur nevndarlimur.

Seinnu árini hava fleiri vestmannabátar róð, og vit hava sæð bæði Fortunu við monnum og kvinnum og Havfúnnna við gentum og dreingjum. Kann nevna, at kvinnurnar umborð á Havfrúnni vunnu meistaraheitið bæði í 2012 og 2013.

6-mannafarið Fortuna var í fjør at síggja við bæði kvinnum og monnum. (Mynd Hvannrók)

Vestmenningurin sigur, at ein av trupulleikunum er eisini aldursmunurin í dreingja-og genturóðrunum. Vit høvdu tildømis góða barnamanning, sum á sinni vann alt, men tá so nakrir rógvarar vóru ov gamlir, var torført at manna bát, tí rógvarar sóu seg ongan møguleika hava ímóti átjan ára gomlum ”monnum”.

Áhugavert hjá mær at hoyra hetta úr Vestmanna, tí í mín skriving havi eg óteljandi ferðir gjørt vart við júst hetta. Men fólk sita bara hendur í favn og lata standa til. Kann bara endurtaka, at trupulleikin er nógv størri, enn fólk gera sær far um. Vit mugu gera okkum ongantíð ov skjótt, og vit mugu læra av øðrum ítróttagreinum.

Havfrúgvin barnaróður á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Annars sá eg í fjør Vestmenning mannað við eldri rógvarum rógva á ólavsøku. Hugaligt at síggja vakra 10-mannafarið, men eisini við sorgblídni, tí kappróður hevur so djúpar røtur í Vestmanna. Tað átti at borið til at mannað 10-mannafarið og útvega fleiri ungdómsmanningar. Føroyskur kappróður hevur so sanniliga brúk fyri bátunum úr Vestmanna. (Vagnur)

Spell, um vit ikki ikki síggja 6.mannafarið Fortunu mannað við monnum. (Mynd Hvannrók)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply